Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 12
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 Nú talaði HARRIN við Móses og Áron í Egyptalandi og segði:
2 "Hesin mánaðurin skal vera fyrsti mánaður hjá tykkum; við hesum mánaði skal árið byrja hjá tykkum.
3 Talið til samkomu Ísraels og sigið: "Tann tíggjunda í hesum mánaði skal hvør húsbóndi taka eitt lamb - eitt lamb fyri hvørt hús!
4 Og eru ov fá í húsinum til eitt lamb, so skulu hann og næsti granni hansara taka eitt lamb saman, eftir talinum á húsfólki sínum; hvussu mong ið skulu vera um eitt lamb, skulu tit rokna eftir tí, ið hvør etur.
5 Tað skal vera lýtaleyst veðurlamb, veturgamalt; av seyðinum ella av geitunum skulu tit taka tað.
6 Tit skulu hava tað standandi inntil tann fjúrtanda í hesum mánaði; tá skal øll somul samkoma Ísraels drepa tað um sólsetur.
7 Og tey skulu taka av blóðinum og smyrja á báðar durastavirnar og á træið yvir durunum í húsunum, sum tey eta tað í.
8 Somu nátt skulu tit eta kjøtið; steikt við eld og aftur við ósúrgaðum breyði og beiskum urtum skulu tit eta tað.
9 Tit mugu einki av tí eta rátt ella kókað í vatni; tað skal vera steikt við eld, og við høvdinum, fótunum og innvølunum.
10 Einki av tí mugu tit leiva til morgunin eftir; er nakað leivt av tí til morgunin eftir, so skulu tit brenna tað.
11 Soleiðis skulu tit eta tað: Við gyrdum lendum, við skóm á fótunum og við stavi í hond; tit skulu eta tað í skundi - tað eru páskir fyri HARRANUM.
12 Tí somu nátt skal Eg ganga gjøgnum Egyptaland og drepa alt frumborið í Egyptalandi, bæði fólk og fæ; og yvir øllum gudum Egyptalands skal Eg halda dóm - Eg eri HARRIN!
13 Men hjá tykkum skal blóðið á húsunum, sum tit eru í, verða til tekin; táið Eg síggi blóðið, skal Eg leypa tykkum um, og einki oyðandi slag skal koma yvir tykkum, táið Eg slái Egyptaland.
14 Hesin dagur skal vera tykkum minnisdagur, og tit skulu halda hann sum høgtíð fyri HARRANUM; tað skal vera tykkum ævig fyriskipan at halda hann, mann eftir mann.
15 Í sjey dagar skulu tit eta ósúrgað breyð. Alt fyri eitt fyrsta dagin skulu tit fáa alt súrdeiggj burtur úr húsum tykkara; ein og hvør, ið etur súrgað breyð, líka frá fyrsta degi til sjeynda, skal verða týndur úr Ísrael.
16 Fyrsta dagin skulu tit halda heilaga samkomu, og sjeynda dagin skulu tit eisini halda heilaga samkomu; einki arbeiði má verða gjørt teir dagarnar; bert matin, ið einum og hvørjum tykkara tørvar, hann kunnu tit gera til, men einki annað.
17 Tit skulu halda høgtíðina hini ósúrgaðu breyðini; tí henda sama dag leiddi Eg herar tykkara út av Egyptalandi; tað skal tí vera tykkum ævig fyriskipan at halda henda dag, mann eftir mann.
18 Um kvøldið tann fjúrtanda í fyrsta mánaði skulu tit eta ósúrgað breyð, og tað skulu tit halda á at gera, líka til um kvøldið tann fyrsta og tjúgunda í sama mánaði.
19 Í sjey dagar má ikki súrdeiggj finnast í húsum tykkara; ein og hvør, ið etur nakað súrgað, hann skal verða týndur úr samkomu Ísraels, veri hann so fremmandur ella føddur í landinum.
20 Einki súrgað mugu tit eta; í hvørjum húsi skulu tit eta ósúrgað breyð.""
21 Móses kallaði nú saman allar teir elstu í Ísrael og segði við teir: "Farið og fáið tykkum eitt lamb fyri hvørt húshald, og drepið páskalambið!
22 Og takið tykkum isopkustar, drepið teir í blóðið í fatinum, og smyrjið á træið yvir durunum og á báðar durastavirnar av blóðinum í fatinum! Eingin av tykkum má fara út um dyrnar í húsi sínum fyrrenn morgunin eftir.
23 Tí HARRIN fer at ganga gjøgnum landið og sláa Egyptar, og táið Hann tá sær blóðið á trænum yvir durunum og á báðum durastøvunum, skal Hann leypa dyrnar um og ikki geva oyðaranum loyvi at koma inn í hús tykkara og sláa tykkum.
