Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 15
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 Tá sungu Móses og Ísraelsmenn HARRANUM henda songin: "Eg lovsyngi HARRANUM, tí Hann hevur gjørt Seg stóran, hesti og manni stoytti Hann í havið!
2 HARRIN er styrki og lovsongur mín, og Hann varð frelsa mín! Hann er Gud mín - eg prísi Honum, Gud faðirs míns - eg geri Hann stóran!
3 HARRIN er hermaður - HARRIN er navn Hansara.
4 Vagnar Faraos og her hansara kastaði Hann í havið, útvaldu vagnkappar hansara druknaðu í Reyðahavi;
5 djúpini fjaldu teir, teir sukku sum steinar í djúpini!
6 Høgra hond Tín, HARRI, hevur fingið heiður í megi, høgra hond Tín, HARRI, sorar fíggindar!
7 Í stóru dýrd Tíni fellir Tú fíggindar Tínar, Tú letur vreiði Tína sleppa leysa, hon ger teir til einkis sum hálm.
8 Fyri blástrinum úr nøs Tíni dungaðust vøtnini upp; bylgjurnar stóðu sum ein veggur, djúp vøtn stívnaðu mitt í havinum.
9 Fíggindin segði: "Eg haldi eftir teimum, fái tey aftur, skifti sundur fong, metti sál mína við teimum, eg dragi svørðið, hond mín skal oyða tey!"
10 - Tú blásti við anda Tínum, havið fjaldi teir, teir sukku sum blýggj í hinum veldigu vøtnum.
11 Hvør er sum Tú millum gudarnar, HARRI, hvør er sum Tú, Tú hin dýri og heilagi, Tú hin øgiligi og hálovaði, undurfullur í verki!
12 Tú rætti út høgru hond Tína, jørðin gloypti teimum.
13 Tú leiddi í miskunn Tíni fólkið, ið Tú loysti út, Tú leiðir tey í megi Tíni til heilaga bústað Tín.
14 Fólkasløgini hoyrdu tað og nøtraðu, angist fellur á tey, sum í Filistaralandi búgva.
15 Tá kom ræðsla á høvdingar Edoms, høvdingar Móabs tóku at nøtra; teir, sum búðu í Kána’an, mistu allir mótið.
16 Ræðsla og angist kom á teir, fyri veldiga armi Tínum vórðu teir málleysir sum steinar, meðan fólk Títt heldur fram, á HARRI, meðan tað heldur fram, fólkið, ið Tú vanst Tær!
17 Tú leiðir tey inn og plantar tey á arvafjalli Tínum, á staðnum, ið Tú hevur gjørt til bústað Tín, HARRI, í halgidóminum, HARRI, sum hendur Tínar hava grundfest.
18 - HARRIN er kongur í allar ævir!"
19 - Tí táið hestar Faraos við vagnum og hestmonnum hansara fóru út í havið, læt HARRIN sjógvin í havinum venda aftur - út yvir teir; men Ísraelsmenn fóru um havið á turrum.
20 Tá tók Mirjam profetinna, systir Áron, trummu í hondina, og allar kvinnurnar fylgdu henni eftir við trummum og dansi.
21 Mirjam skipaði songin: "Lovsyngið HARRANUM, tí Hann hevur gjørt Seg stóran, hesti og manni stoytti Hann í havið!"
22 So læt Móses Ísraelsmenn fara avstað frá Reyðahavi, og tey fóru út í oyðimørkina Sur; tey gingu nú tríggjar dagar í oyðimørkini og funnu einki vatn.
23 Tá komu tey til Mara; men vatnið í Mara fingu tey ikki drukkið, tí tað var beiskt. Staðið fekk tí navnið Mara.
24 Tá knarraði fólkið inn á Móses og segði: "Hvat skulu vit drekka!"
25 Men hann rópti til HARRAN, og HARRIN vísti honum eitt træ, sum hann kastaði í vatnið; tá varð vatnið drekkandi. Har setti Hann teimum lóg og rætt, og har royndi Hann tey.
26 Hann segði: "Lurtar tú eftir HARRANUM Gudi tínum, og gert tú tað, sum rætt er í eygum Hansara, aktar eftir boðum Hansara og heldur allar fyriskipanir Hansara, so skal Eg onga av teimum sjúkum leggja á teg, sum Eg legði á Egyptar - men Eg eri HARRIN, lækni tín!"
27 So komu tey til Elim; har vóru 12 vatnkeldur og 70 pálmatrø, og tey gjørdu steðg har við vatnið.