Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 19
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 Táið tríggir mánaðir vóru gingnir, eftir at Ísraelsmenn vóru farnir út av Egyptalandi, tann dagin komu teir í Sinaioyðimørk.
2 Teir fóru úr Refidim og komu í Sinaioyðimørk og gjørdu steðg í oyðimørkini; Ísrael gjørdi steðg har beint yvir av fjallinum;
3 men Móses fór niðan til Gud. Tá rópti HARRIN til hansara av fjallinum og segði: "Hetta skalt tú siga við hús Jákups og kunngera børnum Ísraels
4 "Tit hava sæð tað, ið Eg gjørdi við Egyptar, og hvussu Eg bar tykkum á arnaveingjum og leiddi tykkum til Mín.
5 Akta tit nú rødd Mína, og halda tit sáttmála Mín, so skulu tit fram um øll fólk vera ogn Mín - tí øll jørðin er Mín -
6 og tit skulu vera Mær kongaríki av prestum og heilagt fólk." - Hetta eru orðini, ið tú skalt tala við børn Ísraels."
7 Táið so Móses kom aftur, kallaði hann hinar elstu í fólkinum saman og bar fram fyri teir øll hesi orð, ið HARRIN hevði álagt honum.
8 Og alt fólkið svaraði, øll sum eitt: "Alt tað, ið HARRIN hevur sagt, skulu vit gera!" So fór Móses aftur til HARRAN við svari fólksins.
9 Nú segði HARRIN við Móses: "Eg skal koma til tín í tjúkkum skýggi, so fólkið kann hoyra, táið Eg tali við teg, og allar dagar trúgva á teg!" Móses kunngjørdi HARRANUM svar fólksins.
10 Tá segði HARRIN við Móses: "Far til fólkið og lat tey halga seg í dag og í morgin, vaska klæði síni
11 og halda seg til reiðar til í ovurmorgin! Tí í ovurmorgin kemur HARRIN fyri eygum als fólksins niður á Sinaifjall.
12 Og tú skalt gera fólkinum mark rundanum og siga: "Varðið tykkum fyri at fara niðan á fjallið ella so mikið sum nema við tað í neðra! Tann, ið nemur við fjallið, skal vissuliga lata lív!
13 Eingin hond skal røra hann; hann skal verða steinaður ella skotin; tað veri dýr ella menniskja - tað skal ikki liva." - Táið lúðurin ljóðar við longum tónum, skulu teir fara niðan á fjallið."
14 So fór Móses oman av fjallinum til fólkið, og hann læt fólkið halga seg og vaska klæði síni.
15 Og hann segði við fólkið: "Haldið tykkum til reiðar til í ovurmorgin - eingin má koma kvinnu nær!"
16 So í dimmalættingini triðja dagin fór at torna, og snarljós gingu, tjúkt skýggj legðist niður á fjallið, og ógvuligt lúðraljóð hoyrdist. Tá bivaði alt fólkið í tilhaldinum.
17 Men Móses fór við fólkinum úr tilhaldinum, ímóti Gudi; og tey stóðu undir fjallinum.
18 Og alt Sinaifjall var í einum royki; tí HARRIN var komin niður á tað í eldi; roykurin stóð upp av tí sum roykurin úr ovni, og alt fjallið ristist.
19 Lúðraljóðið varð harðari og harðari; Móses talaði, og Gud svaraði honum við harðari rødd.
20 HARRIN kom niður á Sinaifjall, á fjalstindin; HARRIN rópti Móses niðan á fjalstindin, og Móses fór niðan hagar.
21 HARRIN segði tá við Móses: "Far oman aftur og ávara fólkið, at tey ota seg ikki fram at HARRANUM, at síggja Hann; tí so skulu mong av teimum falla.
22 Eisini prestarnir - sum annars stíga fram fyri HARRAN - eisini teir skulu halga seg, fyri at HARRIN skal ikki lata oyðing ráma teir."
23 Men Móses segði við HARRAN: "Fólkið kann ikki koma niðan á Sinaifjall; Tú hevur jú sjálvur ávarað okkum og sagt, at vit skuldu gera mark rundan um fjallið og halga tað!"
24 Tá segði HARRIN við hann: "Far nú oman, og kom so niðan aftur higar og hav Áron við tær! Men prestarnir og fólkið mugu ikki ota seg fram at koma niðan til HARRAN, fyri at Hann skal ikki lata oyðing ráma tey!"
25 Móses fór so oman til fólkið og segði hetta við tey.