Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fimta Mósebók
Kapittul 27
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34
1 Síðani góvu Móses og hinir elstu í Ísrael fólkinum hetta boð: "Aktið eftir øllum boðunum, sum eg í dag áleggi tykkum!
2 Táið tit eru komin um Jordan, inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, skalt tú reisa tær stórar steinar og hvítta teir við kálki.
3 Á teir skalt tú, táið tú ert yvirum komin, skriva øll orðini í hesi lóg, so tú kanst koma inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, eitt land, ið flýtur í mjólk og hunangi - soleiðis sum HARRIN Gud fedra tína hevur lovað tær.
4 Við tað sama sum tit eru komin um Jordan, skulu tit á Ebalsfjalli reisa hesar steinar, sum eg í dag gevi tykkum boð um, og tú skalt hvítta teir við kálki.
5 Tú skalt har reisa HARRANUM Gudi tínum altar, altar av gróti, sum tú ikki mást seta nakað jarnamboð á;
6 av óhøgdum gróti skalt tú gera altar HARRANS Guds tíns, og tú skalt ofra HARRANUM Gudi tínum brennioffur á tí;
7 og tú skalt ofra takkoffur og halda máltíð har og vera glaður fyri ásjón HARRANS Guds tíns.
8 Á steinarnar skalt tú greitt og skilliga skriva øll orðini í hesi lóg."
9 Síðani talaðu Móses og hinir levitisku prestar við alt Ísrael og søgdu: "Ver stilt og hoyr, Ísrael! Í dag ert tú vorðið fólk HARRANS Guds tíns.
10 Hoyr tí rødd HARRANS Guds tíns og halt boð og lógir Hansara, sum eg í dag gevi tær!"
11 Sama dag gav Móses fólkinum hetta boð:
12 "Táið tit eru komin um Jordan, skulu hesir standa á Garizimsfjalli og signa fólkið: Símeon, Levi, Juda, Issakar, Jósef og Benjamin.
13 Og hesir skulu standa á Ebalsfjalli og lýsa bann: Ruben, Gad, Aser, Zebulon, Dan og Naftali.
14 Levitarnir skulu taka til orða og siga hart við hvønn mann í Ísrael:
15 "Bannaður veri tann maður, ið ger útskorna ella stoypta mynd, HARRANUM andstygd - handaverk smiðs - og reisir tað í loynd!" Og alt fólkið skal svara: "Amen!"
16 "Bannaður veri tann, ið vanvirðir faðir sín ella móður sína!" Og alt fólkið skal svara: "Amen!"
17 "Bannaður veri tann, ið flytur mark næsta síns!" Og alt fólkið skal svara: "Amen!"
18 "Bannaður veri tann, ið leiðir blindan av rættari leið!" Og alt fólkið skal svara: "Amen!"
19 "Bannaður veri tann, ið boyggir rætt hins fremmanda, hins faðirleysa og einkjunnar!" Og alt fólkið skal svara: "Amen!"
20 "Bannaður veri tann, ið liggur hjá konu faðirs síns, tí hann hevur lyft teppi faðirs síns!" Og alt fólkið skal svara: "Amen!"
21 "Bannaður veri tann, ið hevur við nakað kríatúr at gera!" Og alt fólkið skal svara: "Amen!"
22 "Bannaður veri tann, ið liggur hjá systur síni, dóttur faðir sín ella móður sína!" Og alt fólkið skal svara: "Amen!"
23 "Bannaður veri tann, ið liggur hjá vermóður síni!" Og alt fólkið skal svara: "Amen!"
24 "Bannaður veri tann, sum í loynd drepur næsta sín!" Og alt fólkið skal svara: "Amen!"
25 "Bannaður veri tann, ið letur seg keypa til at drepa ein sakleysan og úthella blóð hansara!" Og alt fólkið skal svara: "Amen!"
26 "Bannaður veri tann, ið heldur ikki orðini í hesi lóg og ger eftir teimum!" Og alt fólkið skal svara: "Amen!""