Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fimta Mósebók
Kapittul 1
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34
1 Hetta eru orðini, ið Móses talaði við alt Ísrael hinumegin Jordan, í oyðimørkini, á slættlendinum beint yvir av Suf, millum Paran og Tofel, Laban, Hazerot og Di-Zahab,
2 ellivu dagsferðir frá Horeb - roknað eftir vegnum, ið gongur um Se’irsfjøll til Kades-Barnea.
3 Tað var fjørutinda árið, tann fyrsta í ellivta mánaði, at Móses talaði við Ísraelsmenn og bar fram alt tað, ið HARRIN hevði álagt honum at tala við teir -
4 eftir at hann hevði vunnið á Sihon amoritakongi, sum búði í Hesbon, og við Edre’i vunnið á Og kongi í Basan, sum búði í Astarot.
5 Hinumegin Jordan, í Móabslandi, fór Móses undir at útleggja hesa lóg og segði:
6 "HARRIN Gud okkara talaði við okkum við Horeb og segði: "Nú hava tit nóg leingi steðgað við hetta fjall.
7 Farið nú avstað og takið leiðina til Amoritafjøll og til øll grannafólk teirra á slættlendinum, í fjallalandinum, í láglendinum, í Suðurlandinum og úti við havið - til land Kána’anita og til Libanon, líka at Stórá, ánni Eufrat!
8 Eg havi givið landið í vald tykkara; farið avstað og takið landið, ið HARRIN við eiði hevur lovað fedrum tykkara, Ábrahami, Ísaki og Jákupi, at geva teimum og avkomi teirra eftir teir!"
9 Tá segði eg við tykkum: "Eg eri ikki mentur at bera tykkum einsamallur.
10 HARRIN Gud tykkara hevur gjørt tykkum mong í tali, so at tit í dag eru so mong sum stjørnurnar á himli -
11 hevði bert HARRIN Gud fedra tykkara gjørt tykkum túsund ferðir so mong, sum tit eru, og signað tykkum, sum Hann hevur lovað tykkum!
12 Men hvussu skal eg einsamallur kunna bera tyngdina og byrðina av tykkum og allar trætur tykkara!
13 Veljið tí vísar, vitigar og royndar menn av hvørji ætt tykkara! Teir skal eg so seta til høvdingar yvir tykkum."
14 Tit svaraðu mær: "Tað er bæði rætt og gott, tað, ið tú sigur!"
15 So tók eg ættarhøvdingar tykkara, vísar og royndar menn, og setti teir til høvdingar yvir tykkum - summar yvir túsund, summar yvir hundrað, summar yvir fimti og summar yvir tíggju - og til umsjónarmenn yvir ættum tykkara.
16 Ta ferðina gav eg eisini dómarum tykkara hetta boð: "Hoyrið sakirnar, ið brøður tykkara hava sín ámillum, og hevur onkur søk við bróður sín ella við ein fremmandan, ið hjá honum býr, so dømið rættvíst millum teirra!
17 Tit mugu ikki gera mannamun, táið tit døma! Tann, ið lítið hevur at týða, skulu tit hoyra líka væl sum hin mæta; tit skulu ongan óttast, tí dómurin hoyrir Gudi til. Men er ein søk tykkum ov torfør, skulu tit bera hana fram fyri meg; so skal eg hoyra hana."
18 Ta ferðina gav eg tykkum eisini boð um alt, ið tit skuldu gera.
19 Síðani fóru vit frá Horeb og ferðaðust gjøgnum alla hina stóru, ræðuligu oyðimørk, ið tit hava sæð, leiðina til fjallaland Amorita - soleiðis sum HARRIN Gud okkara hevði álagt okkum; og vit komu til Kades-Barnea.
20 Tá segði eg við tykkum: "Nú eru tit komin til Amoritafjøll, sum HARRIN Gud okkara fer at geva okkum.
21 Sært tú, HARRIN Gud tín hevur givið landið í hendur tínar - far hagar og tak tað, soleiðis sum HARRIN Gud fedra tína hevur sagt við teg! Óttast ikki og ræðst ikki!"
22 Tá komu tit allir til mín og søgdu: "Lat okkum senda menn undan okkum, so teir kunnu kanna landið fyri okkum og lata okkum fáa at vita, hvørja leið vit skulu fara hagar, og um býirnar, ið vit koma til!"
