Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fimta Mósebók
Kapittul 5
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34
1 Móses kallaði saman alt Ísrael og segði við tey: "Hoyr, Ísrael, lógirnar og boðini, ið eg kunngeri tykkum í dag - lærið tey og aktið eftir teimum, so tit halda tey!
2 HARRIN Gud okkara gjørdi sáttmála við okkum á Horeb.
3 Ikki við fedrar okkara gjørdi HARRIN henda sáttmála, men við okkum, okkum, sum her eru, øll, sum eru á lívi í dag.
4 Andlit til andlit talaði HARRIN við tykkum á fjallinum, mitt út úr eldinum.
5 Eg stóð tá millum HARRAN og tykkum at kunngera tykkum orð HARRANS; tí tit ræddust eldin og fóru ikki niðan á fjallið. Hann segði:
6 "Eg eri HARRIN Gud tín, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum.
7 Tú mást ikki hava aðrar gudar enn Meg.
8 Tú mást onga skurðmynd gera tær, onga mynd av tí, sum uppi í himli er, av tí, sum niðri á jørðini er, ella av tí, sum er í vatninum undir jørðini;
9 tú mást ikki tilbiðja og ikki dýrka tað; tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triðja og fjórða lið straffar børnini fyri misgerðir fedranna - tey, ið hata Meg -
10 men sum í túsund lið ger teimum miskunn, sum elska Meg og halda boð Míni.
11 Tú mást ikki misbrúka navn HARRANS Guds tíns; tí HARRIN letur ikki tann verða óstraffaðan, sum misbrúkar navn Hansara.
12 Akta eftir sabbatsdeginum, so tú heldur hann heilagan - soleiðis sum HARRIN Gud tín hevur álagt tær!
13 Seks dagar skalt tú virka og gera alt arbeiði títt;
14 men sjeyndi dagurin er sabbatur HARRANS Guds tíns; tá mást tú einki arbeiði gera, hvørki tú sjálvur, ei heldur sonur tín, dóttir tín, trælur tín, trælkvinna tín, neyt títt, esil títt ella nakað av kríatúrum tínum, ella hin fremmandi, ið hjá tær er, innan fyri portur tíni - tí trælur og trælkvinna tín mugu sleppa at hvíla eins og tú.
15 Tú skalt minnast, at tú vart sjálvur trælur í Egyptalandi, og at HARRIN Gud tín leiddi teg út haðani við sterkari hond og útrættum armi; tí er tað, HARRIN Gud tín hevur álagt tær at halda sabbatsdagin.
16 Ær faðir tín og móður tína - soleiðis sum HARRIN Gud tín hevur álagt tær - so tú kanst fáa langt lív, og tær kann gangast væl í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær!
17 Tú mást ikki drepa.
18 Tú mást ikki dríva hor.
19 Tú mást ikki stjala.
20 Tú mást ikki bera rangan vitnisburð móti næsta tínum.
21 Tú mást ikki girnast konu næsta tíns. Tú mást ikki girnast hús næsta tíns, ei heldur jørð hansara, træl hansara, trælkvinnu hansara, neyt hansara, esil hansara, ella nakað, ið næsta tínum hoyrir til."
22 Hesi orð talaði HARRIN við veldigari rødd á fjallinum við alla samkomu tykkara - mitt út úr eldinum, skýnum og myrkrinum - og legði einki aftrat; og Hann skrivaði tey á tvær steintalvur og flýddi mær tær.
23 Men táið tit hoyrdu røddina mitt út úr myrkrinum, meðan fjallið stóð í ljósum loga, komu tit til mín, allir høvuðsmenn ætta tykkara og hinir elstu tykkara,
24 og tit søgdu: "HARRIN Gud okkara hevur latið okkum skoða dýrd Sína og stórleika Sín, og vit hava hoyrt rødd Hansara mitt út úr eldinum; í dag hava vit sæð, at Gud kann tala við eitt menniskja, og tað doyr kortini ikki.
25 Hví skulu vit tá doyggja! Hesin stóri eldur fer jú at gera enda á okkum; skulu vit framvegis hoyra rødd HARRANS Guds okkara, so doyggja vit!
26 Hvør man vera á allari jørðini, sum hevur hoyrt rødd hins livandi Guds tala mitt út úr eldinum - sum vit hava - og kortini livað!
27 Stíg tú fram og hoyr alt tað, ið HARRIN Gud okkara sigur! So kanst tú siga okkum alt tað, ið HARRIN Gud okkara talar við teg, og vit skulu hoyra tað og gera eftir tí!"
28 Táið HARRIN hoyrdi orð tykkara - táið tit talaðu hetta við meg - segði Hann við meg: "Eg havi hoyrt orðini, ið hetta fólk hevur sagt við teg; tey hava talað væl í øllum, sum tey hava sagt.
29 Høvdu tey bert allar dagar havt hetta hjartalagið at óttast Meg og akta eftir boðum Mínum - so teimum og børnum teirra kundi gingist væl til ævigar tíðir!
30 Far nú og sig við tey, at tey skulu fara aftur til tjøld síni!
31 Men statt tú her hjá Mær, so skal Eg kunngera tær øll boðini og allar lógirnar og fyriskipanirnar, ið tú skalt læra tey, og sum tey skulu liva eftir í landinum, sum Eg gevi teimum at eiga!"
32 Aktið tí nú eftir øllum tí, sum HARRIN Gud tykkara hevur álagt tykkum, og gerið eftir tí! Víkið ikki frá tí, hvørki til høgru ella til vinstru!
33 Á allari leiðini, ið HARRIN Gud tykkara hevur álagt tykkum, skulu tit ganga - so tit kunnu liva, og tykkum kann gangast væl, og dagar tykkara kunnu verða mangir í landinum, sum tit skulu taka í ogn."