Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fimta Mósebók
Kapittul 29
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34
1 Hetta eru orð sáttmálans, ið HARRIN gav Mósesi boð um at gera við Ísraelsmenn í Móabslandi, umframt sáttmálan, ið Hann hevði gjørt við teir á Horeb.
2 Móses kallaði saman alt Ísrael og segði við tey: "Tit hava sæð alt tað, ið HARRIN í Egyptalandi fyri eygum tykkara gjørdi við Farao og allar tænarar hansara og alt land hansara -
3 hinar stóru plágur, ið tú sást við egnum eygum, hini stóru tekin og undur.
4 Men higartil hevur HARRIN hvørki givið tykkum hjarta at fata við, eygu at síggja við ella oyru at hoyra við.
5 Eg læt tykkum ferðast í oyðimørkini í fjøruti ár; klæði tykkara slitust ikki á kroppi tykkara, og skógvarnir slitust ikki upp á fótum tykkara.
6 Breyð fingu tit ikki at eta, og vín og sterkan drykk fingu tit ikki at drekka; tí Eg vildi, at tit skuldu síggja, at Eg, HARRIN, eri Gud tykkara.
7 Táið tit komu higar, komu Sihon, kongurin í Hesbon, og Og, kongurin í Basan, ímóti okkum í bardaga; men vit vunnu sigur á teimum
8 og tóku land teirra og lótu Rubenitar, Gaditar og hálva ætt Manasse fáa tað í arvalut.
9 Aktið tí eftir orðunum í hesum sáttmála og haldið tey, so tit kunnu hava eydnuna við tykkum í øllum, sum tit gera!
10 Tit standa í dag øll fyri ásjón HARRANS Guds tykkara, høvuðsmenn tykkara, ættir tykkara, hinir elstu og umsjónarmenn tykkara, - hvør maður í Ísrael -
11 børn tykkara, konur tykkara og hini fremmandu, sum eru í tilhaldi tínum, bæði viðhøggarar og vatnberarar tínir
12 - til at ganga inn í sáttmálan við HARRAN Gud tín og í hitt eiðfesta samfelag við Hann, sum HARRIN Gud tín í dag ger við teg.
13 Tí Hann fer í dag at gera teg til fólk Sítt, og Hann skal sjálvur vera Gud tín, soleiðis sum Hann hevur sagt við teg og við eiði lovaði fedrum tínum, Ábrahami, Ísaki og Jákupi.
14 Og ikki bert við tykkum geri eg henda sáttmála og hetta eiðfesta samfelag,
15 nei, bæði við tey, sum í dag standa her saman við okkum fyri ásjón HARRANS Guds okkara, og við tey, ið ikki eru her saman við okkum í dag.
16 Tit vita jú sjálv, at vit búðu í Egyptalandi, og vit ferðaðust mitt ígjøgnum lond tjóðanna, ið vit eru farin ígjøgnum.
17 Tit sóu andstygdir teirra og teir fúlu avgudar av viði og steini, av silvuri og gulli, ið tey høvdu.
18 Latið tí ongan vera hjá tykkum - mann ella kvinnu, slekt ella ætt - sum í dag vendir hjarta sínum burtur frá HARRANUM Gudi okkara, so hann fer og dýrkar gudarnar hjá hesum fólkum! Latið onga rót vera hjá tykkum, sum eitur og malurt veksur upp av
19 - ongan, sum táið hann hoyrir orðini í hesum eiðfesta samfelagi, prísar seg lukkuligan og hugsar, at honum skal gangast væl, um so hann fylgir sínum egna harða hjarta - tí so skulu bæði hitt vatnríka og hitt turra landið ganga til grundar!
20 HARRIN skal ikki fyrigeva honum; nei, vreiði HARRANS og álvara Hansara skulu tendrast móti slíkum manni; øll bannini, ið skrivað standa í hesi bók, skulu leggjast á hann, og HARRIN skal strika navn hansara undir himli.
21 HARRIN skal skilja hann burtur frá øllum ættum Ísraels til at verða forkomnan, eftir øllum bannum sáttmálans, sum skrivaður stendur í hesi lógbók.
22 Táið tá hitt komandi ættarliðið, børn tykkara, sum vaksa upp eftir tykkum, og hin fremmandi, ið kemur úr landi langt burtur - táið tey síggja plágurnar, ið hava rámt hetta land, og sjúkurnar, ið HARRIN hevur heimsøkt tað við
23 - svávul og salt, alla jørðina í landinum uppbrenda, so hvørki kann sáast í hana, ella grøði fáast av henni, og ongar urtir kunnu grógva har, ein oyðing, sum táið Sodoma og Gomorra, Adma og Zebojim vórðu løgd í oyði, táið HARRIN læt tey ganga undir í vreiði Síni og sinnismuni Sínum - tá skulu tey spyrja,
24 ja, øll fólkasløg skulu spyrja: "Hví hevur HARRIN gjørt so við hetta land? Hvat er hetta fyri svárur vreiðieldur?"
25 Og svarað skal verða: "Aftur fyri at tey sviku sáttmálan, ið HARRIN Gud fedra teirra gjørdi við tey, táið Hann leiddi tey út av Egyptalandi,
26 og fóru og dýrkaðu aðrar gudar og tilbóðu teir, gudar, ið tey ikki kendu, og sum Hann ikki hevði givið teimum í lut,
27 tí tendraðist vreiði HARRANS móti hesum landi, so Hann læt koma yvir tað øll bannini, ið skrivað standa í hesi bók.
28 HARRIN varð ógvuliga vreiður og rykti tey í vreiði og sinnismuni upp úr landi teirra og blakaði tey út í fremmant land - sum í dag gongur sjón fyri søgn!"
29 Hitt loynda hoyrir HARRANUM Gudi okkara til, men hitt opinberaða er fyri okkum og børn okkara til ævigar tíðir, fyri at vit skulu halda øll orðini í hesi lóg."