Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fimta Mósebók
Kapittul 23
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34
1 "Eingin, ið geldur er - tað veri nú við kroysting ella við skurði - má vera í samkomu HARRANS.
2 Eingin, sum er føddur í hori, má vera í samkomu HARRANS - nei, ikki í tíggjunda liði mugu eftirkomarar hansara vera í samkomu HARRANS!
3 Eingin Ammonitur og eingin Móabitur má vera í samkomu HARRANS - nei, ikki í tíggjunda liði - aldri mugu eftirkomarar teirra vera í samkomu HARRANS
4 - aftur fyri at teir komu ikki ímóti tykkum við breyði og vatni, táið tit vóru á leiðini úr Egyptalandi, og aftur fyri at hann leigaði Bileam, son Beor, úr Petor í Áram-Naharajim ímóti tær at banna tær.
5 - Men HARRIN Gud tín vildi ikki lurta eftir Bileam, og HARRIN Gud tín vendi banninum til signing yvir teg, tí HARRIN Gud tín elskaði teg.
6 Aldri tað tú livir, mást tú leggja tær vælferð og lukku teirra á hjarta.
7 Harafturímóti mást tú ikki hava andstygd fyri Edomitum; tí teir eru brøður tínir. Heldur ikki fyri Egyptum mást tú hava andstygd; tí tú hevur livað sum fremmandur í landi teirra.
8 Eftirkomarar teirra í triðja liði kunnu vera í samkomu HARRANS.
9 Táið tú fert í bardaga móti fíggindum tínum og reisir tjøld tíni, mást tú varða teg fyri øllum, ið ósømiligt er.
10 Er onkur hjá tær, sum er óreinur eftir okkurt, ið hent hann hevur um náttina, so skal hann fara út um tilhaldið; hann má ikki koma inn í tilhaldið.
11 Táið líður at kvøldi, skal hann tváa sær í vatni, og táið sólin er undirgingin, kann hann koma innaftur í tilhaldið.
12 Uttan fyri tilhaldið skalt tú hava stað fyri seg sjálvt, hagar tú kanst fara tíni egnu ørindi.
13 Millum amboð tíni skalt tú hava spaka; við honum skalt tú grava hol, táið tú setur teg harúti, og síðani aftur koyra út yvir tað, ið av tær er farið.
14 Tí HARRIN Gud tín ferðast við mitt í tilhaldi tínum at hjálpa tær og geva fíggindar tínar í hendur tínar; tí má tilhald títt vera heilagt, so Hann sær ikki hjá tær okkurt, sum býður Honum ímóti og ger, at Hann vendir Sær frá tær.
15 Tú mást ikki geva træl upp í hendur harra hansara, táið hann er flýddur frá harra sínum og hevur leitað sær skjól hjá tær.
16 Hann skal sleppa at vera hjá tær í landi tínum, á tí staði, hann sjálvur velur sær - í einum av býum tínum, har sum honum best líkar; og tú mást ikki kúga hann.
17 Eingin av døtrum Ísraels má vera skøkja, og eingin av sonum Ísraels má vera mansskøkja.
18 Tú mást ikki koma við skøkjuløn ella hundapeningi inn í hús HARRANS Guds tíns, til at uppfylla nakað lyfti; tí bæði hesi eru HARRANUM Gudi tínum andstygd.
19 Tú mást ikki taka rentu frá bróður tínum, hvørki av peningi, matvørum ella nøkrum øðrum, ið renta verður tikin av.
20 Frá útlendinginum kanst tú taka rentu, men ikki frá bróður tínum - so satt sum HARRIN Gud tín skal signa teg í øllum, ið tú fert undir at gera í landinum, sum tú kemur inn í og skalt taka í ogn.
21 Táið tú gert HARRANUM Gudi tínum lyfti, mást tú ikki drála at halda tað; tí HARRIN Gud tín skal krevja teg eftir tí, og tú kemur at draga skyld oman yvir teg.
22 Men letur tú vera at gera lyfti, so dregur tú onga skyld oman yvir teg.
23 Tað, ið varrar tínar hava talað, skalt tú halda og gera - við tað at tú sjálvkravdur og við tínum egna munni hevur givið HARRANUM Gudi tínum lyfti títt.
24 Táið tú kemur inn í víngarð næsta tíns, kanst tú eta, so mikið sum tú vilt, av vínberum, inntil tú ert mettur; men tú mást eingi lata í ílat títt.
25 Táið tú kemur inn í akur næsta tíns, kanst tú henta øks við hondini; men akurknív mást tú ikki seta á korn næsta tíns."