Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fimta Mósebók
Kapittul 26
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34
1 "Táið tú kemur inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær í arv, og tú tekur tað í ogn og býrt har,
2 skalt tú taka frumgróðurin av øllum ávøksti jarðarinnar, sum tú heystar av landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær, lata tað í kurv og fara við tí til staðið, ið HARRIN Gud tín útvelur til at lata navn Sítt búgva har.
3 Har skalt tú fara til hansara, sum um ta tíðina er prestur, og siga við hann: "Eg vitni í dag fyri HARRANUM Gudi tínum, at eg eri komin inn í landið, sum HARRIN við eiði lovaði fedrum okkara at geva okkum."
4 So skal presturin taka kurvina úr hond tíni og seta hana niður framman fyri altar HARRANS Guds tíns.
5 Tá skalt tú taka til orða og siga fyri ásjón HARRANS Guds tíns: "Ættarfaðir mín var umflakkandi Árameari, sum fámentur fór suður til Egyptalands og búði har sum útlendingur, og har varð hann til stóra, sterka og fjølmenta tjóð.
6 Men Egyptar fóru illa við okkum, plágaðu okkum og løgdu hart trælaarbeiði á okkum.
7 Tá róptu vit til HARRAN Gud fedra okkara, og HARRIN hoyrdi rødd okkara og sá neyð, møði og trongd okkara.
8 Og HARRIN leiddi okkum út av Egyptalandi við sterkari hond og útrættum armi og við stórum, øgiligum verkum, við teknum og undrum.
9 Hann leiddi okkum higar og gav okkum hetta landið, eitt land, sum flýtur í mjólk og hunangi.
10 Og her komi eg nú við frumgróðrinum av ávøksti landsins, ið Tú, HARRI, hevur givið mær!" So skalt tú seta kurvina niður fyri ásjón HARRANS Guds tíns og tilbiðja fyri ásjón HARRANS Guds tíns.
11 Og tú skalt vera glaður um alt tað góða, ið HARRIN Gud tín hevur givið tær og húsi tínum, bæði tú og Leviturin og hin fremmandi, sum í landi tínum býr.
12 Táið tú tað triðja árið - tíggjundarárið - ert liðugur at lata alla tíggjundina av grøði tíni og hevur givið Levitinum, hinum fremmanda, hinum faðirleysa og einkjuni, so tey fáa etið seg mett hjá tær, í býum tínum,
13 tá skalt tú fyri ásjón HARRANS Guds tíns siga: "Nú havi eg latið hitt heilaga av húsinum og givið Levitinum, hinum fremmanda, hinum faðirleysa og einkjuni tað - júst so sum Tú hevur givið mær boð um; eg havi einki av boðum Tínum brotið og einki gloymt.
14 Einki av tí havi eg etið, meðan eg hevði sorg; ikki var eg óreinur, táið eg læt tað frá mær, og einki av tí havi eg nýtt til ein deyðan - eg havi aktað rødd HARRANS Guds míns, eg havi í einum og øllum gjørt, soleiðis sum Tú gavst mær boð um.
15 Hygg nú niður úr heilaga bústaði Tínum, Himli, og signa fólk Títt, Ísrael, og landið, ið Tú hevur givið okkum, soleiðis sum Tú við eiði hevur lovað fedrum okkara, eitt land, ið flýtur í mjólk og hunangi!"
16 Í dag áleggur HARRIN Gud tín tær at halda hesar lógir og hesi boð, og tú skalt leggja tær eina við at halda tey av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni.
17 Tú hevur í dag latið HARRAN kunngera, at Hann skal vera Gud tín, og at tú skalt ganga leiðir Hansara og halda lógir, boð og fyriskipanir Hansara og akta rødd Hansara.
18 Og HARRIN hevur í dag latið teg kunngera, at tú skalt vera ognarfólk Hansara, soleiðis sum Hann hevur sagt við teg, og at tú skalt halda øll boð Hansara,
19 so at Hann kann gera teg til hitt hægsta av øllum fólkum, ið Hann hevur skapt, gera teg heiðraðan og navngitnan og til prýði, og tú skalt vera eitt fólk, sum er HARRANUM Gudi tínum halgað - soleiðis sum Hann hevur sagt."