Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 33
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 Síðani segði HARRIN við Móses: "Far nú avstað hiðani við fólkinum, ið tú leiddi út av Egyptalandi, til landið, ið Eg við eiði havi lovað Ábrahami, Ísaki og Jákupi, táið Eg segði: "Avkomi tínum gevi Eg tað!"
2 Eg sendi eingil undan tær, og hann skal reka teir út, Kána’anitar, Amoritar, Hetitar, Perizitar, Hevitar og Jebusitar.
3 - Far til landið, ið flýtur í mjólk og hunangi! Men sjálvur komi Eg ikki hagar við tær; tí tú ert harðvunnið fólk; kom Eg við, so kundi Eg gjørt enda á tær á vegnum!"
4 Táið fólkið hoyrdi hesa hørðu talu, syrgdu tey, og eingin læt seg í stás sítt.
5 - Tí HARRIN segði við Móses: "Sig við Ísraelsmenn: "Tit eru harðvunnið fólk; kom Eg við tær, um tað so bert var eina lítla løtu, so mátti Eg gjørt enda á tær! Men far nú úr stási tínum, so fái Eg at síggja, hvat Eg geri við teg!""
6 Tá fóru Ísraelsmenn úr stási sínum; tey bóru tað ikki, eftir at tey vóru komin um Horebsfjall.
7 Móses plagdi at taka tjaldið og reisa tað uttan fyri tilhaldið, nakað frá tí; hann kallaði tað samkomutjaldið. Ein og hvør ið søkti HARRAN, hann fór nú út til samkomutjaldið uttan fyri tilhaldið.
8 Og hvørja ferð Móses fór út til tjaldið, reistist alt fólkið og stóð, hvør í tjalddurum sínum, og hugdi eftir Mósesi, inntil hann var komin inn í tjaldið.
9 Táið Móses kom inn í tjaldið, kom skýstólpin niður og stóð í tjalddurunum, og HARRIN talaði við Móses.
10 Men táið alt fólkið sá skýstólpan standa í tjalddurunum, reistust tey øll og tilbóðu, hvørt í tjalddurum sínum.
11 HARRIN talaði við Móses andlit til andlit, sum táið maður tosar við mann. So fór Móses aftur í tilhaldið; men tænari hansara Josva, sonur Nun, ungur maður, veik ikki frá tjaldinum.
12 Móses segði við HARRAN: "Tú sigur jú við meg: "Far hagar við hesum fólki!" - Men Tú hevur ikki latið meg vita, hvønn Tú ætlar at senda við mær, og kortini hevur Tú sagt: "Eg kenni teg við navni, og tú hevur funnið náði fyri eygum Mínum!"
13 Er tað nú so, at eg havi funnið náði fyri eygum Tínum, so vís mær vegir Tínar, so eg kann kenna Teg og finna náði fyri eygum Tínum! Hugsa kortini um, at hetta fólkið er Títt fólk!"
14 Hann svaraði: "Skal Eg tá sjálvur koma við tær og leiða teg til hvílu?"
15 Tá segði Móses við Hann: "Kemur Tú ikki sjálvur við, so lat okkum ikki fara avstað hiðani!
16 Tí av hvørjum skal tað síggjast, at eg havi funnið náði fyri eygum Tínum, eg og fólk Títt, um ikki av tí, at Tú ferðast við okkum, so vit, eg og fólk Títt, verða ærd fram um øll fólkasløg á jørðini!"
17 HARRIN svaraði Mósesi: "Eisini hatta, ið tú nú biður um, skal Eg gera; tí tú hevur funnið náði fyri eygum Mínum, og Eg kenni teg við navni."
18 Tá segði Móses: "Lova mær tá at síggja dýrd Tína!"
19 Hann svaraði: "Eg skal lata alt ríkidømi Mítt ganga fram við tær, og Eg skal rópa út navnið HARRIN framman fyri teg; tí Eg vísi honum náði, sum Eg vísi náði, og honum miskunn, sum Eg vísi miskunn!"
20 Og hann segði: "Andlit Mítt kanst tú ikki síggja; einki menniskja kann síggja Meg og liva."
21 So segði HARRIN: "Her tætt hjá Mær er staður - statt har á klettinum!
22 Táið so dýrd Mín fer framvið, skal Eg lata teg standa har í kluftini í klettinum, og Eg skal halda hond Mína fyri teg, meðan Eg fari framvið.
23 So skal Eg taka hondina burtur, so tú kanst síggja Meg aftanfrá; men andlit Mítt kann eingin síggja!"