Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 18
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 Táið Jetro, presturin í Midjan, verfaðir Móses, frætti alt tað, ið Gud hevði gjørt fyri Móses og fólk Sítt, Ísrael, hvussu HARRIN hevði leitt Ísrael út av Egyptalandi,
2 tók Jetro, verfaðir Móses, Zipporu, konu Móses, sum hann hevði sent heimaftur,
3 og báðar synir hennara - annar teirra æt Gersom; "tí," hevði hann sagt, "eg eri vorðin gestur í fremmandum landi;"
4 og hin æt Eliezer; "tí," hevði hann sagt, "Gud faðirs míns hevur verið hjálp mín og bjargað mær undan svørði Faraos."
5 Táið nú Jetro, verfaðir Móses, kom við sonum og konu hansara til hansara í oyðimørkini, har sum hann hevði gjørt steðg, við fjall Guds,
6 sendi hann Mósesi hesi boð: "Eg, verfaðir tín, Jetro, komi til tín við konu tíni og báðum sonum hennara."
7 Tá fór Móses ímóti verfaðir sínum, boygdi seg fyri honum og heilsaði honum, og táið teir høvdu spurt hvør annan, hvussu við vitsti, fóru teir inn í tjaldið.
8 Móses segði nú verfaðir sínum frá øllum, ið HARRIN fyri Ísraels skuld hevði gjørt við Farao og Egyptaland, frá øllum trupulleikunum, ið teimum høvdu møtt á vegnum, og hvussu HARRIN hevði hjálpt teimum.
9 Tá gleddist Jetro um alt tað góða, ið HARRIN hevði gjørt Ísrael, at Hann hevði bjargað teimum undan hond Egypta.
10 Jetro segði: "Lovaður veri HARRIN, sum bjargaði tykkum undan hond Egypta og hond Faraos, og sum bjargaði fólkinum undan hond Egypta!
11 Nú veit eg, at HARRIN er størri enn allir gudar; tí við tí, sum Egyptar vístu hugmóð sítt móti hesum fólki við, var tað, ið Hann vísti seg so!"
12 Jetro, verfaðir Móses, bar nú fram brennioffur og sláturoffur til Gud, og Áron og allir hinir elstu í Ísrael komu og hildu máltíð við verfaðir Móses fyri ásjón Guds.
13 Dagin eftir settist Móses at skifta rætt millum fólkið, og fólkið stóð rundan um Móses líka frá morgni til kvølds.
14 Men táið verfaðir Móses sá alt stríðið, ið hann hevði av fólkinum, segði hann: "Hvat er hetta fyri stríð, ið tú hevur av fólkinum! Hví situr tú einsamallur og dømir, og alt fólkið stendur rundan um teg frá morgni til kvølds?"
15 Móses svaraði verfaðir sínum: "Fólkið kemur til mín at fáa vilja Guds at vita;
16 táið tey hava søk, koma tey til mín, og eg dømi millum partarnar og lati tey vita boð og lógir Guds."
17 Tá segði verfaðir Móses við hann: "Tú bert teg ikki beint at í hesum!
18 Á henda hátt leggjast tit fyri, bæði tú sjálvur og fólkið, ið við tær er; tí hetta arbeiði er ov mikið fyri teg, tú ert ikki mentur at gera tað einsamallur.
19 Men hoyr nú meg! Eg skal leggja tær ráð, og Gud skal vera við tær: Tú skalt stíga fram fyri Gud í navni fólksins og leggja sakir teirra fram fyri Hann;
20 og tú skalt fáa tey at skilja boðini og lógirnar og vísa teimum vegin, tey skulu ganga, og tað, ið tey skulu gera.
21 Men tú skalt millum alt fólkið velja tær dugandi menn, ið óttast Gud, menn, ið lítandi er á, og sum hata vinning av órætti; teir skalt tú seta yvir teimum, sum fyristøðumenn, summar yvir 1000, summar yvir 100, summar yvir 50, og summar yvir 10.
22 Teir skulu so skifta rætt millum fólkið altíð. Allar sakir, ið nógvan týdning hava, skulu teir lata koma fyri teg, men í øllum søkum, sum minni hava at týða, skulu teir døma sjálvir. Soleiðis lættir tú tær sjálvum byrðina, og teir bera hana við tær.
23 Gert tú hetta - og vil Gud tað so - tá fert tú at kunna halda út, og so kemur eisini alt fólkið her at kunna fara heim í friði."
24 Móses fylgdi ráði verfaðirs síns og gjørdi alt, ið hann segði.
25 Hann valdi dugandi menn av øllum Ísrael og setti teir til høvuðsmenn yvir fólkinum, til fyristøðumenn, summar at vera yvir 1000, summar yvir 100, summar yvir 50 og summar yvir 10.
26 Teir skiftu so rætt millum fólkið altíð; allar torførar sakir lótu teir koma fram fyri Móses, men í øllum søkum, sum minni høvdu at týða, dømdu teir sjálvir.
27 Síðani læt Móses verfaðir sín fara avstað aftur, og hann fór heimaftur til sítt egna land.