Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 27
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 "Altarið skalt tú gera av akasiuviði, 5 alin langt og 5 alin breitt - fýrhyrnt skal altarið vera - og 3 alin høgt.
2 Á hvørt av teimum 4 hornum altarsins skalt tú gera eitt horn, og hesi horn skulu vera áføst við altarið. Og tú skalt klæða tað við kopari.
3 Íløt at bera øskuna burtur í skalt tú gera, somuleiðis eldspakarnar, offurskálirnar, gaflarnar og eldpannurnar. Alt tað ið til altarið hoyrir, skalt tú gera úr kopari.
4 So skalt tú gera kopargrind til altarið, eins og rutt net, og á netið skalt tú seta 4 koparringar, ein á hvørt hornið.
5 Og tú skalt seta hana undir listan á altarinum, í neðra, so netið røkkur hálvan vegin upp á altarið.
6 Stengur skalt tú gera til altarið, stengur av akasiuviði, og klæða tær við kopari.
7 Stengurnar skulu stingast í ringarnar, so tær eru fram við báðum síðum altarsins, táið tað verður borið.
8 Tú skalt gera altarið av borðum, opið innan; sum tær er víst á fjallinum, so skal tað gerast.
9 Síðani skalt tú gera forgarð til tabernaklið. Við ta síðuna, ið vendir móti suðri, skal vera umhang um forgarðin av fínum, tvinnaðum líni, 100 alin langt - hetta við aðra síðuna.
10 Stólparnir til tað skulu vera 20, og stabbarnir, ið teir standa á, 20, av kopari; men krókarnir á stólpunum og stengurnar til teirra skulu vera av silvuri.
11 Á sama hátt skal við norðaru síðu vera umhang, 100 alin langt, 20 stólpar til tað og til stólparnar 20 stabbar av kopari; krókarnir á stólpunum og stengurnar til teirra skulu vera av silvuri.
12 Við annan enda forgarðsins, móti vestri, skal umhang vera, 50 alin langt, 10 stólpar til tað og til stólparnar 10 stabbar.
13 Við hin endan, hann, ið vendir móti eystri, skal forgarðurin eisini vera 50 alin breiður.
14 15 alin av umhangi skulu vera øðrumegin við trimum stólpum og trimum støbbum til teirra;
15 og á sama hátt hinumegin 15 alin av umhangi við trimum stólpum og trimum støbbum til teirra.
16 Portur forgarðsins skal hava forhang, 20 alin langt, av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum tvinnaðum líni og vovið í ymiskum litum; stólparnir, ið tað skal verða fest til, og stabbarnir, ið teir standa á, skulu vera 4 í tali.
17 Allir stólparnir rundan um forgarðin skulu vera samanbundnir við silvurstongum; krókarnir á stólpunum skulu vera av silvuri, og stabbarnir undir teimum av kopari.
18 Umhang forgarðsins skal vera 100 alin við hvørja síðuna, 50 alin við hvønn endan og 5 alin høgt; tað skal vera av fínum, tvinnaðum líni, og stabbarnir til tað skulu vera av kopari.
19 Øll amboð, ið nýtt verða til arbeiðið í tabernaklinum, og allir hælirnir, bæði til tað og forgarðin, skulu vera av kopari.
20 Framvegis skalt tú áleggja Ísraelsmonnum at lata teg fáa reina olju av stoyttum oljuberum til ljósastakan, so lampurnar altíð kunnu verða settar upp.
21 Í samkomutjaldinum, uttan fyri forhangið, ið hongur framman fyri vitnisburðin, skulu Áron og synir hansara halda lampurnar í standi, so tær kunnu brenna fyri ásjón HARRANS frá kvøldi til morguns. Hetta skal vera fastur siður hjá Ísraelsmonnum, mann eftir mann, í allar ævir."