1 | "Vit hildu so aðra leið og tóku vegin til Basan; tá kom Og, kongurin í Basan, í bardaga við okkum, til Edre’i, hann og alt fólk hansara. |
|
2 | Men HARRIN segði við meg: "Ræðst hann ikki! Eg havi givið hann og alt fólk hansara og land hansara í hendur tínar, og tú skalt gera við hann, sum tú gjørdi við Sihon amoritakong, sum búði í Hesbon." |
|
3 | So gav HARRIN Gud okkara eisini Og, kongin í Basan, og alt fólk hansara í hendur okkara, og vit vunnu á honum, so at vit ongan lótu verða eftir ella sleppa. |
|
4 | Vit tóku tá allar býir hansara; ikki var ein býur, sum vit tóku ikki frá teimum - 60 býir, allan landspartin Argob, ríki Ogs í Basan. |
|
5 | Allir hesir býir vóru víggirdir staðir við høgum múrum, dupultum portrum og portursláum. Haraftrat komu allar bygdirnar, og tær vóru nógvar. |
|
6 | Vit slógu tey við banni, sum vit høvdu gjørt við Sihon, kongin í Hesbon; hvønn ein bý slógu vit við banni og drópu menn, kvinnur og børn. |
|
7 | Men alt fæið og tað, ið vit rændu í býunum, tóku vit sjálvir sum herfong. |
|
8 | Soleiðis tóku vit tá landið frá báðum amoritakongunum hesumegin Jordan, frá Arnoná líka til Hermonfjall - |
|
9 | sum Zidoningar kalla Sirjon, og Amoritar Senir |
|
10 | - allar býirnar á slættlendinum, alt Gilead og alt Basan, líka at býunum Salka og Edre’i í ríki Ogs í Basan." |
|
11 | - Hesin Og, kongurin í Basan, var tann seinasti, ið eftir var av Refa’itum; kista hansara, jarnkista, stendur, sum øll vita, í ammonitabýnum Rabba; hon er 9 alin long og 4 alin breið eftir vanligum máli. |
|
12 | "Hetta landið tóku vit so tá. Landið frá Aroer, sum liggur við Arnoná, og helvtina av Gileadsfjøllum við býunum har gav eg Rubenitum og Gaditum, |
|
13 | og tað, ið eftir var av Gilead og alt Basan, ríki Ogs, gav eg hálvari ætt Manasse, allan landspartin Argob - alt Basan." Hetta er tað, ið rópt verður Refa’italand. |
|
14 | Ja’ir, sonur Manasse, tók allan landspartin Argob, líka at landamarkum Gesurita og Ma’akatita, og kallaði tað - Basanlandið - Ja’irsbýir eftir sær sjálvum, og so hevur tað itið til henda dag. |
|
15 | "Gilead læt eg Makir fáa; |
|
16 | og Rubenitum og Gaditum gav eg landið úr Gilead í Arnondal, í miðjan dalin - har var markið - og at Jabboká, sum er markið móti Ammonitum, |
|
17 | haraftrat slættlendið við Jordan - sum er mark - frá Kinneretsvatni at vatninum á slættlendinum - Salthavi - undir Pisgalíðum, eystanfyri. |
|
18 | Tá var tað, eg gav tykkum hetta boð: "HARRIN Gud tykkara hevur givið tykkum hetta land at eiga; vápnaðir skulu tit - allir, sum vápnaførir eru - fara á odda hjá brøðrum tykkara, Ísraelsmonnum. |
|
19 | Bert konur, børn og fæ tykkara - eg veit at tit hava nógv fæ - skulu verða eftir í býunum, sum eg havi givið tykkum |
|
20 | - inntil HARRIN gevur brøðrum tykkara hvíld eins og tykkum, og teir hava tikið landið í ogn, sum HARRIN Gud tykkara gevur teimum hinumegin Jordan; tá kunnu tit fara heimaftur, hvør til óðalið, ið eg havi givið tykkum." |
|
21 | Um hesa somu tíð gav eg Josva hetta boð: "Tú hevur við egnum eygum sæð alt, ið HARRIN Gud tykkara hevur gjørt við hesar báðar kongarnar - so skal HARRIN gera við øll ríkini, ið tú ert á leið til. |
|
22 | Tit skulu ikki ræðast teir; tí HARRIN Gud tykkara skal sjálvur berjast fyri tykkum!" |
|
23 | Um hesa tíðina bønaði eg HARRAN og segði: |
|
24 | "Harri HARRI! Tú hevur byrjað at lata tænara Tín síggja stórleika Tín og sterku hond Tína; tí hvar í Himli og á jørð er gudur, sum kann gera slíkar gerningar og slík stórverk sum Tú! |
|
25 | Loyv mær nú at fara yvirum og síggja hitt góða land hinumegin Jordan, hitt góða fjallaland har og Libanon!" |
|
26 | Men HARRIN var vreiður við meg fyri tykkara skuld og lurtaði ikki eftir mær, men segði við meg: "Lat nú vera nóg mikið - tala ikki meiri við Meg um hatta! |
|
27 | Far niðan á Pisgatind, vend eygum tínum í vestur, norður, suður og eystur, og hygg væl rundan um teg - tí um Jordan her kemur tú ikki! |
|
28 | Sig Josva tað, ið hann skal gera, og ger hann treystan og sterkan! Tí tað er hann, ið skal fara yvirum á odda hjá hesum fólki, og tað er hann, ið skal geva teimum í ogn hetta landið, sum tú sært!" |
|
29 | So vórðu vit tá verandi í dalinum beint yvir av Bet-Peor." |
|
|