Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fimta Mósebók
Kapittul 21
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34
1 "Verður onkur funnin dripin úti á markini í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær at eiga, og eingin veit, hvør ið dripið hevur,
2 so skulu hinir elstu hjá tær og dómarar tínir fara út og mála, hvussu langt ið er frá hinum dripna til býirnar, ið liggja har rundanum.
3 Og hinir elstu í tí býnum, sum næstur er hinum dripna, skulu taka kvígu, ið ikki hevur verið nýtt at arbeiða við og ikki hevur borið ok;
4 við hesi kvígu skulu hinir elstu í býnum fara oman at eini á, sum aldri tornar upp, í dali, sum hvørki verður dýrkaður ella sáaður, og har við ánna skulu teir bróta háls kvígunnar.
5 So skulu prestarnir, synir Levi, stíga fram; tí teir hevur HARRIN Gud tín útvalt at tæna Sær og at signa í navni HARRANS, og eftir orði teirra skal ein og hvør træta og eitt og hvørt mál viðvíkjandi kropsmeini gerast av.
6 Og allir hinir elstu í tí býnum, sum næstur er hinum dripna, skulu vaska sær um hendurnar yvir kvíguni, sum teir hava hálsbrotið við ánna.
7 So skulu teir taka til orða og siga: "Hendur okkara hava ikki úthelt hetta blóð, og eygu okkara hava ikki sæð, hvør ið gjørdi tað.
8 Tak skyldina burt frá fólki Tínum, Ísrael, sum Tú hevur loyst út, HARRI, og lat ikki fólk Títt, Ísrael, koma at bøta fyri sakleyst blóð!" - So verður henda blóðskyld fyrigivin teimum.
9 Soleiðis fært tú sakleyst blóð burtur frá tær, og tær skal gangast væl - táið tú gert tað, sum beint er í eygum HARRANS.
10 Táið tú fert í bardaga móti fíggindum tínum, og HARRIN Gud tín gevur teir í hendur tínar, og tú hertekur nøkur av teimum
11 - fært tú tá millum fangarnar eyga á kvinnu, ið er vøkur at síggja, og tú verður góður við hana og hevur hug at taka hana til konu,
12 so skalt tú leiða hana inn í hús títt; og hon skal klippa hárið av sær, skera neglir sínar
13 og fara úr klæðunum, sum hon gekk í, táið hon varð hertikin; síðani skal hon verða í húsi tínum og syrgja faðir sín og móður sína ein heilan mánað; tá kanst tú fara inn til hennara og taka hana til ekta, so hon verður kona tín.
14 Men verður tú eftirsíðani ikki góður við hana longur, so skalt tú geva hana fría; tú mást ikki selja hana fyri pening; tú mást ikki fara við henni sum við trælkvinnu, við tað at tú hevur livað saman við henni.
15 Táið maður hevur tvær konur, eina, sum hann er góður við, og eina, sum hann forfjónar, og hann hevur fingið synir við báðum, bæði við henni, sum hann er góður við, og við henni, sum hann forfjónar, og hin frumborni er sonur ta forfjónaðu,
16 so skal hann, táið hann skiftir millum synir sínar tað, ið hann eigur, ikki hava loyvi at lata son hennara, sum hann er góður við, fáa frumburðarrættin fram um son hennara, sum hann forfjónar, hann, sum er hin frumborni.
17 Nei, hann skal kennast við hin frumborna, son hennara, sum hann forfjónar, og geva honum dupultan part av øllum, ið hann eigur; tí hann er frumgróður styrki hansara, honum hoyrir frumburðarrætturin til.
18 Táið ein hevur ólátaðan og treiskan son, sum ikki vil akta faðir sín og móður sína, og sum, hóast tey tykta hann, ikki fæst at vera teimum lýðin,
19 skulu faðir og móðir hansara taka hann og fara við honum til hinar elstu í býi hansara, út til portrið har;
20 og tey skulu siga við hinar elstu í býnum: "Hesin sonur okkara er ólátaður og treiskur, hann vil ikki akta okkum, hann spillir burtur og drekkur!"
21 So skulu allir menninir í býi hansara steina hann til deyða. - Soleiðis skalt tú beina burt hitt illa frá tær, og alt Ísrael skal hoyra tað og óttast.
22 Hevur ein gjørt slíkt misbrot, sum verður straffað við deyðanum, og hann verður tikin av døgum og hongdur á træ,
23 so má hin deyði kroppurin ikki verða hangandi á trænum náttina at enda; nei, tú skalt jarða hann sama dag; tí bannaður av Gudi er tann, ið hongdur verður, og tú mást ikki gera land títt óreint, tað, ið HARRIN Gud tín gevur tær at eiga."