Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fimta Mósebók
Kapittul 22
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34
1 "Sært tú burturvilst neyt ella burturvilstan seyð, sum bróðir tín eigur, mást tú ikki látast sum einki; tú skalt fáa bróður tínum tey aftur.
2 Býr bróðir tín tær ikki nær, ella veitst tú ikki, hvør ið kríatúrið eigur, skalt tú taka tað inn til tín, og tað skal vera hjá tær, inntil bróðir tín kemur at sóknast eftir tí; tá skalt tú lata hann fáa tað aftur.
3 Á sama hátt skalt tú bera teg at við esil hansara, klæði hansara og alt, ið bróðir tín missir burtur, og sum tú finnur - tú hevur ikki loyvi at látast sum einki.
4 Sært tú esil ella neyt bróður tíns liggja dottið á vegnum, mást tú ikki látast sum einki; tú skalt hjálpa honum at reisa tey aftur.
5 Kvinna má ikki ganga í mannfólkaklæðum, og maður má ikki fara í konufólkaklæði; hvør tann, ið slíkt ger, er HARRANUM Gudi tínum andstygd.
6 Táið tú á leið tíni kemur fram á fuglareiður í træi ella á jørðini við ungum ella eggum í, og mamman liggur á ungunum ella eggunum, mást tú ikki taka bæði mammuna og ungarnar;
7 mammuni skalt tú sleppa, men ungarnar kanst tú taka; tá skal gangast tær væl, og tú skalt liva leingi.
8 Táið tú byggir tær nýtt hús, skalt tú gera bróstvernd rundanum á takinum, so tú dregur ikki blóðskyld oman yvir hús títt, av tí at onkur dettur niður haðani.
9 Tú mást ikki - fyri at fáa tvey sløg av grøði av víngarði tínum - sáa nakað í hann; annars fellur alt undir halgidómin, bæði tað, ið tú sáaði, og ávøkstur víngarðsins.
10 Tú mást ikki pløga við neyti og esli fyri sama plógvi.
11 Tú mást ikki ganga í klæðum, sum eru vovin av tvinnanda sløgum av tilfari, av ull og líni.
12 Tú skalt gera tær duskar á øll fýra horn kappa tíns, sum tú sveipar um teg.
13 Táið maður tekur sær konu, men fær okkurt ímóti henni, eftir at tey hava verið saman,
14 sigur okkurt skammiligt um hana, spillir hana út og sigur: "Hesa kvinnu tók eg til konu, men táið eg kom henni nær, fann eg ikki moydómsmerki hjá henni!"
15 so skulu faðir og móðir hesa ungu kvinnu taka moydómsmerki hennara og koma við tí út í portrið, til hinar elstu í býnum.
16 Faðir gentuna skal siga við hinar elstu: "Eg gav hesum manni dóttur mína til konu; men nú hevur hann fingið okkurt ímóti henni;
17 hann leggur hana undir tað, ið skammiligt er, og sigur: "Eg havi ikki hjá dóttur tíni funnið moydómsmerki!" - Men her er moydómsmerki hennara!" Og so skulu tey breiða út klæðið fyri hinum elstu í býnum.
18 Tá skulu teir elstu í býnum taka mannin og revsa hann;
19 og teir skulu áleggja honum í bót 100 seklar av silvuri og lata faðir hina ungu kvinnuna fáa teir - aftur fyri at hann spilti út eina moyggj í Ísrael; og hon skal vera kona hansara, hann má ikki skilja seg frá henni, so leingi sum hann livir.
20 Men var tað satt - var gentan ikki moyggj -
21 so skal hon verða leidd at húsdurum faðirs síns, og menninir í býi hennara skulu steina hana til deyða, aftur fyri at hon hevur gjørt skemdargerð í Ísrael og drivið hor heima hjá faðir sínum. - Soleiðis skalt tú beina burt hitt illa frá tær.
22 Táið maður verður tikin í at liggja hjá giftari konu, so skulu tey bæði lata lív, bæði maðurin, ið lá hjá kvinnuni, og kvinnan sjálv. - Soleiðis skalt tú beina burt hitt ónda úr Ísrael.
23 Táið genta, sum er moyggj, er trúlovað við manni, og annar maður hittir hana inni í býnum og liggur hjá henni,
24 skulu tit leiða tey bæði út at býportrinum og steina tey til deyða, gentuna, aftur fyri at hon rópti ikki um hjálp - tey vóru jú inni í býnum - og mannin, aftur fyri at hann neyðtók brúður næsta síns. - Soleiðis skalt tú beina burt hitt illa frá tær.
25 Men hittir maðurin ta trúlovaðu gentuna úti á markini og neyðtekur hana og liggur hjá henni, so skal bert maðurin doyggja, sum lá hjá henni;
26 gentuni skalt tú einki gera, hon hevur onga synd gjørt, sum hevur uppiborið deyðan; tí við hesum er tað, sum táið ein leggur á næsta sín og drepur hann;
27 hann hitti ta trúlovaðu gentuna úti á markini, hon rópti, men har var eingin at hjálpa henni.
28 Táið maður hittir gentu, sum er moyggj og ikki trúlovað, og neyðtekur hana og liggur hjá henni, og so onkur kemur fram á tey,
29 skal maðurin, ið lá hjá henni, lata faðir gentuna fáa 50 seklar av silvuri, og hann skal taka hana til konu, afturfyri at hann neyðtók hana; hann má ikki skilja seg frá henni, so leingi sum hann livir.
30 Eingin má giftast við konu faðirs síns ella lyfta teppi faðirs síns."