Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fimta Mósebók
Kapittul 10
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34
1 "Um hesa tíðina segði HARRIN við meg: "Høgg tær tvær steintalvur, líka vorðnar sum hinar fyrru, og kom niðan á fjallið til Mín! Ger tær eisini ørk av viði!
2 So skal Eg skriva á talvurnar orðini, ið stóðu á hinum fyrru talvunum, teimum, ið tú breytst sundur; og tú skalt leggja tær í ørkina."
3 Eg gjørdi tá ørk av akasiuviði og høgdi tvær steintalvur, líka vorðnar sum hinar fyrru; síðani fór eg niðan á fjallið við talvunum báðum í hondini.
4 Hann skrivaði á talvurnar tað sama, ið skrivað hevði verið hina fyrru ferðina, tey tíggju orðini, ið HARRIN hevði talað til tykkara á fjallinum mitt út úr eldinum, tann dagin tit vóru savnað har. Og HARRIN fekk mær tær.
5 Síðani vendi eg mær og fór oman av fjallinum og legði talvurnar í ørkina, sum eg hevði gjørt; og har vórðu tær liggjandi - soleiðis sum HARRIN hevði álagt mær.
6 So fóru Ísraelsmenn úr Be’erot-Bene-Ja’akan og komu til Mosera; har doyði Áron, og har varð hann jarðaður, og sonur hansara Eleazar varð prestur í stað hansara.
7 Haðani fóru tey til Gudgoda, og úr Gudgoda til Jotbata, land við mongum løkjum.
8 Um hesa tíðina skilti HARRIN ætt Levi frá til at bera sáttmálaørk HARRANS og til at standa fyri ásjón HARRANS og tæna Honum og signa í navni Hansara - sum teir hava gjørt til henda dag.
9 Tí fekk Levi hvørki part ella arvalut saman við brøðrum sínum; HARRIN er arvur hansara - so sum HARRIN Gud tín hevur sagt við hann.
10 Eg varð tá verandi á fjallinum eins og hina fyrru ferðina fjøruti dagar og fjøruti nætur; og HARRIN hoyrdi meg hesa ferð við, HARRIN vildi ikki gera enda á tær.
11 Nú segði HARRIN við meg: "Reis teg og far avstað og halt fram á odda hjá fólkinum, so tey kunnu koma inn í landið, sum Eg við eiði havi lovað fedrum teirra at geva teimum, og taka tað í ogn!"
12 - Og nú, Ísrael! Hvat annað krevur HARRIN Gud tín av tær, enn at tú skalt óttast HARRAN Gud tín og ganga allar leiðir Hansara, elska Hann og tæna HARRANUM Gudi tínum av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni,
13 so tú aktar eftir boðum HARRANS og lógum Hansara, sum eg í dag áleggi tær - fyri at tær kann gangast væl!
14 Tú veitst, at HARRIN Gud tín eigur himmalin og Himlar Himlanna, jørðina og alt tað, ið henni er á.
15 Men bert á fedrar tínar legði HARRIN kærleik Sín, so Hann elskaði teir; og Hann útvaldi tykkum, eftirkomarar teirra, fram um øll onnur fólk - soleiðis sum í dag sæst.
16 Umskerið tí nú yvirhúð hjarta tykkara og verið ikki harðvunnin longur!
17 Tí HARRIN Gud tykkara, Hann er Gud gudanna og Harri harranna, hin stóri, veldigi, øgiligi Gud, sum ikki ger mannamun og ikki letur Seg keypa,
18 sum hjálpir hinum faðirleysa og einkjuni at fáa rætt, og sum elskar hin fremmanda, so Hann gevur honum føði og klæði.
19 Tit skulu tí eisini vera góð við hin fremmanda; tit hava jú sjálv verið fremmand í Egyptalandi.
20 HARRAN Gud tín skalt tú óttast, Honum skalt tú tæna, til Hansara skalt tú halda teg, og um navn Hansara skalt tú svørja.
21 Hann er lovsongur tín, og Hann er Gud tín, Hann, sum hevur gjørt fyri teg alt hetta stóra og øgiliga, sum tú við egnum eygum hevur sæð.
22 Sjeyti í tali fóru fedrar tínir til Egyptalands, og nú hevur HARRIN Gud tín gjørt tykkum so mong í tali sum stjørnurnar á himli!"