23 Hetta dámdi mær væl, og eg tók tólv menn millum tykkara, ein fyri hvørja ætt.
24 Teir fóru avstað og fóru niðan í fjøllini og komu í Eskoldal. Teir kannaðu landið
25 og tóku nakað av ávøkstinum, ið har var, og høvdu hann við sær aftur til okkara. Og teir bóru okkum tíðindi og søgdu: "Landið, ið HARRIN Gud okkara fer at geva okkum, er gott land!"
26 Men tit vildu ikki fara hagar; tit vóru orði HARRANS Guds tykkara ólýðin.
27 Tit góvu ilt av tykkum í tjøldum tykkara og søgdu: "HARRIN hatar okkum; tí hevur Hann leitt okkum út av Egyptalandi og ætlar at geva okkum í hendur Amorita, so vit ganga til grundar!
28 Hvar er tað so, vit skulu fara? - Brøður okkara hava tikið mótið frá okkum við at siga: "Tað er eitt fólk, sum er størri og hægri enn vit, og tey hava stórar býir við múrum líka upp til himmals - ja, vit sóu eisini Anakitar har!""
29 Men eg segði við tykkum: "Latið tykkum ikki ræða, og óttist ikki fyri teimum!
30 HARRIN Gud tykkara, sum undan tykkum gongur, Hann skal berjast fyri tykkum, soleiðis sum tit sóu, at Hann gjørdi fyri tykkum í Egyptalandi
31 - og í oyðimørkini, har sum tú sást, at HARRIN Gud tín bar teg, eins og maður ber barn sítt, allan vegin tit hava ferðast, líka inntil tit komu higar!"
32 Men kortini trúðu tit ikki á HARRAN Gud tykkara,
33 Hann, sum gekk undan tykkum á leiðini at leita tykkum eftir staði at reisa tjøldini á - um náttina í eldi, so tit skuldu síggja vegin, ið tit skuldu ganga, og um dagin í skýggi.
34 Táið HARRIN hoyrdi orð tykkara, varð Hann vreiður og svór:
35 "Ikki so mikið sum ein av hesum monnum, av hesum ónda ættarliði, skal síggja hitt góða land, ið Eg við eiði havi lovað at geva fedrum tykkara -
36 eingin uttan Kaleb, sonur Jefunne; hann skal fáa tað at síggja; honum og børnum hansara skal Eg geva landið, ið fótur hansara hevur stigið á - aftur fyri at hann trúliga hevur fylgt HARRANUM eftir!"
37 Eisini meg varð HARRIN illur við fyri tykkara skuld og segði: "Heldur ikki tú skalt koma inn hagar!
38 Josva, sonur Nun, hann, ið gongur tær til handa, skal koma inn hagar; set mót í hann, tí hann skal skifta tað í arv millum Ísrael!
39 Smábørn tykkara, sum tit søgdu, fóru at falla í fíggindahond - børn tykkara, sum í dag ikki duga at gera mun á góðum og illum - tey skulu koma inn hagar, teimum skal Eg geva tað, tey skulu taka tað í ogn.
40 Men vendið tit við og farið út í oyðimørkina, leiðina til Reyðahavs!"
41 Tá svaraðu tit mær: "Vit hava syndað móti HARRANUM; nú skulu vit fara hagar í bardaga, soleiðis sum HARRIN Gud okkara hevur givið okkum boð um!" - Og tit gyrdu tykkum allir við vápnum tykkara; tit hildu vera lítið fyri at leggja niðan í fjøllini.
42 Men HARRIN segði við meg: "Sig við teir: "Tit mugu ikki fara hagar og ikki geva tykkum í bardaga, tí Eg eri ikki við tykkum; tit koma bert at lúta fyri fíggindum tykkara!""
43 Eg segði hetta við tykkum, men tit lurtaðu ikki eftir mær; tit vóru orði HARRANS ólýdnir og løgdu í hugmóði tykkara niðan í fjøllini.
44 Tá hildu Amoritar, sum har í fjøllunum búðu, ímóti tykkum, og teir jagstraðu tykkum sum flokkur av býflugum, vunnu á tykkum og spjaddu tykkum sundur í Se’ir og róku tykkum líka til Horma.
45 Táið tit so komu aftur, grótu tit fyri ásjón HARRANS; men HARRIN hoyrdi ikki bønir tykkara og lurtaði ikki eftir tykkum.
46 Og so vórðu tit verandi í Kades, alla ta longu tíð tit vóru har."