Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fimta Mósebók
Kapittul 9
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34
1 "Hoyr, Ísrael! Tú fert nú um Jordan og skalt koma inn og leggja undir teg tjóðir, ið eru størri og sterkari enn tú, og sum hava býir við múrum upp til himmals,
2 stórt fólk, høgt sum risar, eftirkomarar Anakita, sum tú sjálvur kennir, og sum tú sjálvur hevur hoyrt siga um: "Hvør kann standa seg móti Anakitum!"
3 Tú skalt tí nú vita, at HARRIN Gud tín, Hann, sum gongur undan tær sum oyðandi eldur, Hann skal oyða tey, og Hann skal eyðmýkja tey fyri tær, so tú fært rikið tey burt og forkomið teimum, og tað skjótt - so sum HARRIN Gud tín hevur lovað tær.
4 Táið nú HARRIN Gud tín rekur tey út fyri tær, mást tú ikki hugsa sum so: "Eg eri so rættvísur - tí er tað, HARRIN hevur leitt meg inn í hetta land og givið mær tað í ogn!" Nei, hesir heidningar eru so gudleysir - tí er tað, HARRIN rekur teir út fyri tær!
5 Ikki tí at tú ert so rættvísur og so sannhjartaður - ikki tí kemur tú inn í land teirra og tekur tað í ogn; nei, tað er, tí hesir heidningar eru so gudleysir, tí rekur HARRIN Gud tín teir út fyri tær - og tí HARRIN vil halda tað, ið Hann við eiði hevur lovað fedrum tínum, Ábrahami, Ísaki og Jákupi.
6 Tú skalt tí vita, at tað er ikki, fyri tað at tú ert so rættvísur, at HARRIN Gud tín gevur tær hetta góða land at eiga; tí tú ert harðvunnið fólk!
7 Minst bert, gloym ikki, hvussu tú vakti vreiði HARRANS Guds tíns í oyðimørkini! Líka frá tí degi tú fórt út av Egyptalandi, og inntil tit komu higar, hava tit staðið HARRANUM ímóti.
8 Longu við Horeb vaktu tit vreiði HARRANS, og HARRIN varð so illur við tykkum, at Hann ætlaði at gera enda á tykkum.
9 Táið eg var farin niðan á fjallið at taka við steintalvunum, talvunum við sáttmálanum, ið HARRIN hevði gjørt við tykkum, varð eg verandi á fjallinum fjøruti dagar og fjøruti nætur og leskaði hvørki vátt ella turt.
10 Og HARRIN gav mær tær báðar steintalvurnar, sum skrivað var á við fingri Guds; á teimum stóðu øll orðini, ið HARRIN hevði talað til tykkara á fjallinum mitt út úr eldinum, tann dagin ið tit vóru savnað har.
11 Tað var, táið hinir fjøruti dagar og hinar fjøruti nætur vóru at enda, at HARRIN gav mær tær báðar steintalvurnar, sáttmálatalvurnar,
12 og HARRIN segði við meg: "Skunda tær og far oman hiðani! Fólk títt, sum tú leiddi út av Egyptalandi, hevur borið seg illa at; skjótt viku tey burtur av vegnum, ið Eg gav teimum boð um at ganga - tey hava gjørt sær stoypta mynd!"
13 Og HARRIN segði við meg: "Eg havi havt eyguni eftir hesum fólki, og Eg síggi, at tað er harðvunnið fólk!
14 Lat nú Meg ráða, so skal Eg gera enda á teimum og strika út navn teirra undir himli! - Eg skal tá gera teg til sterkari og størri fólk enn hetta!"
15 Tá vendi eg mær og fór oman av fjallinum; men fjallið stóð í ljósum loga; og eg hevði í hondunum báðar sáttmálatalvurnar.
16 Eg fekk tá at síggja, at tit høvdu syndað móti HARRANUM Gudi tykkara og gjørt tykkum stoyptan kálv; skjótt vóru tit vikin burt av vegnum, ið HARRIN hevði givið tykkum boð um at ganga.
17 Eg tók tá og blakaði frá mær báðar talvurnar, sum eg hevði í hondunum, og breyt tær sundur fyri eygum tykkara.
18 So fall eg niður fyri ásjón HARRANS og lá so, eins og hina fyrru ferðina, fjøruti dagar og fjøruti nætur og leskaði hvørki vátt ella turt - tí at tit høvdu gjørt so stóra synd og gjørt tað, ið ónt var í eygum HARRANS, og eggjað Hann til vreiði.
19 Tí eg óttaðist fyri, at HARRIN fór at gera enda á tykkum, nú ið vreiði Hansara var tendrað, og Hann var so illur við tykkum. Og HARRIN hoyrdi meg hesa ferð við.
20 Eisini við Áron var HARRIN so vreiður, at Hann ætlaði at forkoma honum; men eg bað tá fyri Áron við.
21 Men syndafulla verk tykkara - kálvin, ið tit høvdu gjørt - hann tók eg og brendi; eg soraði hann sundur og mól hann í fínt mjøl; hetta mjøl stoytti eg í løkin, sum rennur oman av fjallinum.
22 Eisini í Tabera, Massa og Kibrot-Hatta’ava vaktu tit vreiði HARRANS.
23 Táið HARRIN sendi tykkum úr Kades-Barnea og segði: "Farið og takið landið, ið Eg havi givið tykkum!" stóðu tit orði HARRANS Guds tykkara ímóti, trúðu ikki á Hann og lurtaðu ikki eftir Honum.
24 - So leingi sum eg havi kent tykkum, hava tit staðið HARRANUM ímóti.
25 So fall eg tá niður fyri ásjón HARRANS og lá so hinar fjøruti dagar og hinar fjøruti nætur - við tað at HARRIN hevði sagt, at Hann skuldi gera enda á tykkum.
26 Eg bað til HARRAN og segði: "Harri HARRI, forkom ikki fólki Tínum og arvaluti Tínum, sum Tú frelsti við stóru kraft Tíni og við sterkari hond leiddi út av Egyptalandi!
27 Minst tænarar Tínar, Ábraham, Ísak og Jákup! Legg ikki í, um hetta fólk er so hart, so gudleyst og so syndafult!
28 Annars fara tey at siga, tey, sum búgva í landinum, ið Tú leiddi okkum út av: "HARRIN var ikki mentur at leiða tey inn í landið, sum Hann hevði lovað teimum, og Hann hataði tey - tí leiddi Hann tey út í oyðimørkina og læt tey doyggja har!"
29 Tey eru jú fólk Títt og arvalutur Tín, sum Tú við stóru kraft Tíni og útrætta armi Tínum hevur leitt út!""