1 | "Síðani vendu vit við og fóru inn í oyðimørkina, leiðina til Reyðahavs - so sum HARRIN hevði sagt við meg; og í langa tíð ferðaðust vit rundan um Se’irsfjøll. |
|
2 | Tá segði HARRIN við meg: |
|
3 | "Nóg leingi hava tit nú ferðast rundan um fjøllini her; haldið nú norðureftir! |
|
4 | Men gev fólkinum hetta boð: "Táið tit nú fara gjøgnum landið, ið brøður tykkara, synir Esau, eiga, teir, sum búgva í Se’ir, og teir ræðast tykkum, skulu tit varða tykkum væl, |
|
5 | so tit ongan ófrið gera teimum; Eg gevi tykkum ikki so mikið sum fótbreidd av landi teirra, tí Eg havi givið Esau Se’irsfjøll í ogn. |
|
6 | Matin, ið tykkum tørvar, skulu tit keypa frá teimum fyri pening, og vatnið, ið tit drekka, skulu tit eisini keypa frá teimum fyri pening. |
|
7 | HARRIN Gud tín hevur jú signað teg í øllum, sum tú hevur tikið tær fyri; Hann hevur havt umsorgan fyri tær á ferð tíni gjøgnum hesa stóru oyðimørk; í fjøruti ár hevur HARRIN Gud tín nú verið við tær, einki hevur fattast tær."" |
|
8 | So fóru vit longur - burtur frá brøðrum okkara, sonum Esau, sum búgva í Se’ir; vit hildu av vegnum, ið gongur úr Elat og Ezjon-Geber gjøgnum oyðimørkina, vendu okkum aðra leið og hildu fram vegin at Móabsoyðimørk. |
|
9 | Tá segði HARRIN við meg: "Tú mást ikki halda á Móabitar og ongan ófrið gera teimum; tí Eg gevi tær einki av landi teirra í ogn - sonum Lot havi Eg givið Ar at eiga." |
|
10 | - Fyrr í tíðini búðu Emitar har, mikil, fjølment tjóð, risavaksnir eins og Anakitar. |
|
11 | Eisini teir verða roknaðir upp í risarnar, eins og Anakitar, og Móabitar kalla teir Emitar. |
|
12 | Og í Se’ir búðu fyrr í tíðini Horitar; men synir Esau róku teir burtur, týndu teir og búsettust sjálvir í landi teirra - eins og Ísrael nú hevur gjørt við land sítt, tað, sum HARRIN hevur givið teimum í ogn. |
|
13 | - "Gerið tykkum nú til reiðar og farið um Zeredá!" Vit fóru so um Zeredá. |
|
14 | 38 ár vóru gingin, frá tí vit fóru úr Kades-Barnea, inntil vit gingu um Zeredá, og tá var alt hitt ættarliðið útdeytt úr tilhaldinum, allir vápnaførir menn - sum HARRIN hevði svorið, at teimum skuldi gangast. |
|
15 | - Hond HARRANS var eisini ímóti teimum, so Hann rykti teir burtur úr tilhaldinum, til seinasta mann. |
|
16 | Táið nú allir vápnaførir menn av fólkinum vóru deyðir og burtur, |
|
17 | talaði HARRIN við meg og segði: |
|
18 | "Táið tú nú fert um landamark Móabs, gjøgnum Ar, |
|
19 | og soleiðis kemur at landi Ammonita, mást tú ikki halda á teir ella gera teimum nakran ófrið; tí Eg gevi tær einki av landi Ammonita í ogn - sonum Lot havi Eg givið tað at eiga." |
|
20 | - Eisini tað landið verður roknað fyri land við risum; fyrr í tíðini búðu risar har, og Ammonitar kalla teir Zamzummitar. |
|
21 | Teir vóru mikil, fjølment tjóð, risavaksnir eins og Anakitar; men HARRIN oyddi teir fyri Ammonitum, so teir róku teir burt og búsettust í landi teirra. |
|
22 | Sama gjørdi Hann fyri synir Esau, sum búgva í Se’ir; fyri teimum oyddi Hann Horitar, so teir róku teir burt og búsettust í landi teirra - og síðani hava teir búð har líka til henda dag. |
|
23 | Á sama hátt gekst við Avitum, sum búðu í bygdunum líka til Gaza; teir róku Kaftorar burt, teir, sum komu úr Kaftor, og búsettust síðani í landi teirra. |
|
24 | - "Gerið tykkum nú til reiðar, haldið avstað og farið um Arnoná! Eg havi givið Sihon Amorit, kongin í Hesbon, og land hansara í hendur tínar; far nú undir at taka tað, og byrja bardaga við hann! |
|
25 | Frá hesum degi skal Eg lata ræðslu fyri tær og ótta fyri tær falla á øll fólkasløg undir himli; øll, ið fáa at hoyra um teg, skulu pipra og skelva fyri tær." |
|
26 | Eg sendi tá úr Kedemotsoyðimørk boð til Sihon, kongin í Hesbon, við friðarorðum og læt siga: |
|
27 | "Loyv mær at ganga gjøgnum land títt! Eg skal halda meg á vegnum, eg skal ikki fara til viks, hvørki til høgru ella til vinstru. |
|
28 | Tað, ið mær tørvar til føði, kanst tú selja mær fyri pening, og vatnið, ið eg drekki, kanst tú eisini lata meg fáa fyri pening; loyv mær bert at fara til gongu ígjøgnum - |
|
29 | soleiðis sum synir Esau, sum búgva í Se’ir, og Móabitar, sum búgva í Ar, loyvdu mær - so eg fái farið um Jordan inn í landið, sum HARRIN Gud okkara fer at geva okkum!" |
|
30 | Men Sihon, kongurin í Hesbon, vildi ikki loyva okkum at ganga gjøgnum land sítt; tí HARRIN Gud tín herdi sinni hansara og gjørdi hjarta hansara hart - fyri at geva hann í hendur tínar, sum í dag gongur sjón fyri søgn. |
|
31 | Síðani segði HARRIN við meg: "Sært tú, nú havi Eg givið Sihon og land hansara í hendur tínar; far nú undir at taka tað, so tú fært land hansara í ogn!" |
|
32 | So kom Sihon við øllum fólki sínum í bardaga við okkum, til Jahaz. |
|
33 | Men HARRIN Gud okkara gav hann í hendur okkara, og vit høgdu niður bæði hann og synir hansara og alt fólk hansara. |
|
34 | Vit tóku tá allar býir hansara og slógu hvønn bý við banni og drópu bæði menn, kvinnur og børn; ikki eitt lótu vit verða eftir ella sleppa. |
|
35 | Bert fæið tóku vit sum herfong, somuleiðis tað, ið vit rændu í býunum, sum vit tóku. |
|
36 | Frá Aroer, ið liggur við Arnoná - á áarbakkanum - og frá býnum, sum liggur í dalinum, og líka til Gilead var ikki ein býur, sum vit ikki vóru menn fyri at taka - HARRIN Gud okkara gav teir allar í hendur okkara. |
|
37 | Men land Ammonita lætst tú vera í friði, bæði landið fram við Jabboká og býirnar í fjøllunum - og alt tað, ið HARRIN Gud okkara hevði boðið okkum ikki at taka." |
|
|