Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fimta Mósebók
Kapittul 7
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34
1 "Táið HARRIN Gud tín hevur leitt teg inn í landið, sum tú nú fert inn í og skalt taka í ogn, og Hann rekur út fyri tær mong fólkasløg - Hetitar, Girgasitar, Amoritar, Kána’anitar, Perizitar, Hevitar og Jebusitar, sjey fólk, sum eru størri og sterkari enn tú -
2 táið HARRIN Gud tín gevur tey í hendur tínar, so tú vinnur á teimum, skalt tú sláa tey við banni; tú mást ikki gera sáttmála við tey og ikki vísa teimum náði.
3 Tú mást ikki ganga í svágarskap við tey; tú mást ikki geva sonum teirra døtur tínar og ikki taka sonum tínum døtur teirra til konur;
4 tí so fáa tær synir tínar at víkja burtur frá Mær, so teir dýrka aðrar gudar, og tá fer vreiði HARRANS at tendrast móti tykkum, so Hann ger enda á tykkum, og tað skjótt.
5 Nei, soleiðis skulu tit gera við tey: Altar teirra skulu tit ríva niður, minnissteinar teirra skulu tit bróta sundur, Asjerur teirra skulu tit høgga niður, og skurðgudamyndir teirra skulu tit brenna.
6 Tí tú ert eitt fólk, ið er HARRANUM Gudi tínum halgað; teg hevur HARRIN Gud tín útvalt at vera ognarfólk Sítt fram um øll fólk á jørðini.
7 Ikki fyri tað at tit vóru størri enn øll onnur fólk, legði HARRIN kærleik Sín á tykkum, so Hann valdi tykkum út; tí tit eru hitt minsta av øllum fólkum;
8 nei, tað var, tí HARRIN elskaði tykkum, og tí Hann vildi halda eiðin, ið Hann hevði svorið fedrum tykkara; tí leiddi HARRIN tykkum út við sterkari hond og loysti teg úr trælahúsinum, úr hondum Faraos egyptakongs.
9 Tú skalt tí nú vita, at HARRIN Gud tín, Hann er Gud, hin trúfasti Gud, sum í túsund ættarlið heldur fast við sáttmála Sín og miskunn Sína móti teimum, ið elska Hann og halda boð Hansara,
10 men sum lønir teimum aftur, ið hata Hann, so Hann forkemur teimum; Hann drálar ikki við teimum, ið hata Hann, men lønir teimum og sparir ikki.
11 Tí mást tú akta væl eftir boðnum, lógunum og fyriskipanunum, sum eg í dag áleggi tær at halda.
12 Táið tit nú hoyra hesi boð og akta eftir teimum og halda tey, skal HARRIN Gud tín halda fast við sáttmála Sín og náði Sína - tað, ið Hann við eiði lovaði fedrum tínum.
13 Hann skal elska teg, signa teg og lata teg nørast; Hann skal signa lívsfrukt tína og ávøkst lands tíns - korn títt, vín títt og olju tína - tað, ið kýr tínar kálva, og tað, ið smáfæ títt lembir - í landinum, sum Hann við eiði hevur lovað fedrum tínum at geva tær.
14 Signað skalt tú vera fram um øll onnur fólk; eingin skal vera ófruktbarur hjá tær, hvørki maður ella kvinna, ei heldur fæ títt.
15 HARRIN skal halda alla sjúku burtur frá tær; onga av óndu sjúkum Egyptalands, sum tú kennir, skal Hann leggja á teg - nei, Hann skal leggja tær á øll tey, ið hata teg.
16 Øll fólkini, ið HARRIN Gud tín gevur í hendur tínar, skalt tú týna - tú mást ikki spara tey. Tú mást ikki dýrka gudar teirra, tí tað verður tær snerra.
17 Men hugsar tú sum so: "Hesi fólk eru størri enn eg - hvussu skal eg vera mentur at reka tey út!"
18 - so ræðst tey ikki, men minst tað, ið HARRIN Gud tín gjørdi við Farao og allar Egyptar,
19 hinar stóru plágur, ið tú sást fyri eygum tínum, tekinini og undrini, hina sterku hond og hin útrætta arm, ið HARRIN Gud tín leiddi teg út við! - Sama skal HARRIN Gud tín gera við øll fólkini, ið tú ræðist.
20 Haraftrat skal HARRIN Gud tín senda hvepsar ímóti teimum, inntil øll tey eru týnd, sum eftir eru og hava fjalt seg fyri tær.
21 Ver ikki ræddur fyri teimum, tí HARRIN Gud tín er við tær, stórur og øgiligur Gud!
22 So við og við skal HARRIN Gud tín reka hesi fólk út fyri tær; tú skalt ikki vera mentur at gera enda á teimum í bræði, tí so høvdu villdýrini verðið tær ov mong.
23 Men HARRIN Gud tín skal geva tey í hendur tínar; Hann skal sláa tey við miklari ræðslu, inntil tey eru týnd.
24 Hann skal geva kongar teirra í hendur tínar, og tú skalt oyða navn teirra undir himli; eingin skal kunna standa seg móti tær, inntil tú hevur gjørt enda á teimum.
25 Gudamyndir teirra skulu tit brenna; tú mást ikki girnast silvurið og gullið, ið á teimum er, ella taka tær tað; tað verður tær snerra, tí tað er HARRANUM Gudi tínum andstygd,
26 og tú mást onga andstygd lata koma inn í hús títt, so tú verður sligin við banni sum hon; hon skal bjóða tær ímóti, og tú skalt rokna hana fyri andstygd, tí hon er sligin við banni."