Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fimta Mósebók
Kapittul 32
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34
1 "Lurtið, tit Himlar, eg skal tala, og lat jørðina hoyra orð muns míns!
2 Læra mín streymi sum regnið, orð mítt flóti sum døggin, sum regnskúrir á grønar nálir, sum æl á urtir og gras!
3 Tí navn HARRANS skal eg kunngera - gevið Gudi okkara dýrd!
4 Kletturin - fullkomið er verk Hansara; tí allir vegir Hansara eru rættferð! Trúfastur og svikaleysur Gud, rættvísur og sannorðaður er Hann!
5 Man Hann hava ført oyðing yvir fólk Sítt! Nei, børn Hansara, teirra er skommin - rangvørg og svikafull ætt!
6 Løna tit HARRANUM so, tú fólk av dárum og býttlingum! Er Hann ikki faðir tín, sum skapti teg, sum skapti teg og myndaði teg!
7 Minst dagarnar í forðum, hugsa um ár farna ætta! Spyr faðir tín - hann skal kunngera tær tað, hinar gomlu hjá tær - teir skulu siga tær tað!
8 Táið hin Hægsti skifti ogn millum fólkini, táið Hann setti mark millum menniskjabørnini, setti Hann landamark tjóðanna eftir tali Ísraels sona.
9 Tí lutur HARRANS er fólk Hansara, Jákup er arvalutur Hansara.
10 Hann fann hann í oyðilandi, har óbygt var, har dýrini í oyðimørkini ýldu; Hann gjørdist vernd hansara, Hann vakti yvir honum, Hann varðveitti hann sum eygnastein Sín.
11 Sum ørnin vekur reiður sítt og sveimar yvir ungum sínum, soleiðis breiddi Hann út veingir Sínar, tók hann upp og bar hann á flogfjaðrum Sínum.
12 Tað var HARRIN eina, ið leiddi hann, eingin fremmandur gudur var við Honum.
13 Hann førdi hann fram yvir hæddir landsins og læt hann njóta grøði akursins; Hann læt hann súgva hunang úr klettinum, olju úr harðasta steini.
14 Hann fostraði hann við róma undan kúm og mjólk undan óm, við tí feita av lombum og veðrum, av tarvum úr Basan og bukkum, við feitasta mergi hveitinnar; og av vínberjablóði drakst tú vín.
15 Tá varð Jesurun feitur og sparkaði aftur undan sær, tú vart hyldligur, tjúkkur og feitur. - Tá vendi hann Gudi, skapara sínum, bakið og vanvirdi frelsuklett sín.
16 Tey vaktu vreiði Hansara við fremmandum gudum; við viðurstyggiligum avgudum eggjaðu tey Hann til vreiði.
17 Tey ofraðu til illar andar, sum ikki eru Gud, til gudar, ið tey ikki kendu, til nýggjar, sum nýliga vóru uppkomnir, og sum fedrar tykkara ikki óttaðust.
18 Klettin, upphav títt, Hann legði tú einki í; tú gloymdi Gud, sum hevði givið tær lívið!
19 Táið HARRIN sá hetta, vrakaði Hann tey; tí Hann varð vreiður við synir og døtur Sínar.
20 Hann segði: "Eg skal fjala andlit Mítt fyri teimum, Eg skal síggja, hvat endi teirra verður; tí rangvørg ætt eru tey, børn, sum eingin trúskapur er í.
21 Tey vaktu vreiði Mína við tí, sum ikki er Gud; við tómu avgudum sínum eggjaðu tey Meg til vreiði; Eg skal eisini vekja vreiði teirra við tí, sum ikki er eitt fólk; við dáratjóð skal Eg eggja tey til vreiði.
22 Tí eldur er farin at loga í vreiði Míni og brennur niður í djúpasta deyðaríki; hann oyðir landið av og grøði tess og setur eld á grundvøllir fjallanna.
23 Eg skal dunga vanlukkur oman yvir tey; allar pílarnar, ið Eg havi, skal Eg nýta móti teimum.
24 Tey skulu verða sogin út av svongd og tærd upp av brennandi fepri og eitrandi sótt; villdýratenn skal Eg senda móti teimum og eitur úr orminum, sum í dustinum skríður.
25 Svørðið skal herja tey uttanfyri, og ræðslan inni í húsinum - bæði unglingar og moyggjar, bæði bróstabørn og gráhærdar menn.
