Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 35
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 Móses kallaði nú saman alla samkomu Ísraelsmanna og segði við tey: "Hetta er tað, ið HARRIN hevur álagt tykkum at gera:
2 Seks dagar skal verða arbeitt, men sjeyndi dagurin skal vera tykkum heilagur hvíludagur, háheilagur sabbatur fyri HARRANUM; hvør tann, ið ger nakað arbeiði tann dagin, skal lata lív.
3 Sabbatsdagin má eingin av tykkum kyka í húsi sínum."
4 Síðani segði Móses við alla samkomu Ísraelsmanna: "Hetta er tað, ið HARRIN hevur boðið:
5 Av tí, ið tit eiga, skulu tit taka HARRANUM gávu. Ein og hvør, ið hevur hjartalag til tað, skal koma við gávuni til HARRAN: Gull, silvur, kopar,
6 blátt, purpurreytt og skarlaksreytt tógv, fínt lín, ull av geitum,
7 reyðlitað veðraskinn, skinn av sjókúgv, akasiuvið,
8 olju til ljósastakan, kryddurtir til salvuoljuna og roykilsið,
9 sjóamsteinar og aðrar dýrar steinar at seta á lívkyrtilin og bringudúkin.
10 Allir menn ímillum tykkara, sum hava gott hegni til listarverk, skulu koma at gera alt tað, ið HARRIN hevur givið boð um:
11 Tabernaklið við tekjuni og takinum, krókunum, plonkunum, tvørstongunum, stólpunum og støbbunum,
12 ørkina við stongunum, náðistólin og forhangið, ið framman fyri hana skal vera,
13 borðið við stongunum og øllum tí, ið til hoyrir, og sýnisbreyðini,
14 ljósastakan við tí, ið til hoyrir, og lampurnar og oljuna til ljósastakan,
15 roykilsisaltarið við stongunum, salvuoljuna og roykilsið, forhangið fyri dyr tabernakulsins,
16 brennioffuraltarið við kopargrindini, stongunum og øllum, ið til hoyrir, vatnílatið við fóti tess,
17 umhang forgarðsins við stólpunum og støbbunum, forhangið fyri portur forgarðsins,
18 hælirnar, bæði til tabernaklið og forgarðin, og togini til teirra,
19 embætisklæðini til tænastuna í halgidóminum, hini heiløgu klæði Árons prests og prestaklæði sona hansara."
20 So fór øll samkoma Ísraelsmanna avstað aftur frá Mósesi;
21 og síðani komu tey, ein og hvør, sum hjartað stýrdi og andin dreiv til tað, tey komu við gávum til HARRAN at gera samkomutjaldið av, til alla tænastuna har og til hini heiløgu klæðini.
22 Tey komu, bæði menn og kvinnur - ein og hvør, sum hevði hjartalag til tað - við spennum, oyrnaringum, fingraringum og hálspynti, alskyns stási av gulli; hvør og ein, ið vildi ofra HARRANUM gávu av gulli, kom við tí.
23 Og ein og hvør, ið átti blátt, purpurreytt og skarlaksreytt tógv, fínt lín, ull av geitum, reyðlitað veðraskinn ella skinn av sjókúgv, kom við tí.
24 Ein og hvør, ið vildi lata gávu av silvuri ella kopari, kom við gávu síni til HARRAN. Ein og hvør, ið átti akasiuvið til nakað av tí, ið gerast skuldi, kom við honum.
25 Allar kvinnur, ið høvdu gott hegni til listarverk, spunnu við hondum sínum og komu við tí, ið tær høvdu spunnið, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum líni.
26 Og allar kvinnur, ið høvdu hug til tað og dugdu til tað, spunnu geitaullina.
27 Høvdingarnir komu við sjóamsteinum og øðrum dýrum steinum at seta á lívkyrtilin og bringudúkin
28 og við kryddurtum og olju til ljósastakan og til salvuoljuna og hitt angandi roykilsið.
29 Hvør og ein av Ísraelsmonnum, maður ella kvinna, sum hjartað stýrdi til at geva nakað til hitt stóra verk, ið HARRIN við Mósesi hevði givið boð um at gera, tey komu við tí sum sjálvkravdari gávu til HARRAN.
30 Nú segði Móses við Ísraelsmenn: "Síggja tit, HARRIN hevur kallað Bezalel, son Uri, son Hur, av ætt Juda,
31 og fylt hann við Anda Guds, við vísdómi, viti og kunnskapi, og við dugnaskapi til alskyns arbeiði,
32 at upphugsa listarverk, at arbeiða í gulli, silvuri og kopari,
33 at brýna steinarnar, ið inn skulu fellast, og at skera út í træi, skjótt at siga, at útinna alskyns listarverk.
34 Eisini hevur Hann givið bæði honum og Oholiab, syni Ahisamak, av ætt Dans, gávur at læra frá sær.
35 Hann hevur fylt hjarta teirra við vísdómi at gera alskyns arbeiði við útskering og listveving, at veva toy í ymiskum litum av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum líni, somuleiðis til vanliga veving - skjótt at siga, at útinna alskyns arbeiði og upphugsa listarverk."