Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fimta Mósebók
Kapittul 15
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34
1 "Sjeyndahvørt ár skalt tú lata vera eftirgevingarár.
2 Eftirgevingarárið skal haldast so: Ein og hvør, ið eigur nakað hjá næsta sínum, sum hann hevur lænt honum, skal geva honum tað eftir; hann skal ikki krevja næsta og bróður sín, táið eftirgevingarár er lýst fyri HARRANUM.
3 - Útlendingin kanst tú krevja; men tað, ið tú eigur hjá bróður tínum, skalt tú geva eftir.
4 - Men eingin fátækur verður hjá tær; tí HARRIN Gud tín skal ríkliga signa teg í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær í arv og ogn
5 - um tú bert hoyrir rødd HARRANS Guds tíns, so tú aktar væl eftir at halda øll hesi boð, sum eg í dag áleggi tær.
6 Tí HARRIN Gud tín skal signa teg, sum Hann hevur lovað tær; tú skalt læna mongum tjóðum, men sjálvur skalt tú ongum noyðast at læna frá, og tú skalt ráða yvir mongum tjóðum, men tær skulu ikki ráða yvir tær.
7 Táið ein fátækur er hjá tær, ein av brøðrum tínum í onkrum av býunum í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær, mást tú ikki vera harðhjartaður og lata hondina aftur fyri hinum fátæka bróður tínum;
8 nei, tú skalt lata hondina upp fyri honum og læna honum tað, ið honum fattast, og sum honum tørvar.
9 Varða teg, at ikki ljótur tanki kemur upp í hjarta tínum, so tú sigur: "Nú kemur skjótt sjeynda árið, eftirgevingarárið," og tú so hyggur við illum eygum á hin fátæka bróður tín og letur hann einki fáa! Tí hann fer tá at rópa til HARRAN undan tær, og tú fært synd á teg.
10 Av góðum huga skalt tú geva honum, og tað má ikki gera hjarta tínum ilt, táið tú gevur honum; tí so skal HARRIN Gud tín signa teg í øllum arbeiði tínum og í øllum, sum tú fert undir at gera.
11 Tí fátæk koma altíð at vera í landinum; tí gevi eg tær hetta boð: Tú skalt lata upp hondina fyri bróður tínum, fyri hinum treingjandi og fátæka, ið tú hevur í landi tínum.
12 Táið onkur av fólki tínum - hebraiskur maður ella hebraisk kvinna - verður seldur tær, skal hann tæna hjá tær í seks ár, men sjeynda árið skalt tú geva hann frían, so hann kann fara, hvar hann vil.
13 Táið tú gevur hann frían, skalt tú ikki lata hann fara tómhentan frá tær;
14 nei, tú skalt lata hann fáa ríkligt við sær av smáfæi tínum, av treskiplássi tínum og úr vínpersu tíni; av tí, ið HARRIN Gud tín hevur signað teg við, skalt tú geva honum.
15 Tú skalt minnast, at tú hevur sjálvur verið trælur í Egyptalandi, og at HARRIN Gud tín fríaði teg út; tí gevi eg tær hetta boð.
16 Men sigur hann við teg: "Eg havi ikki hug at fara frá tær" - tí hann hevur tað gott hjá tær og er góður við teg og tíni -
17 so skalt tú taka sýl og stinga hann gjøgnum oyra hansara inn í dyrnar; so skal hann vera trælur tín við alla. Á sama hátt skalt tú gera við trælkvinnu tína.
18 - Lat ikki falla tær tungt at geva hann frían og lata hann fara frá tær! Tí í seks ár hevur hann tænt hjá tær, og daglønt fólk høvdu kostað tær dupult so mikið - og HARRIN Gud tín skal signa teg í øllum, sum tú gert.
19 Alt frumborið av hannslagi, sum kýr tínar kálva, og smáfæ títt lembir, skalt tú halga HARRANUM Gudi tínum; tú skalt ikki nýta hitt frumborna undan kúm tínum at arbeiða við, og tú mást ikki klippa ullina av hinum frumborna undan smáfæi tínum.
20 Fyri ásjón HARRANS Guds tíns skulu tú og hús títt á hvørjum ári eta tað á staðnum, sum HARRIN útvelur.
21 Men er nakað lýti á tí - er tað lamið ella blint, ella hevur tað nakað annað ringt lýti - so skalt tú ikki ofra tað til HARRAN Gud tín.
22 Heima í býum tínum kanst tú eta tað; bæði hin óreini og hin reini kunnu eta tað, sum tað høvdu verið skógargeitir ella hjørtir.
23 Men blóðið mást tú ikki eta; tú skalt lata tað renna út á jørðina sum vatn."