Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 7
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 Tá segði HARRIN við Móses: "Eg seti teg til ein gud fyri Farao; og Áron, bróðir tín, skal vera profetur tín.
2 Tú skalt tala alt tað, ið Eg áleggi tær; síðani skal Áron, bróðir tín, siga tað við Farao, fyri at hann skal lata Ísraelsmenn fara av landi sínum.
3 Men Eg skal herða hjarta Faraos, og Eg skal gera mong tekin og undur í Egyptalandi.
4 Farao fer ikki at lurta eftir tykkum; men Eg skal leggja hond Mína á Egyptaland og leiða herar Mínar, fólk Mítt, Ísraelsmenn, út av Egyptalandi - við stórum revsidómum.
5 Og Egyptar skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg rætti út hond Mína móti Egyptalandi og leiði Ísraelsmenn út frá teimum!"
6 Móses og Áron gjørdu so; sum HARRIN hevði álagt teimum, so gjørdu teir.
7 Móses var 80 ár, og Áron 83, táið teir talaðu við Farao.
8 HARRIN segði við Móses og Áron:
9 "Táið Farao sigur so við tykkum: "Latið okkum fáa okkurt undur at síggja!" tá skalt tú siga við Áron: "Tak stav tín og blaka hann framman fyri Farao!" - So skal hann verða ormur!"
10 Móses og Áron fóru tá til Farao og gjørdu, sum HARRIN hevði sagt; Áron blakaði stavin framman fyri Farao og tænarum hansara, og hann varð til orm.
11 Men Farao sendi boð eftir vísmonnum og gandakøllum sínum, og hesir, teir egyptisku spámenninir, gjørdu við gandabrøgdum sínum tað sama;
12 teir blakaðu hvør stav sín, og stavirnir vórðu ormar; men stavur Árons gloypti teirra støvum.
13 Men hjarta Faraos var hart við sama lagi, og hann lurtaði ikki eftir teimum - sum HARRIN hevði sagt.
14 HARRIN segði nú við Móses: "Hjarta Faraos er hart; hann setur seg ímóti at lata fólkið fara!
15 Far tí í morgin árla til Farao - táið hann fer oman at ánni - og statt fyri honum á áarbakkanum! Stavin, ið varð umskaptur til orm, skalt tú taka í hondina.
16 Og sig við hann: "HARRIN, Gud Hebreara, sendi meg til tín við hesum boðum: Lat fólk Mítt fara, so tey fáa dýrkað Meg í oyðimørkini! - Men higartil hevur tú ikki aktað.
17 So sigur HARRIN: Av hesum skalt tú sanna, at Eg eri HARRIN: Hygg, nú slái eg við hesum stavi, sum eg havi í hondini, vatnið í Nilá, og tað skal verða blóð!
18 Fiskurin í ánni skal doyggja, og Nilá skal stinka, so Egyptar skulu vamlast við at drekka vatnið í ánni.""
19 HARRIN segði við Móses: "Sig við Áron: "Tak stav tín og rætt út hondina yvir vøtnini hjá Egyptum, yvir áir, gravir, tjarnir og hyljar teirra! So skal vatnið verða blóð; í øllum Egyptalandi skal blóð vera, bæði í træíløtum og í steiníløtum!""
20 Móses og Áron gjørdu, sum HARRIN segði; hann lyfti stavinum og sló vatnið í Nilá fyri eygum Faraos og tænara hansara; tá varð alt vatnið í ánni blóð;
21 fiskurin í ánni doyði, og Nilá stinkaði, so at Egyptar kundu ikki drekka vatnið í ánni; í øllum Egyptalandi var blóð.
22 Men teir egyptisku spámenninir gjørdu við gandabrøgdum sínum tað sama - og hjarta Faraos var hart við sama lagi; hann lurtaði ikki eftir teimum - sum HARRIN hevði sagt.
23 Farao vendi sær burtur og fór til hús og legði sær heldur ikki hetta á hjarta.
24 Men allir Egyptar gróvu fram við Nilá eftir drekkivatni; tí vatnið í ánni var ikki drekkandi.
25 So gingu nú sjey dagar, eftir at HARRIN hevði sligið ánna.