26 Eg hevði sagt: "Eg skal blása tey burt, Eg skal gera enda á minninum um tey millum menniskjuni!"
27 - um Eg ikki hevði óttast fyri, at fíggindarnir skuldu ganga Mær ov nær, at mótstøðumenn teirra skuldu leggja tað øðrvísi út og siga: "Tað var hond okkara, ið var so sterk, tað var ikki HARRIN, sum gjørdi alt hetta!"
28 Tí tey eru ráðleys tjóð; vit er ikki í teimum.
29 Vóru tey vís, so høvdu tey skilt hetta, dugað at sæð, hvat endin varð av teimum.
30 Hvussu kundi ein jagstra túsund, og tveir fáa tíggjutúsund at halda undan, um ikki klettur teirra hevði selt teir, og HARRIN givið teir yvir!
31 Tí klettur teirra er ikki sum klettur okkara - tað kunnu fíggindar okkara sjálvir vitna!
32 Víntræ teirra er av víntræi Sodoma og av markum Gomorra; vínber teirra eru eiturvínber, beisk eru vínberjatyssini.
33 Vín teirra er brennandi drekaeitur og øgiligt ormaeitur.
34 Er ikki hetta goymt hjá Mær, innsiglað í goymslum Mínum!
35 Mær hoyrir hevnd og endurgjald til, tann dag fótur teirra ekur; tí undirgangsdagur teirra stundar til, og skjótt kemur tað, ið bíðar teimum."
36 Tí HARRIN skal fáa fólki Sínum rætt, og Honum skal tykjast synd í tænarum Sínum, táið Hann sær, at megi teirra er brotin, og at tað er úti við bæði stórum og smáum.
37 Tá skal Hann spyrja: "Hvar eru nú gudar teirra, kletturin, ið teir litu á!
38 Hvar eru teir, ið ótu fiti sláturofra teirra og drukku drykkjuoffurvín teirra! Reisi teir seg nú og hjálpi tykkum, veri teir tykkum nú vernd!
39 Nú síggja tit, at Eg eri Hann - at eingin Gud er uttan Eg! Eg deyði, og Eg geri livandi, Eg særi, og Eg grøði, og eingin er, sum frelsir av hond Míni.
40 Tí Eg lyfti hond Míni mót himli og sigi: So satt sum Eg livi í allar ævir -
41 táið Eg hvessi skyggjandi svørð Mítt, og hond Mín tekur at døma, skal Eg lata hevnd koma yvir fíggindar Mínar og løna teimum, ið hata Meg!
42 Eg skal gera pílar Mínar druknar av blóði - og svørð Mítt skal eta kjøt - av blóði falna og hertikna, av høvdum høvdinga fíggindans!"
43 Prísið fólki Hansara, tit fólkasløg! Tí Hann hevnir blóð tænara Sína; Hann letur koma hevnd yvir fíggindar Sínar og ger bót fyri land Sítt, fyri fólk Sítt."
44 Móses kom tá og bar fólkinum fram allan henda song, hann og Hosea, sonur Nun.
45 Táið Móses var liðugur at tala øll hesi orð til alt Ísrael,
46 segði hann við tey: "Leggið tykkum í huga øll orðini, sum eg í dag geri til vitni móti tykkum, so tit kunnu geva børnum tykkara boð um tey, at tey skulu halda øll orðini í hesi lóg og gera eftir teimum!
47 Tí hetta er ikki tómt orð, sum ikki kemur tykkum við - nei, hetta er lív tykkara, og við hesum orði skulu tit liva leingi í landinum, sum tit nú fara inn í og skulu taka í ogn, táið tit eru farin um Jordan!"
48 Henda sama dag talaði HARRIN við Móses og segði:
49 "Far niðan higar á Abarimsfjall, Nebofjall í Móabslandi, beint yvir av Jeriko, og hygg út yvir Kána’ansland, sum Eg gevi Ísraelsmonnum í ogn!
50 So skalt tú doyggja har á fjallinum, ið tú fert niðan á, og savnast til fedrar tínar, eins og Áron, bróðir tín, doyði á Horsfjalli og varð savnaður til fedrar sínar
51 - aftur fyri at tit syndaðu móti Mær millum Ísraelsmenn við Meribavatn við Kades í Zinsoyðimørk og halgaðu Meg ikki millum Ísraelsmenn.
52 Tú skalt fáa landið at síggja beint yvir av tær, men tú skalt ikki koma inn í landið, sum Eg gevi Ísraelsmonnum!"