1 | "Táið træta er millum menn, og teir koma fram fyri rættin, og dømt verður í søk teirra, skal rætturin verða dømdur honum til, sum rætt hevur, og órætturin honum, ið órætt hevur. |
|
2 | Skal so hin seki verða straffaður við sløgum, skal dómarin lata hann leggja seg niður og - meðan hann hyggur at - lata hann fáa so mong sløg, sum svara til misbrot hansara. |
|
3 | Fjøruti sløg kann hann lata hann fáa, men ikki út yvir tað, so bróðir tín ikki verður vanærdur í eygum tínum við at fáa nógv sløg aftrat enn. |
|
4 | Tú mást ikki múlbinda oksan, táið hann treskir. |
|
5 | Táið brøður búgva saman, og ein teirra doyr og ongan son eigur, má einkjan eftir hann, ið farin er, ikki giftast við fremmandum manni uttan fyri ættina; nei, bróðir mann hennara skal fara inn til hennara og taka hana til konu og soleiðis giftast við henni í bróður síns stað. |
|
6 | Og fyrsti sonurin, ið hon eigur, skal verða kallaður sonur bróðurin, ið deyður er, so navn hansara doyr ikki út í Ísrael. |
|
7 | Men hevur maðurin ikki hug at giftast við bróðurkonu síni, skal hon fara út í portrið til hinar elstu og siga: "Svágur noktar at reisa bróður sínum upp navn í Ísrael - hann vil ikki giftast við mær í bróður síns stað!" |
|
8 | Hinir elstu í býi hansara skulu nú senda boð eftir honum og tala við hann; stendur hann tá við sítt og sigur: "Eg havi ikki hug at giftast við henni," |
|
9 | so skal bróðurkona hansara fara yvir til hansara, meðan hinir elstu síggja, taka skógvin av fóti hansara, spýta í andlit hansara og taka til orða og siga: "So verður gjørt við tann mann, ið ikki vil byggja upp hús bróður síns!" |
|
10 | Og eftir tann dag skal í Ísrael ætt hansara verða rópt "ætt skóleysa". |
|
11 | Táið tveir menn fara saman at berjast, og kona annan kemur uppí at hjálpa manni sínum móti honum, ið slær hann, og hon rættir út hondina og trívur um blygd hansara, |
|
12 | tá skalt tú høgga hondina av henni - tú mást ikki spara hana! |
|
13 | Tú mást ikki í pungi tínum hava tvinnanda sløg av loddum at viga við, eitt størri og eitt minni slag. |
|
14 | Tú mást ikki í húsi tínum hava tvinnanda sløg av efum, eina størri og eina minni. |
|
15 | Lodd, ið standa fulla vekt, og efu, ið málir fult mál, skalt tú hava; so skalt tú liva leingi í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær. |
|
16 | Tí hvør tann, ið slíkt ger - hvør tann, ið ger órætt - er HARRANUM Gudi tínum andstygd. |
|
17 | Minst tað, ið Amalek gjørdi tær, táið tit vóru á leiðini úr Egyptalandi, |
|
18 | hvussu hann, uttan at óttast Gud, herjaði á teg á leiðini, meðan tú vart móður og fyrilagstur, og høgdi niður øll tey, ið aftast vóru, øll tey troyttu, sum ikki orkaðu at fylgja við. |
|
19 | Tú skalt tí, táið HARRIN Gud tín gevur tær frið fyri øllum fíggindum tínum allastaðni í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær í arv og ogn - tú skalt tá oyða av jørðini minnið um Amalek; gloym tað ikki!" |
|
|