Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 5
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 Síðani fóru Móses og Áron til Farao og søgdu: "So sigur HARRIN Gud Ísraels: Lat fólk Mítt fara, so tey fáa hildið Mær høgtíð í oyðimørkini!"
2 Men Farao svaraði: "Hvør er HARRIN, sum eg skuldi aktað og latið Ísraelsmenn farið! Eg veit einki um HARRAN, og eg lati heldur ikki Ísraelsmenn fara!"
3 Tá søgdu teir: "Gud Hebrearanna hevur møtt okkum; lat okkum nú fara tríggjar dagsferðir út í oyðimørkina og ofra til HARRAN Gud okkara, so Hann slær okkum ikki við pesti ella svørði!"
4 Men kongurin í Egyptalandi segði við teir: "Móses og Áron, hví skulu tit fáa fólkið at rýma úr arbeiði teirra? Farið og gerið tað, ið tit skulu!"
5 Framvegis segði Farao: "Ja, nú ið fólkið er vorðið ov mikið í landinum, nú skulu tit sleppa teimum frá tí, ið tey hava at gera!"
6 Sama dag gav Farao arbeiðsfútunum og umsjónarmonnunum yvir fólkinum hetta boð:
7 "Nú skulu tit ikki longur sum higartil lata fólkið fáa hálm at gera tigulstein við - tey skulu sjálv fara og sanka sær hálm!
8 Men sama tal av tigulsteini, sum tey higartil hava gjørt, skulu tit áleggja teimum kortini; tit skulu einki minka um arbeiði teirra! Tí tey eru løt; tí eru tey farin at rópa og siga: "Lat okkum sleppa avstað at ofra til Gud okkara!"
9 Tungt arbeiði er tað, ið hasi menniskjuni skulu hava, so tey kunnu hava nóg mikið at gera við tað og ikki lurta eftir lygitosi!"
10 So fóru arbeiðsfútarnir og umsjónarmenninir út og søgdu við fólkið: "So sigur Farao: "Eg gevi tykkum ikki hálm longur!
11 Farið sjálv og finnið tykkum hálm, har sum tit kunnu! Men einki verður minkað um arbeiði tykkara!""
12 Tá fór fólkið í ymsar ættir út um alt Egyptaland at sanka strá at nýta í staðin fyri hálm.
13 Men arbeiðsfútarnir strongdu á og søgdu: "Gerið arbeiði tykkara liðugt, fult dagsverk hvønn dag, eins og táið tit høvdu hálm!"
14 Og umsjónarmenninir hjá Ísraelsmonnum, sum arbeiðsfútar Faraos høvdu sett yvir tey, vórðu bankaðir, og sagt varð við teir: "Hví hava tit hvørki í gjár ella í dag gjørt tað ásetta talið av tigulsteinum liðugt, eins og áður!"
15 Tá fóru umsjónarmenn Ísraelsmanna og gramdu seg fyri Farao og søgdu: "Hví gert tú so við tænarar tínar!
16 Tænarar tínir fáa ongan hálm, og tó verður sagt við okkum: "Gerið tigulstein!" - Og tænarar tínir verða bankaðir, tóat skyldin liggur hjá tínum egna fólki!"
17 Men hann svaraði: "Tit eru latir, tað er tað, tit eru! Tí siga tit: "Lat okkum sleppa avstað at ofra til HARRAN!"
18 Farið nú til arbeiði tykkara! Hálm fáa tit ongan, men tit skulu koma við tí ásetta talinum av tigulsteini!"
19 Tað var nógv fyri hjá umsjónarmonnum Ísraelsmanna at skula siga: "Einki verður minkað um talið av tigulsteini, ið tit hvønn dag skulu hava liðugt!"
20 Táið teir komu út frá Farao, hittu teir Móses og Áron, sum stóðu og bíðaðu eftir teimum.
21 Og teir søgdu við teir: "HARRIN heimsøki tykkum og dømi tykkum fyri, at tit hava komið okkum í ringt orð hjá Farao og tænarum hansara og givið teimum svørð í hond at drepa okkum!"
22 Tá vendi Móses sær aftur til HARRAN og segði: "HARRI, hví hevur Tú gjørt so illa við hetta fólk? Hví hevur Tú sent meg?
23 Tí síðani eg havi verið hjá Farao og talað í navni Tínum, hevur hann gjørt illa við hetta fólk, og hjálpt fólki Tínum hevur Tú ikki!"