Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 32
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 Men táið fólkið sá, at tað varð so leingi, áðrenn Móses kom oman aftur av fjallinum, flokkaðust tey um Áron og søgdu við hann: "Kom og ger okkum gud, ið ganga kann undan okkum, tí vit vita ikki, hvat ið er vorðið av hasum Mósesi, ið fór út av Egyptalandi við okkum!"
2 Tá segði Áron við tey: "Takið gullringarnar, ið konur tykkara og synir og døtur tykkara hava í oyrunum, og fáið mær teir!"
3 Alt fólkið tók tá gullringarnar úr oyrunum og kom við teimum til Áron.
4 Og hann tók við gullinum, stoypti tað um og høgdi tað við meitli til kálv. Tá søgdu tey: "Hetta er gudur tín, Ísrael, hann, ið leiddi teg út av Egyptalandi!"
5 Táið Áron sá hetta, reisti hann honum altar og læt kunngera: "Í morgin verður høgtíð fyri HARRANUM!"
6 Morgunin eftir fóru tey tíðliga upp, ofraðu brennioffur og bóru fram takkoffur; síðani setti fólkið seg niður at eta og drekka og reistist so og fór at spæla.
7 Tá segði HARRIN við Móses: "Skunda tær og far oman! Fólk títt, ið tú leiddi út av Egyptalandi, hevur borið seg illa at;
8 skjótt viku tey burtur av vegnum, ið Eg gav teimum boð um at ganga - tey hava gjørt sær stoyptan kálv, og hann hava tey tilbiðið og ofrað til við hesum orðum: "Hetta er gudur tín, Ísrael, hann, ið leiddi teg út av Egyptalandi!""
9 Og HARRIN segði við Móses: "Eg havi havt eyguni eftir hesum fólki, og Eg síggi, at tað er eitt harðvunnið fólk!
10 Lat nú Meg ráða, so vreiði Mín kann tendrast ímóti teimum, og Eg geri enda á teimum! - Eg skal tá gera teg til eitt stórt fólk!"
11 Men Móses bønaði HARRAN Gud sín og segði: "HARRI, hví skal vreiði Tín tendrast móti fólki Tínum, sum Tú leiddi út av Egyptalandi við veldigum mátti og sterkari hond?
12 Hví skulu Egyptar fáa sagt: "Við illum í huga leiddi Hann tey út - til at drepa tey á fjøllunum og týna tey av jørðini!" Lat brennandi vreiði Tína halda uppat, og angra vanlukkuna, ið Tú ætlar at gera fólki Tínum!
13 Minst Ábraham, Ísak og Ísrael, tænarar Tínar, sum Tú við eiði um Teg sjálvan hevur givið hetta lyfti: "Eg skal gera avkom tykkara so nógv í tali sum stjørnurnar á himli, og Eg skal geva avkomi tykkara alt hetta land, ið Eg havi talað um; tey skulu eiga tað í allar ævir!""
14 Tá angraði HARRIN vanlukkuna, ið Hann hevði hótt við at gera fólki Sínum.
15 Síðani fór Móses oman av fjallinum við báðum vitnisburðartalvunum í hondini. Skrivað var á báðar síður á talvunum; bæði á forsíðuna og baksíðuna var skrivað á tær.
16 Talvurnar vóru verk Guds, og skriftin var skrift Guds, rist í talvurnar.
17 Josva hoyrdi nú gangin av fólkinum og rópini; og hann segði við Móses: "Herróp hoyrist í tilhaldinum!"
18 Men hann svaraði: "Hatta eru hvørki róp av monnum, ið vinna, ella av monnum, ið tapa - tað er song, ið eg hoyri!"
19 Táið so Móses nærkaðist tilhaldinum og sá kálvin og dansin, tendraðist vreiði hansara og hann blakaði talvurnar frá sær og breyt tær sundur har undir fjallinum.
20 Síðani tók hann kálvin, ið tey høvdu gjørt, brendi hann, muldi hann í mjøl og stroyddi so mjølið í vatnið og gav Ísraelsmonnum tað at drekka.
21 Móses segði nú við Áron: "Hvat hevur hetta fólk gjørt tær, síðani tú hevur fingið tey at gera so stóra synd!"
22 Áron svaraði: "Verð ikki illur, harri! Tú veitst sjálvur, at fólkið liggur í tí illa!
23 Nú søgdu tey við meg: "Ger okkum gud, sum kann ganga undan okkum, tí vit vita ikki, hvat ið er vorðið av hasum Mósesi, ið fór út av Egyptalandi við okkum!"
24 Tá segði eg við tey: "Tann, ið gongur við stási av gulli, skal taka tað av sær!" Tey lótu meg so fáa gullið, og eg koyrdi tað í eldin - og soleiðis varð hesin kálvur til!"
25 Móses sá nú, at fólkið kendi sær ikki afturhald, við tað at Áron hevði slept teimum leysum - og hesum hildu fíggindar teirra frægd at.
26 Hann fór tí og stóð við inngongd tilhaldsins og segði: "Hvør tann, ið er í parti HARRANS, hann komi higar til Mín!" Tá savnaðust allir Levitar um hann.
27 Og hann segði við teir: "So sigur HARRIN Gud Ísraels: "Bindið allir svørð við lið, og gangið so aftur og fram frá einum portrinum til annað í tilhaldinum og drepið bæði bróður, vin og frænda!""
28 Levitar gjørdu, sum Móses segði; og tann dagin fullu einir 3000 menn av fólkinum.
29 Tá segði Móses: "Frá hesum degi skulu tit vera prestar fyri HARRANUM, aftur fyri at eingin spardi son ella bróður - tí skal signing koma yvir tykkum í dag!"
30 Dagin eftir segði Móses við fólkið: "Tit hava gjørt stóra synd! Men nú skal eg fara niðan til HARRAN; kanska eg kann gera bót fyri synd tykkara!"
31 So fór Móses aftur til HARRAN og segði: "Tíverri, hetta fólk hevur gjørt stóra synd, tey hava gjørt sær gud av gulli!
32 Men hevði Tú nú viljað fyrigivið teimum syndina! Men vilt Tú ikki tað, so strika meg út úr bókini, ið Tú skrivar í!"
33 HARRIN svaraði Mósesi: "Tann, ið syndað hevur móti Mær, hann skal Eg strika út úr bók Míni!
34 Men fær nú við fólkinum, hagar sum Eg havi sagt tær! Eingil Mín skal ganga undan tær. Men táið tími Mín kemur, skal Eg heimsøkja tey fyri synd teirra!"
35 - Soleiðis sló HARRIN fólkið, fyri tað at tey høvdu gjørt kálvin, ið Áron hevði gjørt.