1 | "Táið maður tekur sær konu, men honum so, eftir at tey eru samankomin, ikki líkst á hana longur, av tí at hann hevur funnið okkurt hjá henni, sum býður honum ímóti, og hann tá skrivar henni skilnaðarbræv og flýggjar henni tað og letur hana fara av húsi sínum, |
|
2 | so kann hon, eftir at hon er flutt frá honum, fara og giftast við øðrum manni. |
|
3 | Líkst nú heldur ikki hesum manni á hana, so hann skrivar henni skilnaðarbræv og flýggjar henni tað og letur hana fara av húsi sínum, ella doyr hesin seinni maðurin, ið hevur tikið hana til konu, |
|
4 | so má ikki fyrri maður hennara, hann, ið læt hana fara frá sær, taka hana aftur til konu, nú hon er vorðin órein; slíkt er andstygd fyri ásjón HARRANS, og tú mást ikki draga synd oman yvir landið, ið HARRIN Gud tín hevur givið tær at eiga. |
|
5 | Táið maður nýliga hevur tikið sær konu, skal hann ikki fara við í bardaga, og ei heldur skulu aðrar byrðar av nøkrum slagi leggjast á hann; hann skal vera fríur eitt ár, húsi sínum til gagn og konu síni, sum hann hevur tikið sær, til gleði. |
|
6 | Kvørn má ikki takast í pant, heldur ikki hin ovari kvarnarsteinurin - tað var jú at taka lívið sjálvt í pant. |
|
7 | Verður maður tikin í at stjala ein av brøðrum sínum, Ísraelsmonnum, og gera hann til træl ella selja hann, so skal slíkur tjóvur lata lív. - Soleiðis skalt tú beina burt hitt illa frá tær. |
|
8 | Varða teg fyri spitalskuni, so tú leggur tær eina við at gera eftir øllum tí, ið hinir levitisku prestarnir læra tykkum! So sum eg havi givið teimum boð um, skulu tit akta væl eftir at gera. |
|
9 | Minst til tað, ið HARRIN Gud tín gjørdi við Mirjam, meðan tit vóru á leiðini úr Egyptalandi! |
|
10 | Táið tú lænir næsta tínum okkurt, mást tú ikki fara inn hjá honum eftir pantinum, ið hann skal lata. |
|
11 | Tú skalt verða standandi uttanfyri, og maðurin, sum lænir frá tær, skal koma út til tín við pantinum. |
|
12 | Og er hann fátækur maður, mást tú ikki leggja teg til hvíldar við pantinum frá honum; |
|
13 | um sólsetur skalt tú lata hann fáa pantin aftur, so hann kann leggjast til hvíldar í kappa sínum. Tá signar hann teg fyri tað, og HARRIN Gud tín skal rokna tær tað til rættvísi. |
|
14 | Tú mást ikki gera dagløntum arbeiðsmanni órætt, sum neyðstaddur og fátækur er, hann veri nú ein av brøðrum tínum ella ein av teimum fremmandu, ið hjá tær búgva í landi tínum, í býum tínum. |
|
15 | Dag eftir dag skalt tú lata hann fáa løn sína, og áðrenn sólin fer undir; tí hann er fátækur og stundar eftir løn síni; annars rópar hann til HARRAN undan tær, og tú dregur skyld oman yvir teg. |
|
16 | Foreldur skulu ikki lata lív fyri tað, ið børnini hava gjørt, og børn skulu ikki lata lív fyri tað, ið foreldrini hava gjørt; ein og hvør skal lata lív fyri sína egnu synd. |
|
17 | Tú mást ikki boyggja rætt hins fremmanda og hins faðirleysa, og tú mást ikki taka klæðini hjá einkju í pant. |
|
18 | Nei, minst til, at tú vart trælur í Egyptalandi, og at HARRIN Gud tín fríaði teg út haðani! Tí gevi eg tær boð um at gera so. |
|
19 | Táið tú heystar inn kornið á akri tínum, og tú gloymir eitt bundi eftir á markini, mást tú ikki fara aftur eftir tí; hin fremmandi, hin faðirleysi og einkjan skulu hava tað; so skal HARRIN Gud tín signa teg í øllum, sum tú fert undir at gera. |
|
20 | Táið tú slært oljuber tíni niður, mást tú ikki eftirsíðani henta burtur av greinunum; hin fremmandi, hin faðirleysi og einkjan skulu hava tað. |
|
21 | Táið tú heystar vín títt, mást tú einki seinnaheyst hava; hin fremmandi, hin faðirleysi og einkjan skulu hava tað, ið eftir er. |
|
22 | Tú skalt minnast til, at tú vart sjálvur trælur í Egyptalandi; tí gevi eg tær boð um at gera so." |
|
|