Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 10
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 Nú segði HARRIN við Móses: "Far til Farao! Tí tað eri Eg, sum havi hert hjartað í honum og tænarum hansara, fyri at Eg kann gera hesi tekin Míni ímillum teirra,
2 og fyri at tú skalt kunna siga syni og sonarsyni tínum frá, hvussu Eg gjørdi við Egyptar, og frá tekinunum, ið Eg gjørdi ímillum teirra - so tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN."
3 Móses og Áron fóru tá til Farao og søgdu við hann: "So sigur HARRIN, Gud Hebreara: Hvussu leingi ætlar tú ikki at eyðmýkja teg fyri Mær? Lat fólk Mítt fara, so tey fáa dýrkað Meg!
4 Setur tú teg ímóti at lata fólk Mítt fara, so skal Eg í morgin lata grashoppur koma yvir land títt;
5 tær skulu fjala landið, so markin sæst ikki, og tað, ið eftir er hjá tykkum aftan á heglingin, skulu tær eta upp á svaðasvørði; hvørt træ hjá tykkum, sum veksur á markini, skulu tær eta av;
6 tær skulu so fylla hús tíni og húsini hjá øllum tænarum tínum og øllum Egyptum, at hvørki fedrar tínir ella fedrar fedra tína hava minst nakað slíkt, frá tí degi teir vórðu til á jørðini og líka til henda dag!" - So vendi hann sær og fór frá Farao.
7 Tá søgdu tænarar Faraos við hann: "Hvussu leingi skal hesin maður vera okkum snerra? Lat nú hesi fólk fara, so tey fáa dýrkað HARRAN Gud sín! Dugir tú ikki at síggja enn, at Egyptaland gongur til grundar?"
8 Boð fóru nú eftir Mósesi og Áron at koma aftur til Farao, og hann segði við teir: "Farið avstað, dýrkið HARRAN Gud tykkara! Men hvørji eru nú tey, ið fara skulu?"
9 Móses svaraði: "Vit fara øll, bæði ung og gomul; bæði synir okkara og døtur okkara vilja vit hava við, bæði smáfæ og neyt okkara; tí vit skulu halda høgtíð fyri HARRANUM!"
10 Tá segði hann við teir: "HARRIN veri við tykkum, heldur enn eg lati tykkum fara við kvinnum og børnum tykkara! Hygga nú, um tit hava ikki ilt í huga!
11 Nei - tit menninir kunnu fara avstað og dýrka HARRAN - tað var jú tað, ið tit vildu!" - So vórðu teir riknir út frá Farao.
12 Tá segði HARRIN við Móses: "Rætt út hondina yvir Egyptaland, so skulu grashoppurnar koma yvir Egyptaland og eta upp alt, ið veksur í landinum, alt tað, ið heglingurin læt vera eftir!"
13 So rætti Móses út stavin yvir Egyptaland, og HARRIN læt eystanstorm koma yvir landið allan tann dagin og alla náttina; táið morgunin kom, hevði eystanstormurin grashoppurnar við sær.
14 Grashoppurnar komu yvir alt Egyptaland; ein ófør nøgd av teimum kom niður yvir Egyptaland, alt sum tað var; aldri áður høvdu so nógvar grashoppur verið, og aldri aftur koma so nógvar.
15 Tær fjaldu alt landið, so at markin var svørt av teimum, og tær ótu alt, sum í landinum vaks, og alla frukt á trøunum, sum heglingurin hevði latið vera eftir; einki grønt varð eftir á trøunum ella á urtunum á markini í øllum Egyptalandi.
16 Tá sendi Farao skundisliga boð eftir Mósesi og Áron og segði: "Eg havi syndað móti HARRANUM Gudi tykkara og móti tykkum!
17 Men fyrigevið mær nú synd mína hesa einu ferðina, og biðið til HARRAN Gud tykkara, at Hann lættir bert hesa deyðaplágu av mær!"
18 Hann fór tá út aftur frá Farao og bað til HARRAN.
19 Og HARRIN vendi vindinum, so tað varð ógvuliga nógvur vestanvindur; hann hevði grashoppurnar við sær og tveitti tær út í Reyðahav; ikki ein grashoppa varð eftir í Egyptalandi, øllum sum tað var.
20 - Men HARRIN herdi hjarta Faraos, so hann læt ikki Ísraelsmenn fara.
21 Nú segði HARRIN við Móses: "Rætt upp hondina móti himli, so skal slíkt myrkur koma yvir Egyptaland, at tikið skal kunna verða í tað!"
22 Móses rætti tá upp hondina móti himli, og í tríggjar dagar varð tjúkt myrkur í øllum Egyptalandi.
23 Ein sá ikki annan, og eingin fór av fetinum í tríggjar dagar; men allastaðni har sum Ísraelsmenn búðu, har var ljóst.
24 Tá sendi Farao boð eftir Mósesi og segði: "Farið avstað og dýrkið HARRAN! Bert smáfæ og neyt tykkara skulu verða eftir; kvinnur og børn tykkara kunnu eisini fara við tykkum."
25 Men Móses segði: "Tú mást eisini lata okkum fáa sláturoffur og brennioffur við, so vit fáa ofrað til HARRAN Gud okkara!
26 Eisini fylgi okkara mugu vit hava við okkum, ikki ein kleyv skal verða eftir; tí av teimum er tað, vit mugu taka, táið vit skulu dýrka HARRAN Gud okkara. Og vit vita ikki, hvat vit skulu ofra til HARRAN, fyrrenn vit koma hagar."
27 Tá herdi HARRIN hjarta Faraos, so hann sýtti teimum at fara.
28 Farao segði við hann: "Far frá mær, og varða teg fyri at koma mær fyri eygu aftur! Tann dag tú kemur mær fyri eygu, skalt tú doyggja!"
29 Móses svaraði: "Rætt sigur tú! Eg skal ikki aftur koma tær fyri eygu!"