Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 9
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 Nú segði HARRIN við Móses: "Far til Farao og sig við hann: "So sigur HARRIN, Gud Hebreara: Lat fólk Mítt fara, so tey fáa dýrkað Meg!
2 Setur tú teg ímóti at lata tey fara, og heldur tú teimum longur,
3 so skal hond HARRANS koma yvir fæ títt á markini, yvir rossini, eslini, kamelarnar, neytini og smáfæið, við einum øgiligum pesti.
4 Men HARRIN skal seta mark millum fæ Ísraels og fæ Egypta, so at einki skal doyggja av tí, ið menn Ísraels eiga.""
5 Og HARRIN ásetti eina tíð og segði: "Í morgin skal HARRIN lata hetta henda í landinum."
6 Dagin eftir gjørdi HARRIN tá, sum Hann hevði sagt; alt fæið hjá Egyptum doyði, men av fænum hjá Ísraelsmonnum doyði ikki so mikið sum eitt kríatúr;
7 táið Farao sendi boð, fekk hann at vita, at ikki so mikið sum eitt kríatúr av fænum hjá Ísraelsmonnum var deytt. - Men hjarta Faraos varð hart, hann læt ikki fólkið fara.
8 Tá segði HARRIN við Móses og Áron: "Takið upp í nevarnar av sóti úr ovninum! Móses skal so kasta tað upp í loft, meðan Farao sær.
9 Tað skal verða dustskýggj yvir øllum Egyptalandi, og tað skal taka ilt fyri seg og gera seg til svullir, bæði á fólki og fæi, í øllum Egyptalandi."
10 Teir tóku so sót úr ovninum og stigu fram fyri Farao, og Móses kastaði tað upp í loft; og tað tók ilt fyri seg og gjørdi seg til svullir, bæði á fólki og fæi.
11 Svullirnir noyddu spámenninar at víkja fyri Mósesi; tí spámenninir høvdu svullir, tað sama sum allir aðrir Egyptar.
12 Men HARRIN herdi hjarta Faraos, so hann lurtaði ikki eftir teimum - soleiðis sum HARRIN hevði sagt við Móses.
13 Nú segði HARRIN við Móses: "Stíg í morgin árla fram fyri Farao og sig við hann: "So sigur HARRIN, Gud Hebreara: Lat fólk Mítt fara, so tey fáa dýrkað Meg!
14 Hesa ferð skal Eg senda allar plágur Mínar, yvir teg sjálvan, yvir tænarar tínar og yvir fólk títt - fyri at tú skalt sanna, at eingin er sum Eg á allari jørðini.
15 Eg hevði longu rætt hond Mína út og sligið teg og fólk títt við pesti, so tú vart oyddur av jørðini;
16 men tí havi Eg latið teg sloppið at liva, fyri at lata teg síggja mátt Mín, og fyri at navn Mítt kann verða kunngjørt á allari jørðini.
17 Tú stendur enn og forðar fólki Mínum og vilt ikki lata tey fara!
18 So nú lati Eg um hesa tíðina í morgin øgiligan hegling bresta á, slíkan, sum aldri hevur verið í Egyptalandi, líka frá tí degi tað varð til og inntil nú.
19 Send tí nú fólk at bjarga fæi tínum og øllum, ið tú hevur á markini! Alt fólk og fæ, ið úti á markini er og ikki er komið undir tak, skal verða rakt av heglinginum og doyggja!""
20 - Teir av tænarum Faraos, sum óttaðust orð HARRANS, fingu nú trælir sínar og fæ sítt undir tak;
21 men teir, ið ikki løgdu sær orð HARRANS á hjarta, lótu trælir sínar og fæ sítt verða verandi úti á markini.
22 Tá segði HARRIN við Móses: "Rætt upp hondina móti himli, so skal heglingur koma yvir alt Egyptaland, bæði yvir fólk og fæ og yvir allar urtir á markini í Egyptalandi!"
23 So rætti Móses stavin upp móti himli; og HARRIN læt koma toru og hegling, og eldur sló niður á jørðina - HARRIN læt hegla yvir Egyptaland.
24 Heglingur kom, og eldur logaði í heglinginum - so øgiligt, at slíkt hevði aldri verið í øllum Egyptalandi, síðani fólk kom hagar at búgva.
25 Alt, ið á markini var í øllum Egyptalandi, tað sló heglingurin niður, bæði fólk og fæ; allar urtir á markini fóru í sor av heglinginum, og øll trø á markini breyt hann.
26 Bert í Gosen, har sum Ísraelsmenn búðu, var eingin heglingur.
27 Tá sendi Farao boð eftir Mósesi og Áron og segði við teir: "Hesa ferð havi eg syndað! Tað er HARRIN, sum hevur rætt, eg og fólk mítt, vit hava órætt!
28 Biðið til HARRAN, at nú skal vera nóg mikið av toru og heglingi Hansara! So skal eg lata tykkum fara, tit skulu ikki verða verandi longur."
29 Móses svaraði honum: "Táið eg eri komin út úr býnum, skal eg breiða út hendurnar til HARRAN; so skal toran halda uppat, og eingin heglingur koma meir - fyri at tú skalt sanna, at jørðin hoyrir HARRANUM til.
30 Men tað veit eg, at tú og tænarar tínir, tit óttast ikki Gud HARRAN enn!"
31 - Hørur og bygg var farið í sor; tí byggið var aksaskotið, og knappar vóru komnir á hørin;
32 men hveiti og spelt vóru ikki sligin niður, tí tey koma seinni.
33 Táið so Móses var farin avstað frá Farao og var komin út úr býnum, breiddi hann út hendurnar til HARRAN; tá hildu toran og heglingurin uppat, og regnið streymaði ikki niður longur.
34 Men táið Farao sá, at regnið, heglingurin og toran vóru uppathildin, tá syndaði hann við sama lagi og herdi hjarta sítt, bæði hann og tænarar hansara.
35 Hjarta Faraos var tá hart við sama lagi, hann læt ikki Ísraelsmenn fara - soleiðis sum HARRIN hevði sagt við Móses.