Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fimta Mósebók
Kapittul 19
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34
1 "Táið HARRIN Gud tín hevur týnt øll fólkini í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær, og tú hevur rikið tey burt og hevur búsett teg í býum og húsum teirra,
2 skalt tú skilja frá tríggjar býir í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær at eiga.
3 Tú skalt seta vegirnar til teirra í góðan stand; og tú skalt skifta alt landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, í tríggjar partar, so at ein og hvør manndrápari kann flýggja hagar.
4 Undir hesum korum skal manndrápari kunna flýggja hagar og bjarga lívinum: Táið onkur av misgáum drepur næsta sín og uttan at hava hatað hann frammanundan
5 - sum táið ein fer við næsta sínum út í skógin at høgga við, og hann reiggjar øksina til at fella eitt træ, men øksin loypur av skaftinum og rakar næsta hansara, so hann doyr - tá kann hann flýggja til ein av hesum býum og bjarga lívinum.
6 Tí blóðhevnarin kundi annars í brennandi vreiði síni elt manndráparan og - um vegurin var ov langur - fingið hann aftur og dripið hann, tóat hann var ikki sekur at doyggja, við tað at hann hevði ikki borið hatur til hansara frammanundan.
7 Tí gevi eg tær hetta boð: Tú skalt skilja tríggjar býir frá.
8 Og táið HARRIN Gud tín veksur um land títt - soleiðis sum Hann við eiði hevur lovað fedrum tínum - og Hann gevur tær alt landið, ið Hann segði, at Hann skuldi geva fedrum tínum
9 - við tað at tú aktar væl eftir at halda øll hesi boð, sum eg í dag gevi tær, so tú elskar HARRAN Gud tín og allar dagar gongur leiðir Hansara - tá skalt tú leggja uppaftur tríggjar býir aftrat hinum trimum,
10 so sakleyst blóð skal ikki renna í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær í arv, og blóðskyld soleiðis koma at hvíla á tær.
11 Men táið maður hatar næsta sín og lúrir eftir honum, leggur á hann og slær hann, so hann doyr, og hann so flýggjar til ein av hesum býum,
12 tá skulu teir elstu í býi hansara senda boð og taka hann haðani og geva hann í hendur blóðhevnarans, og hann skal lata lív.
13 Tú mást ikki spara hann, nei, tú skalt reinsa Ísrael fyri sakleyst blóð - so tær kann gangast væl.
14 Tú mást ikki flyta markaskjal næsta tíns, tað, sum teir gomlu hava sett á jørðini, ið tú skalt fáa í arvalut í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær í ogn.
15 Ikki má bert eitt vitni stíga fram móti manni, táið tað viðvíkur nakrari misgerð ella synd - tað veri nú hvør synd, ið tað vera vil, ið hann hevur gjørt; eftir tí, sum tvey ella trý vitni siga, skal mál gerast av.
16 Táið órættvíst vitni stígur fram móti onkrum og vitnar móti honum um misbrot,
17 skulu báðir teir, ið hava mál hvør við annan, stíga fram fyri ásjón HARRANS, fyri prestarnar og dómararnar, ið tá eru;
18 og dómararnir skulu granska málið gjølla; er tá vitnið lygivitni, hevur hann vitnað rangt móti bróður sínum,
19 so skulu tit gera við hann, sum hann hevði ætlað at gera við bróður sín. Soleiðis skalt tú beina burt hitt ónda frá tær -
20 so hini kunnu fáa tað at hoyra og óttast, so tey gera ikki slíka illgerð uppaftur millum tykkara.
21 Tú mást ongan spara: Lív fyri lív, eyga fyri eyga, tonn fyri tonn, hond fyri hond, fót fyri fót!"