Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 40
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 HARRIN talaði við Móses og segði:
2 "Tann fyrsta í fyrsta mánaði skalt tú reisa tabernaklið, samkomutjaldið.
3 Í tað skalt tú seta vitnisburðarørkina og heingja forhangið upp framman fyri ørkina.
4 So skalt tú seta borðið inn hagar og leggja á tað alt, ið har eigur at liggja; og tú skalt bera ljósastakan inn og seta lampurnar á hann.
5 Hitt gullklædda roykilsisaltarið skalt tú seta framman fyri Vitnisburðarørkina og síðani heingja forhangið upp fyri dyr tabernakulsins.
6 Brennioffuraltarið skalt tú seta framman fyri dyr tabernakulsins, samkomutjaldsins.
7 Vatnílatið skalt tú seta millum samkomutjaldið og altarið og lata vatn í tað.
8 So skalt tú reisa forgarðin rundanum og heingja forhangið upp fyri portur forgarðsins.
9 Síðani skalt tú taka salvuoljuna og salva tabernaklið og alt, sum í tí er, og tú skalt halga tabernaklið og alt, ið til hoyrir, so tað verður heilagt.
10 Tú skalt salva brennioffuraltarið og alt, ið til hoyrir, og tú skalt halga altarið; so verður altarið háheilagt.
11 Vatnílatið skalt tú salva og fótin, ið tað stendur á, og halga tað.
12 So skalt tú leiða Áron og synir hansara fram at durum samkomutjaldsins og vaska teimum í vatni.
13 Og tú skalt lata Áron í hini heiløgu klæðini, salva hann og halga hann at tæna Mær sum prest.
14 Eisini synir hansara skalt tú leiða fram og lata teir í undirkyrtlarnar.
15 Og tú skalt salva teir, sum tú salvaði faðir teirra; so skulu teir tæna Mær sum prestar. Henda salving skal geva teimum rættin til prestadømið, mann eftir mann, í allar ævir."
16 Hetta gjørdi Móses nú; í einum og øllum gjørdi hann so, sum HARRIN hevði álagt honum.
17 Tann fyrsta í fyrsta mánaði í øðrum ári var tað, at tabernaklið varð reist.
18 Móses reisti tabernaklið; hann setti stabbarnar niður og reisti plankarnar, stakk tvørstengurnar inn og reisti stólparnar.
19 So breiddi hann tekjuna yvir tabernaklið og legði takið omaná - so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
20 Síðani tók hann vitnisburðin og legði hann í ørkina, stakk stengurnar í og legði náðistólin oman á ørkina.
21 Ørkina setti hann inn í tabernaklið og hongdi upp forhangið, sum skuldi vera framman fyri vitnisburðarørkina - so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
22 Borðið setti hann inn í samkomutjaldið, við norðaru síðu tabernakulsins, uttan fyri forhangið,
23 og legði breyðini á rað á tað fyri ásjón HARRANS - so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
24 Ljósastakan setti hann í samkomutjaldið, beint yvir av borðinum, við sunnaru síðu tabernakulsins,
25 og setti upp lampurnar fyri ásjón HARRANS - so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
26 Eisini gullaltarið setti hann í samkomutjaldið, framman fyri forhangið,
27 og brendi angandi roykilsi á tí - so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
28 Síðani hongdi hann upp teppið fyri dyr tabernakulsins.
29 Brennioffuraltarið setti hann fyri dyr tabernakulsins, samkomutjaldsins, og ofraði brennioffur og matoffur á tí - so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
30 Vatnílatið setti hann millum samkomutjaldið og altarið og læt vatn í tað at vaska sær í.
31 Móses og Áron og synir Áron vaskaðu sær um hendur og føtur í tí;
32 táið teir fóru inn í samkomutjaldið, og táið teir fóru fram at altarinum, vaskaðu teir sær - so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
33 So reisti hann forgarðin rundan um tabernaklið og altarið og hongdi upp forhangið fyri portur forgarðsins. - Nú var Móses liðugur við verkið.
34 Tá legði skýggið seg niður á samkomutjaldið, og dýrd HARRANS fylti tabernaklið;
35 Móses fekk ikki farið inn í samkomutjaldið, av tí at skýggið hvíldi á tí, og dýrd HARRANS fylti tabernaklið.
36 Men á allari ferð síni hildu Ísraelsmenn avstað, táið skýggið lætti av tabernaklinum;
37 og táið skýggið ikki lætti, fóru teir ikki avstað, men bíðaðu til tann dag, táið tað aftur lætti.
38 Tí skýggj HARRANS lá á tabernaklinum um dagin, og um náttina lýsti eldur í skýnum fyri eygum Ísraelsmanna, á allari ferð teirra.