24 Hetta skulu tit halda; tað skal til ævigar tíðir vera tær og børnum tínum ein fyriskipan.
25 Og táið tit koma inn í landið, sum HARRIN fer at geva tykkum, soleiðis sum Hann hevur lovað, skulu tit halda hesa gudstænastu.
26 Táið tá børn tykkara spyrja tykkum: "Hvat hevur henda gudstænasta at týða, sum tit halda?"
27 so skulu tit svara: "Hetta er páskaoffur fyri HARRANUM, sum í Egyptalandi leyp hús Ísraelsmanna um; Hann sló Egyptar, men spardi hús okkara!"" - Tá boygdi fólkið seg og tilbað.
28 Ísraelsmenn fóru nú og gjørdu hetta; sum HARRIN hevði sagt við Móses og Áron, so gjørdu teir.
29 So um midnátt drap HARRIN alt frumborið í Egyptalandi, líka frá hinum frumborna hjá Farao, sum í hásætinum sat, til hin frumborna hjá fanganum, sum sat í fangahúsinum, og alt frumborið av fænum.
30 Tá fór Farao upp um náttina, hann og allir tænarar hansara og allir Egyptar, og ógvuligt róp varð í Egyptalandi; tí ikki var tað hús, sum eingin deyður var í.
31 Og hann sendi um náttina boð eftir Mósesi og Áron og segði: "Gerið tykkum til og farið avstað frá fólki mínum, bæði tit og Ísraelsmenn, farið avstað og dýrkið HARRAN, sum tit hava sagt!
32 Takið við tykkum bæði smáfæ og neyt tykkara, sum tit hava sagt - farið, og biðið eisini gott yvir meg!"
33 Og Egyptar strongdu á fólkið, at fáa tey sum skjótast av landinum; tí teir søgdu: "Vit doyggja, hvør ein!"
34 So tók fólkið deiggj sítt, áðrenn tað var súrgað; tey ballaðu deigtrogini inn í klæði síni og bóru tey á herðunum.
35 Ísraelsmenn høvdu gjørt, sum Móses hevði sagt; tey høvdu biðið Egyptar um stás av silvuri og gulli og um klæði;
36 og HARRIN hevði gjørt, at fólkið var væl lýtt av Egyptum, so tey góvu teimum tað, ið tey bóðu um. Tey tóku soleiðis fong frá Egyptum.
37 So fóru Ísraelsmenn tá avstað úr Rameses og tóku leiðina til Sukkot, til gongu, okkurt um 600 000 mans, umframt kvinnur og børn.
38 Við teimum fór eisini stórur hópur av alskyns fólki, hartil smáfæ og neyt, ófør mongd av fæi.
39 Av deignum, ið tey høvdu við sær úr Egyptalandi, bakaðu tey ósúrgað breyð; tað var ikki súrgað, tí tey vóru rikin av Egyptalandi og høvdu ikki fingið drálað; heldur ikki høvdu tey matgjørt til ferðina.
40 Tíðin, ið Ísraelsmenn høvdu búð í Egyptalandi, var 430 ár.
41 Júst tann dagin tey 430 árini vóru á enda, fóru allir herar HARRANS av Egyptalandi.
42 Ein vøkunátt HARRANS var henda, táið Hann skuldi leiða tey út av Egyptalandi. Henda nátt er vígd HARRANUM, ein vøkunátt hjá øllum Ísraelsmonnum, mann eftir mann.
43 HARRIN segði við Móses og Áron: "Hetta er fyriskipanin um páskalambið: Eingin fremmandur má eta av tí.
44 Men trælur, ið er keyptur fyri pening, hann kann eta av tí, um tú hevur umskorið hann.
45 Eingin útlendingur, ið býr í landinum, má eta av tí, ei heldur nakar dagløntur maður.
46 Tað skal verða etið í einum og sama húsi; einki av kjøtinum má verða borið út úr húsinum; og tit mugu einki bein bróta í tí.
47 Øll samkoma Ísraels skal halda hetta.
48 Er ein fremmandur hjá tær at vera, og hann hevur hug at halda páskir fyri HARRANUM, so skal alt mannkyn hjá honum verða umskorið; so kann hann sleppa at vera við at halda tær; hann skal tá vera sum ein, ið føddur er í landinum. Men eingin óumskorin má eta av tí.
49 Ein og sama lóg skal galda fyri tann, ið føddur er í landinum, og tann fremmanda, ið er at vera hjá tykkum."
50 Ísraelsmenn so gjørdu; sum HARRIN hevði álagt Mósesi og Áron, so gjørdu teir.
51 So leiddi tá HARRIN henda sama dag Ísraelsmenn út av Egyptalandi, her eftir her.