Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fimta Mósebók
Kapittul 34
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34
1 Síðani fór Móses av Móabsheiðum niðan á Nebofjall, á Pisgatind, beint yvir av Jeriko; og HARRIN læt hann síggja alt landið: Gilead líka til Dan,
2 alt land Naftali, Efra’ims og Manasse, alt land Juda líka at havinum fyri vestan,
3 Suðurlandið og Jordanslættan, dalin við Jeriko - Pálmastaðin - líka at Zoar.
4 Og HARRIN segði við hann: "Hetta er landið, ið Eg við eiði havi lovað Ábrahami, Ísaki og Jákupi, táið Eg segði: "Avkomi tínum skal Eg geva tað!" Nú havi Eg latið teg síggja tað við egnum eygum, men tú skalt ikki koma inn í tað!"
5 So doyði Móses, tænari HARRANS, har í Móabslandi - sum HARRIN hevði sagt.
6 Hann jarðaði hann í dalinum í Móabslandi, beint yvir av Bet-Peor, og til henda dag veit eingin, hvar grøv hansara er.
7 Móses var 120 ár, táið hann doyði; sjón hansara var ikki viknað, og lívsmegi hansara var ikki svunnin.
8 Ísraelsmenn grótu um Móses á Móabsheiðum í tríati dagar; so vóru grátidagarnir at enda, sorgin eftir Móses.
9 Josva, sonur Nun, var fyltur við vísdómsanda, tí Móses hevði lagt hendurnar á hann; og Ísraelsmenn aktaðu hann og gjørdu, sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
10 Men ikki stóð aftur upp í Ísrael nakar profetur sum Móses, hann, ið HARRIN umgekst andlit til andlit
11 - táið hugsað verður um øll tekinini og undrini, ið HARRIN hevði sent hann at gera í Egyptalandi við Farao og allar tænarar hansara og alt land hansara,
12 og um allan hin veldiga mátt, ið Móses vísti, og øll hini stóru, ræðuligu verk, ið hann gjørdi fyri eygum als Ísraels.