Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 31
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:
2 "Eg havi kallað Bezalel, son Uri, son Hur, av ætt Juda,
3 og Eg havi fylt hann við Anda Guds, við vísdómi, viti og kunnskapi og við hegni til alskyns arbeiði,
4 at upphugsa listarverk, at arbeiða í gulli, silvuri og kopari,
5 at brýna steinarnar, ið inn skulu fellast, og at skera út í træi, skjótt at siga, at útinna alskyns arbeiði.
6 Til hjálparmann havi Eg givið honum Oholiab, son Ahisamak, av ætt Dans; og øllum teimum monnum, ið gott hegni hava til listarverk, havi Eg givið vísdóm í hjartað, so teir duga at gera alt tað, ið Eg havi álagt tær,
7 samkomutjaldið, vitnisburðarørkina, náðistólin oman á henni og alt, ið hoyrir til tjaldið,
8 borðið við tí, ið til hoyrir, ljósastakan av reinum gulli við øllum tí, ið til hoyrir, roykilsisaltarið,
9 brennioffuraltarið við øllum tí, ið til hoyrir, vatnílatið við fótinum, ið tað stendur á,
10 embætisklæðini og hini heiløgu klæði Árons prests, prestaklæði sona hansara,
11 salvuoljuna og hitt angandi roykilsið til halgidómin; teir skulu í einum og øllum gera, sum Eg havi álagt tær."
12 HARRIN talaði framvegis við Móses; Hann segði:
13 "Tú skalt tala við Ísraelsmenn og siga: "Gloymið nú ikki at halda sabbatar Mínar, tí sabbaturin er tekin millum Meg og tykkum, mann eftir mann - fyri at tit skulu sanna, at Eg, HARRIN, eri tann, sum halgar tykkum!
14 Sabbatin skulu tit halda, hann skal vera tykkum heilagur; tann, ið vanhalgar hann, skal lata lív, ja, ein og hvør, ið ger nakað arbeiði sabbatsdagin; tað menniskja skal verða týnt úr fólki sínum!
15 Seks dagar skal verða arbeitt, men sjeyndi dagurin skal vera háheilagur sabbatur, heiligdagur HARRANS; hvør tann, ið ger nakað arbeiði sabbatsdagin, skal lata lív!
16 Ísraelsmenn skulu minnast sabbatin, so teir halda hann heilagan, mann eftir mann, í allar ævir;
17 hann skal vera ævigt tekin millum Meg og Ísraelsmenn. Tí í seks dagar gjørdi HARRIN himmal og jørð, men sjeynda dagin hvíldi Hann og helt Seg stillan.""
18 Táið Hann nú var liðugur at tala við Móses á Sinaifjalli, fekk Hann honum tær báðar vitnisburðartalvurnar, steintalvurnar, ið skrivað var á við fingri Guds.