Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 25
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 HARRIN talaði við Móses og segði:
2 "Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu koma við gávu til Mín! Hvør skal lata, sum hann hevur hjartalag til, og tí, ið teir geva Mær, skulu tit taka við.
3 Gávan, ið tit skulu taka við frá teimum, er hetta: Gull, silvur, kopar,
4 blátt, purpurreytt og skarlaksreytt tógv, fínt lín, ull av geitum,
5 reyðlitað veðraskinn, skinn av sjókúgv, akasiuvið,
6 olju til ljósastakan, kryddurtir til salvuoljuna og roykilsi,
7 sjóamsteinar og aðrar dýrar steinar at seta á lívkyrtilin og bringudúkin.
8 Teir skulu gera Mær halgidóm; so skal Eg búgva millum teirra.
9 Tabernaklið og alt, ið til hoyrir, skulu tit á allan hátt gera eftir myndini, ið Eg vísi tær.
10 Teir skulu gera ørk av akasiuviði, hálvatriðju alin langa, hálvaaðru alin breiða og hálvaaðru alin høga.
11 Hana skalt tú klæða við reinum gulli; bæði innan og uttan skalt tú klæða hana við gulli, og gullrond skalt tú gera á hana rundanum.
12 Tú skalt stoypa fýra gullringar og seta teir á hinar fýra føtur arkarinnar, tveir ringar hvørjumegin.
13 So skalt tú gera stengur av akasiuviði og klæða tær við gulli
14 og stinga tær gjøgnum ringarnar á síðum arkarinnar; tær skulu vera at bera ørkina við.
15 Stengurnar skulu verða sitandi í ringum arkarinnar; tær mugu aldri verða tiknar úr teimum.
16 Í ørkina skalt tú leggja vitnisburðin, sum Eg skal geva tær.
17 So skalt tú gera náðistól av reinum gulli, hálvatriðju alin langan og hálvaaðru alin breiðan.
18 Og tú skalt gera tveir kerúbar av gulli; teir skalt tú gera úr slignum gulli og seta teir við báðar endar náðistólsins.
19 Tú skalt seta annan kerúbin við annan endan og hin kerúbin við hin endan; áfastar við náðistólin skalt tú gera kerúbarnar, hvønn á sín endan.
20 Kerúbarnir skulu halda veingirnar útbreiddar og upplyftar, so teir fjala náðistólin við veingjum sínum; og andlit teirra skulu venda hvørt ímóti øðrum; niður ímóti náðistólinum skulu andlit kerúbanna venda.
21 So skalt tú leggja náðistólin út yvir ørkina, og í ørkina skalt tú leggja vitnisburðin, sum Eg skal geva tær.
22 Har skal Eg koma á fund við teg; úr rúminum yvir náðistólinum, millum kerúbarnar báðar, ið eru á vitnisburðarørkini, haðani skal Eg tala við teg, hvørja ferð Eg sendi teg við boðum til Ísraelsmenn.
23 Framvegis skalt tú gera borð av akasiuviði, tvær alin langt, eina alin breitt og hálvaaðru alin høgt.
24 Tað skalt tú klæða við reinum gulli og gera gullrond á tað rundanum.
25 Og tú skalt gera lista runt um tað, eina hond breiðan, og rundanum á listan skalt tú gera rond av gulli.
26 So skalt tú gera fýra gullringar, og teir skalt tú seta í tey 4 hornini við tey 4 bein borðsins.
27 Tætt við listan skulu ringarnir sita; teir skulu vera at stinga stengurnar í, so borðið kann berast.
28 Stengurnar skalt tú gera av akasiuviði og klæða tær við gulli; við teimum skal borðið berast.
29 So skalt tú gera føtini og skálirnar, ið til borðið hoyra, og kannurnar og bikarini, sum drykkjuofrini skulu verða skonkt úr; alt hetta skalt tú gera úr reinum gulli.
30 Á borðinum skalt tú altíð hava sýnisbreyð liggjandi fyri ásjón Míni.
31 Framvegis skalt tú gera ljósastaka av reinum gulli; úr slignum gulli skal ljósastakin verða gjørdur, bæði fóturin og stakin sjálvur; á stakanum skulu vera blómur, knappar og útsprungin bløð, sum eru í einum við hann.
32 Seks armar skulu ganga út úr síðum ljósastakans, tríggir úr aðrari síðuni og tríggir úr hinari.
33 Á fyrsta armi skulu vera trý bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum, á øðrum armi trý bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum, og soleiðis skal vera á øllum seks ørmunum, ið ganga út úr ljósastakanum.
34 Men á ljósastakanum sjálvum skulu vera fýra bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum.
35 Ein blómuknappur skal setast undir fyrsta armaparið, ið gongur út úr ljósastakanum, ein undir annað armaparið, og ein undir triðja armaparið - ein knappur undir hvørt parið av teimum seks ørmum, ið ganga út úr ljósastakanum.
36 Bæði blómuknapparnir og armarnir skulu vera í einum við hann; alt samalt skal vera í einum, úr slignum, reinum gulli.
37 Síðani skalt tú gera sjey lampur til ljósastakan, og tær skulu setast so upp, at tær kasta ljósið yvir rúmið har frammanfyri.
38 Ljósasaksarnir og skarpannurnar, ið til hoyra, skulu vera av reinum gulli.
39 Eina talent av reinum gulli skulu tit nýta til ljósastakan og alt hetta, ið til hoyrir.
40 Síggj nú til, at tú gert alt eftir myndini, ið víst tær varð á fjallinum!"