Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 3
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 Móses røktaði nú smáfæið hjá verfaðir sínum, Jetro, prestinum í Midjan. Einaferð rak hann smáfæið yvir um oyðimørkina og kom til fjall Guds, Horeb.
2 Tá opinberaði eingil HARRANS seg fyri honum í logandi eldi, mitt út úr einum tornarunni; hann hugdi at og sá, at tornarunnurin stóð í ljósum loga, og tó brendist tornarunnurin ikki upp.
3 Tá segði Móses: "Lat meg fara hagar og hyggja at hesi undurfullu sjón, hvussu tað ber til, at tornarunnurin brennist ikki upp!"
4 Men táið HARRIN sá, at hann fór hagar at hyggja, rópti Gud á hann út úr tornarunninum: "Móses, Móses!" Hann svaraði: "Ja, her eri eg!"
5 Hann segði: "Kom ikki nærri! Lat teg úr skónum, tí staðið, ið tú stendur á, er heiløg jørð!"
6 So segði Hann: "Eg eri Gud faðirs tíns, Gud Ábrahams, Gud Ísaks og Gud Jákups!" Tá fjaldi Móses andlit sítt, tí hann ræddist at síggja Gud.
7 Og HARRIN segði: "Eg havi sæð neyðina hjá fólki Mínum í Egyptalandi, og Eg havi hoyrt, hvussu tey geva seg undan teimum, ið plága tey; ja, Eg veit, hvat tey líða!
8 Og nú eri Eg komin niður at fría tey úr hondum Egypta og leiða tey burtur úr hesum landi til eitt gott og rúmt land, sum flýtur í mjólk og hunangi, land Kána’anita, Hetita, Amorita, Perizita, Hevita og Jebusita.
9 Nú eru róp Ísraelsmanna nádd upp til Mín, og Eg havi eisini sæð, hvussu illa Egyptar fara við teimum.
10 Far tú nú tí avstað, Eg ætli at senda teg til Farao, og tú skalt leiða fólk Mítt, Ísraelsmenn, út av Egyptalandi."
11 Men Móses segði við Gud: "Hvør eri eg, at eg skuldi farið til Farao, og at eg skuldi leitt Ísraelsmenn út av Egyptalandi!"
12 Hann svaraði: "Jú, Eg skal vera við tær! Og hetta skal vera tær tekinið fyri, at tað eri Eg, sum havi sent teg: Táið tú hevur ført fólkið út av Egyptalandi, skulu tit halda gudstænastu á hesum fjalli."
13 Tá segði Móses við Gud: "Men táið eg nú komi til Ísraelsmenn og sigi teimum, at Gud fedra teirra hevur sent meg til teirra, og tey so spyrja meg um navn Hansara - hvat skal eg tá svara teimum?"
14 Gud segði við Móses: "Eg eri Tann, Eg Eri!" Og Hann segði: "So skalt tú siga við Ísraelsmenn: ""Eg Eri" hevur sent meg til tykkara!""
15 Framvegis segði Gud við Móses: "So skalt tú siga við Ísraelsmenn: "HARRIN Gud fedra tykkara, Gud Ábrahams, Gud Ísaks og Gud Jákups, hevur sent meg til tykkara!" - Hetta er navn Mítt til ævigar tíðir, og soleiðis skulu tey mann eftir mann kalla Meg.
16 Far nú og kalla saman teir elstu í Ísrael og sig við teir: "HARRIN Gud fedra tykkara, Gud Ábrahams, Ísaks og Jákups, hevur opinberað Seg fyri mær og sagt: "Eg havi givið tykkum gætur, og Eg veit, hvussu teir bera seg at við tykkum í Egyptalandi.
17 Tí er nú hetta orð Mítt: Eg skal leiða tykkum burtur úr øllum tí illa, ið tit líða í Egyptalandi, til land Kána’anita, Hetita, Amorita, Perizita, Hevita og Jebusita, til land, ið flýtur í mjólk og hunangi.""
18 Tey fara at lurta eftir tær; og tú skalt saman við teimum elstu í Ísrael fara til kongin í Egyptalandi, og tit skulu siga við hann: "HARRIN, Gud Hebreara, hevur víst Seg fyri okkum; lat okkum nú fara tríggjar dagsferðir út í oyðimørkina og ofra til HARRAN Gud okkara!"
19 Men eg veit, at kongurin í Egyptalandi lovar tykkum ikki at fara avstað, nei, ikki, um hann so fær sterku hond Mína at kenna!
20 Tí skal Eg rætta út hond Mína og sláa Egyptaland við øllum undrum Mínum, sum Eg skal gera har; so skal hann lata tykkum fara!
21 Og eg skal gera, at hetta fólk verður væl lýtt av Egyptum, so tit, táið tit fara, skulu ikki fara tómhent avstað.
22 Nei, hvør kvinna skal biðja grannkonu sína og tær, sum búgva í húsi saman við henni, um stás av silvuri og gulli og um klæði, og tí skulu tit lata synir og døtur tykkara vera í. - Soleiðis skulu tit taka fong frá Egyptum."