Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fimta Mósebók
Kapittul 14
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34
1 "Tit eru børn HARRANS Guds tykkara - tit mugu ikki skera merki á tykkum og ikki raka tykkum skallut yvir pannuni fyri ein deyðan.
2 Tí tú ert fólk, ið er halgað HARRANUM Gudi tínum, og teg hevur HARRIN útvalt úr øllum fólkunum, ið á jørðini eru, til at vera ognarfólk Sítt.
3 Tú mást einki eta, sum er andstygd.
4 Hetta eru tey fýrføttu dýr, ið tit kunnu eta: Neyt, seyð, geitir,
5 hjørtir, skógargeitir, dádýr, steingeitir, fjallageitir, antilopur og gemsur.
6 Øll fýrføtt dýr, ið kleyvar hava, klovnar heilt niðan, og sum jótra, kunnu tit eta.
7 Men hesi mugu tit ikki eta av teimum, ið jótra, og av teimum, ið kleyvar hava, klovnar heilt niðan: Kamelin, haruna og fjallagrevlingin, tí víst jótra tey, men tey hava ikki kleyvar - tey skulu vera tykkum órein -
8 og svínið, tí víst hevur tað kleyvar, men tað jótrar ikki - tað skal vera tykkum óreint. Kjøtið av hesum dýrum mugu tit ikki eta, og eru tey deyð, mugu tit ikki nema við tey.
9 Av øllum tí, sum í vatninum livir, kunnu tit eta hetta: Alt tað, ið hevur fjaðrar og roðslu, kunnu tit eta.
10 Men einki, sum ikki hevur fjaðrar og roðslu, mugu tit eta - tað skal vera tykkum óreint.
11 Allar reinar fuglar kunnu tit eta.
12 Men hesar fuglar mugu tit ikki eta: Ørnina, gripin, sjóørnina,
13 glentuna, øll falkasløg,
14 øll ravnasløg,
15 strutsin, geykin, másan, øll heykasløg,
16 ugluna, náttugluna, tinsemetfuglin,
17 pelikanin, rægripin, súluna,
18 storkin, øll hegrasløg, herfuglin og flogmúsina.
19 Øll skriðdýr, ið veingir hava, skulu vera tykkum órein; tey mugu tit ikki eta.
20 Men alt reint, ið flýgur, kunnu tit eta.
21 Tit mugu einki sjálvdeytt dýr eta. Hinum fremmanda, ið hjá tær býr, honum kanst tú geva tað, hann kann eta tað - ella tú kanst selja útlendingi tað. Tí tú ert fólk, ið er halgað HARRANUM Gudi tínum. Tú mást ikki kóka geitarlamb í mjólkini undan móður tess.
22 Tú skalt geva tíggjund av allari grøði tíni, av øllum tí, sum á markini veksur, ár eftir ár.
23 Og fyri ásjón HARRANS Guds tíns, á staðnum, ið Hann útvelur til at lata navn Sítt búgva har, skalt tú eta tíggjundina av korni tínum, víni tínum og olju tíni og tað frumborna undan neytum og smáfæi tínum - so tú kanst læra at óttast HARRAN Gud tín allar dagar.
24 Men er vegurin tær ov langur, so tú fært ikki komið hagar við tí, av tí at staðið, ið HARRIN Gud tín útvelur til at lata navn Sítt búgva har, er so langt burtur frá tær - og HARRIN Gud tín hevur ríkliga signað teg -
25 so skalt tú selja tað og knýta peningin saman og hava hann við tær til staðið, ið HARRIN Gud tín útvelur.
26 Fyri henda pening skalt tú so keypa alt tað, ið teg lystir: Neyt, smáfæ, vín og sterkan drykk og alt tað, ið hjarta títt lystir; og tú skalt njóta tað har fyri ásjón HARRANS Guds tíns og vera glaður, tú og hús títt.
27 Levitin, ið hjá tær býr, mást tú ikki gloyma; tí hann hevur hvørki lut ella arv saman við tær.
28 Triðjahvørt ár skalt tú taka alla tíggjundina av allari grøði tíni tað árið og savna hana saman í býum tínum,
29 so at Leviturin - sum jú hvørki hevur lut ella arv saman við tær - kann koma, hann og hin fremmandi, hin faðirleysi og einkjan, sum hjá tær búgva, og eta seg mett. Tá skal HARRIN Gud tín signa teg í øllum arbeiði, sum tú fert undir."