Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 26
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 Tabernaklið skalt tú gera av 10 teppum av fínum, tvinnaðum líni og bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi; tú skalt gera tey við kerúbum á, í listvevnaði.
2 Hvørt teppi skal vera 28 alin langt og 4 alin breitt; øll teppini skulu hava sama mál.
3 5 av teppunum skulu skoytast saman til eitt, og á sama hátt hini 5 teppini.
4 Á jaðaran á tí eina teppinum, tí ytsta í øðrum tí samanskoytta stykkinum, skalt tú seta lykkjur av bláum tógvi, og á sama hátt skalt tú seta lykkjur á jaðaran á tí ytsta teppinum í hinum samanskoytta stykkinum.
5 Tú skalt seta 50 lykkjur á annað teppið, og 50 lykkjur skalt tú seta á jaðaran á tí tilsvarandi teppinum í hinum samanskoytta stykkinum; lykkjurnar skulu sita hvør áraka aðra.
6 So skalt tú gera 50 krókar av gulli at halda teppunum saman við, so tabernaklið verður eitt samanhangandi tjald.
7 Framvegis skalt tú gera teppi av geitaull at tekja tabernaklið við; 11 slík teppi skalt tú gera.
8 Hvørt teppi skal vera 30 alin langt og 4 alin breitt; øll teppini skulu hava sama mál.
9 5 av teppunum skalt tú skoyta saman fyri seg og hini 6 fyri seg; tað sætta teppið skalt tú leggja dupult á teirri síðu tekjunnar, ið fram vendir.
10 Á jaðaran á tí eina teppinum, tí ytsta í øðrum tí samanskoytta stykkinum, skalt tú seta 50 lykkjur, og á sama hátt skalt tú seta 50 lykkjur í jaðaran á tí tilsvarandi teppinum; hinum samanskoytta stykkinum.
11 So skalt tú gera 50 krókar av kopari og krøkja teir í lykkjurnar og soleiðis halda tekjuni saman, so hon verður ein heild.
12 Men viðvíkjandi tí, ið av loypur av tekjuteppunum - tí hálva teppinum, ið ov nógv er - so skal tað hanga niður av tabernaklinum fyri aftan.
13 Og hin eina alinin, ið tekjuteppini eru ov long báðumegin, skal hanga niður á báðar síður tabernakulsins at líva tí.
14 Uttan á tekjuna skalt tú uppaftur gera tak av reyðlitaðum veðraskinni, og uttan á tað eitt tak enn av sjókúskinni.
15 Plankarnar til tabernaklið skalt tú gera av akasiuviði; teir skulu standa upp og niður.
16 Hvør planki skal vera 10 alin høgur og hálvaaðru alin breiður.
17 Á hvørjum planka skulu vera tveir tappar, bundnir saman við lista; soleiðis skalt tú gera við allar plankar tabernakulsins.
18 Av plonkunum, ið tú gert til tabernaklið, skalt tú reisa 20 á tí síðuni, sum vendir móti suðri;
19 og 40 silvurstabbar skalt tú gera at seta undir teir 20 plankarnar, tveir stabbar undir hvønn planka at seta tapparnar í.
20 Aðrar 20 plankar skalt tú gera til hina síðu tabernakulsins, hana, ið vendir móti norðri,
21 og til teirra 40 silvurstabbar, tveir stabbar undir hvønn planka.
22 Til baksíðu tabernakulsins, móti vestri, skalt tú gera 6 plankar,
23 og til hornini á hesi somu síðuni tveir plankar.
24 Teir skulu vera dupultir í neðra, og líkaleiðis báðir dupultir allan vegin upp, líka til fyrsta ringin; soleiðis skulu teir báðir vera. Teir skulu standa hvør á sínum horninum.
25 Til baksíðuna verða soleiðis 8 plankar, við silvurstøbbunum, ið til hoyra, 16 støbbum, tveimum undir hvørjum planka.
26 So skalt tú gera tvørstengur av akasiuviði, 5 til plankarnar á aðrari síðu tabernakulsins,
27 5 til plankarnar á hini síðu tabernakulsins, og 5 til plankarnar á baksíðu tabernakulsins, móti vestri.
28 Mittasta tvørstongin, hon, ið er mitt á plonkunum, skal ganga heilt tvørturum, úr enda í enda á bróstinum.
29 Plankarnar skalt tú klæða við gulli; og ringarnar á teimum, sum tvørstengurnar skulu stingast í, skalt tú gera av gulli; eisini tvørstengurnar skalt tú klæða við gulli.
30 Tú skalt reisa tabernaklið á rættan hátt, soleiðis sum tær varð víst á fjallinum.
31 Síðani skalt tú gera forhang av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni; tað skal verða gjørt í listvevnaði, við kerúbum á.
32 Tað skalt tú heingja á 4 gullklæddar stólpar av akasiuviði við gullkrókum á, og sum standa á 4 silvurstøbbum.
33 So skalt tú heingja forhangið undir krókarnar. Innan fyri forhangið skalt tú seta vitnisburðarørkina, og forhangið skal vera tykkum til at skilja millum hitt heilaga og hitt alraheilagasta.
34 Náðistólin skalt tú leggja á vitnisburðarørkina inni í hinum alraheilagasta.
35 Men borðið skalt tú seta uttan fyri forhangið og ljósastakan beint yvir av borðinum, við sunnaru síðu tabernakulsins; borðið skalt tú seta við norðaru síðu.
36 Til dyr tjaldsins skalt tú gera teppi av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni; tað skal vera vovið í ymiskum litum.
37 Tú skalt gera fimm akasiustólpar til tað og klæða teir við gulli; krókarnir á teimum skulu vera av gulli, og tú skalt stoypa 5 koparstabbar til teirra."