Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 2
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 Nú var maður av ætt Levi, sum giftist við eini Levi dóttur.
2 Og kvinnan varð við barn og átti son. Táið hon sá, at barnið var vakurt, hevði hon hann krógvaðan í tríggjar mánaðir.
3 Men táið hon ikki fekk krógvað hann longur, tók hon kistu av røri, tætti hana við jørðbiki og tjøru, legði so drongin í hana og setti hana í sevið við áarbakkan.
4 Og systir hansara stóð nakað burtur frá fyri at vita, hvussu fór at gangast við honum.
5 Tá kom dóttir Farao at baða sær í ánni, og gentur hennara gingu har á áarbakkanum. Hon kom tá at síggja kistuna í sevinum og sendi gentu sína avstað at taka hana.
6 Táið hon nú læt hana upp, sá hon barnið - har lá ein drongur og græt. Tá tykti henni synd í honum, og hon segði: "Hetta er eitt av dreingjabørnum Hebrearanna!"
7 Nú segði systir hansara við dóttur Farao: "Skal eg fara og fáa tær eina daddu av teimum hebraisku kvinnunum at fostra tær barnið upp?"
8 Dóttir Farao svaraði henni: "Ja, far!" - Og gentan fór eftir mammuni at barninum.
9 Dóttir Farao segði tá við hana: "Tak henda drongin og fostra mær hann upp, eg skal lata teg fáa løn fyri tað!" So tók konan drongin og fostraði hann upp.
10 Men táið drongurin var tilkomin, fór hon við honum til dóttur Farao, og hon tók hann sum son sín og gav honum navnið Móses; "tí", segði hon, "eg havi drigið hann upp úr vatninum."
11 Um hesa tíðina fór Móses, sum nú var vaksin, út til brøður sínar og hugdi at, hvussu teir trælaðu og sleipaðu. Og tá fekk hann at síggja ein Egypta sláa ein Hebreara, ein av brøðrum sínum.
12 Tá hugdi hann rundan um seg í allar ættir, og táið hann sá, at eingin var har um vegir, so drap hann Egyptan og gróv hann niður í sandin.
13 Men táið hann so dagin eftir aftur fór út, fekk hann at síggja tveir Hebrearar berjast. Tá segði hann við hann, ið órættin hevði: "Skalt tú sláa landsmann tín!"
14 Hann svaraði: "Hvør hevur sett teg til høvdinga og dómara yvir okkum! Tú ætlar kanska at drepa meg, sum tú drapst Egyptan!" - Tá varð Móses ræddur og hugsaði: "So sanniliga er tað komið út!"
15 Eisini Farao fekk tað at vita og royndi at fáa Móses dripnan; men Móses flýddi undan Farao og slapp sær til Midjansland, og har setti hann seg við ein brunn.
16 Presturin í Midjan hevði sjey døtur; tær komu nú hagar og oystu vatn upp og fyltu trogini fyri at brynna smáfænum hjá faðir sínum.
17 Tá komu hirðarnir og ætlaðu at reka tær burtur; men Móses reisti seg og hjálpti teimum og brynti smáfæi teirra.
18 Táið tær so komu heimaftur til Re’uel, faðir sín, segði hann: "Hvussu ber tað til, at tit koma so tíðliga til hús í dag?"
19 Tær svaraðu: "Har var ein Egypti, sum hjálpti okkum móti hirðunum, ja, hann oysti eisini vatn fyri okkum og brynti smáfænum."
20 Tá segði hann við døtur sínar: "Hvar er hann tá? Hví lótu tit mannin verða verandi harúti? Bjóðið honum inn, so hann kann fáa at eta!"
21 Og Móses samtykti í at verða verandi hjá manninum, og hann gav Mósesi dóttur sína Zipporu til konu.
22 Hon fekk son, og hann gav honum navnið Gersom; "tí," segði hann, "eg eri vorðin gestur í fremmandum landi."
23 So gekk nú long tíð, og ímeðan doyði kongurin í Egyptalandi. Og Ísraelsmenn suffaðu undir trældómi sínum og gramdu seg; og róp teirra undan trældóminum náddu upp til Gud.
24 Gud hoyrdi suff teirra, og Gud mintist sáttmála Sín við Ábraham, Ísak og Jákup;
25 Gud sá til Ísraelsmenn, og Gud kendist við teir.