1 | Síðani gjørdi Bezalel ørkina av akasiuviði, hálvatriðju alin langa, hálvaaðru alin breiða og hálvaaðru alin høga. |
|
2 | Hann klæddi hana við reinum gulli bæði innan og uttan, og gullrond gjørdi hann á hana rundanum. |
|
3 | Hann stoypti 4 gullringar og setti teir á hinar 4 føtur arkarinnar, tveir ringar hvørjumegin. |
|
4 | Stengur gjørdi hann av akasiuviði og klæddi tær við gulli |
|
5 | og stakk tær síðani gjøgnum ringarnar á síðum arkarinnar; tær skuldu vera at bera ørkina við. |
|
6 | Náðistólin gjørdi hann av reinum gulli, hálvatriðju alin langan og hálvaaðru alin breiðan. |
|
7 | Og hann gjørdi tveir kerúbar av gulli; teir gjørdi hann úr slignum gulli og setti teir við báðar endar náðistólsins, |
|
8 | annan kerúbin við annan endan og hin kerubin við hin endan; áfastar við náðistólin gjørdi hann kerúbarnar, hvønn á sín endan. |
|
9 | Kerúbarnir hildu veingirnar útbreiddar og upplyftar, so teir fjaldu náðistólin við veingjum sínum; og andlit teirra vendu hvørt móti øðrum; niður ímóti náðistólinum vendu andlit kerúbanna. |
|
10 | Framvegis gjørdi hann borðið av akasiuviði, tvær alin langt, eina alin breitt og hálvaaðru alin høgt. |
|
11 | Tað klæddi hann við reinum gulli og gjørdi gullrond á tað rundanum. |
|
12 | Lista gjørdi hann runt um tað, eina hond breiðan, og rundanum á listan gjørdi hann rond av gulli. |
|
13 | So stoypti hann 4 gullringar, og teir setti hann í tey 4 hornini við tey 4 bein borðsins. |
|
14 | Tætt við listan sótu ringarnir; teir vóru at stinga stengurnar í, so borðið kundi berast. |
|
15 | Stengurnar gjørdi hann av akasiuviði og klæddi tær við gulli; við teimum skuldi borðið berast. |
|
16 | Íløtini, ið til borðið hoyrdu, gjørdi hann av reinum gulli, føtini og skálirnar, og kannurnar og bikarini, sum drykkjuofrini skuldu verða skonkt úr. |
|
17 | Síðani gjørdi hann ljósastakan av reinum gulli; úr slignum gulli varð ljósastakin gjørdur, bæði fóturin og stakin sjálvur; á stakanum vóru blómur, knappar og útsprungin bløð, sum vóru í einum við hann. |
|
18 | Seks armar gingu út úr síðum ljósastakans, tríggir úr aðrari síðuni og tríggir úr hinari. |
|
19 | Á fyrsta armi vóru trý bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum, á øðrum armi trý bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum, og soleiðis var á øllum seks ørmunum, ið gingu út úr ljósastakanum. |
|
20 | Men á ljósastakanum sjálvum vóru fýra bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum. |
|
21 | Ein blómuknappur varð settur undir fyrsta armaparið, ið gekk út úr ljósastakanum, ein undir annað armaparið, og ein undir triðja armaparið - ein knappur undir hvørt parið av teimum seks ørmum, ið út úr ljósastakanum gingu. |
|
22 | Bæði blómuknapparnir og armarnir vórðu gjørdir í einum við hann; alt samalt var í einum, úr reinum, slignum gulli. |
|
23 | So gjørdi hann tær sjey lampurnar til ljósastakan og ljósasaksarnar og skarpannurnar til hansara, av reinum gulli. |
|
24 | Eina talent av reinum gulli nýtti hann til ljósastakan og alt, ið til hann hoyrdi. |
|
25 | Framvegis gjørdi hann roykilsisaltarið av akasiuviði, eina alin langt og eina alin breitt, fýrhyrnt, og tvær alin høgt; horn tess vóru áføst við tað. |
|
26 | Hann klæddi tað við reinum gulli, bæði omaná og síðurnar, rundanum, og hornini; og hann gjørdi rond av gulli á tað, rundanum. |
|
27 | Tveir gullringar gjørdi hann til tað og setti teir niðri undir rondini á báðar síðurnar; teir skuldu vera at stinga stengurnar í, so altarið kundi verða borið á teimum. |
|
28 | Stengurnar gjørdi hann av akasiuviði og klæddi tær við gulli. |
|
29 | Hann gjørdi eisini hina heiløgu salvuoljuna og hitt reina, angandi roykilsið, soleiðis sum salvublandarar gera tað. |
|
|