Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fimta Mósebók
Kapittul 18
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34
1 "Hinir levitisku prestar - øll ætt Levi - skulu hvørki hava part ella arvalut saman við Ísrael; av eldofrum HARRANS og av tí, ið Honum lutast, skulu teir liva.
2 Arvalut skulu teir ongan hava millum brøður sínar; HARRIN er arvalutur teirra - soleiðis sum Hann hevur sagt við teir.
3 Hetta skal vera tað, ið prestarnir hava rætt at krevja fólkið eftir - krevja teir eftir, sum ofra sláturoffur, tað veri av neytunum ella smáfænum: Teir skulu geva prestinum annan bógvin, báðar kjálkarnar og vinstrina.
4 Frumgróðurin av korni tínum, víni tínum og olju tíni og ta fyrstu ullina av seyði tínum skalt tú geva honum.
5 Tí hann hevur HARRIN Gud tín útvalt av øllum ættum tínum at standa og gera prestatænastu í navni HARRANS allar dagar - hann og synir hansara.
6 Táið Levitur kemur úr einum av býum tínum onkustaðni í Ísrael - hvar hann nú hevur havt tilhald - kemur til staðið, ið HARRIN útvelur - og hann hevur frítt at koma, um hann vil -
7 og hann so ger prestatænastu í navni HARRANS Guds síns, eins og allir brøður hansara, hinir Levitarnir, sum standa fyri ásjón HARRANS har,
8 so skulu teir allir fáa sama part av gávunum - tað, ið hann kann hava fingið við at selja fedraarv sín, skal ikki roknast uppí.
9 Táið tú kemur inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, mást tú ikki taka eftir teimum viðurstyggiligu siðum, ið fólkini har hava.
10 Eingin má vera hjá tær, sum letur son sín ella dóttur sína ganga gjøgnum eldin, eingin gandakallur ella spámaður, eingin, sum fæst við at leggja út tekin ella við svartakunst,
11 eingin andamanari, eingin, sum spyr deydningar ella hamar, ella sum leitar sær ráð frá deyðum.
12 Tí ein og hvør, ið slíkt ger, hann er HARRANUM andstygd, og fyri alt slíkt viðurstyggiligt er tað, HARRIN Gud tín rekur tey burtur fyri tær.
13 Ólastandi skalt tú vera fyri HARRANUM Gudi tínum.
14 Tí hesi fólk, ið tú skalt reka burtur, tey lurta eftir teimum, ið leggja út tekin og ganda, men tær hevur HARRIN Gud tín ikki loyvt slíkt.
15 HARRIN Gud tín skal lata Profet sum meg stíga upp ímillum tykkara, ein av brøðrum tínum; Hann skulu tit hoyra.
16 Tað skal verða júst so, sum tú við Horeb baðst HARRAN Gud tín um, tann dagin tit vóru savnað har, og tú segði: "Lat meg ikki hoyra rødd HARRANS Guds míns longur, og lat meg sleppa frá at síggja henda stóra eld longur, tí annars doyggi eg!"
17 Tá segði HARRIN við meg: "Tey hava rætt í tí, sum tey hava sagt!
18 Eg skal lata teimum profet sum teg stíga upp, ein av brøðrum teirra, og leggja Honum orð Míni í munnin; og Hann skal tala til teirra alt tað, ið Eg gevi Honum boð um.
19 Og ein og hvør, ið ikki hoyrir orð Míni, sum Hann skal tala í navni Mínum, skal koma at svara Mær fyri tað!
20 Men tann profetur, ið vágar sær í navni Mínum at tala nakað, sum Eg ikki havi álagt honum at tala, ella sum talar í navni annara guda, tann profetur skal doyggja!"
21 Sigur tú nú við tær sjálvum: "Av hvørjum skulu vit kenna orðið, ið HARRIN ikki hevur talað?"
22 - so skalt tú vita: Táið tað, ið profeturin talar í navni HARRANS, ikki hendir og ikki verður uppfylt, so eru tað orð, ið HARRIN ikki hevur talað; tað er eitt orð, sum profeturin í hugmóði hevur vágað sær at tala, og tú skalt ikki ræðast hann!"