Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 22
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 "Táið onkur stjelur neyt ella seyð og drepur ella selur kríatúrið, skal hann lata fimm neyt aftur fyri neytið og fýra seyðir aftur fyri seyðin.
2 Verður tjóvurin tikin, meðan hann brýtur inn, og sligin, so hann doyr, skal tað ikki verða roknað fyri manndráp.
3 Men er sólin undankomin, so verður tað roknað fyri manndráp. Tjóvurin skal lata fulla bót. Eigur hann ikki so mikið, skal hann verða seldur til bót fyri tað, ið hann hevur stolið.
4 Finst hitt stolna livandi hjá honum - tað veri nú neyt, esil ella seyður - so skal hann lata tvífalt aftur.
5 Táið onkur setur fæ sítt á beiti á bøi sínum ella í víngarði sínum, og hann sleppir tí leysum, so tað ger skaða á mark annars mans, skal hann í bót lata tað besta, ið veksur á bøi hansara ella í víngarði hansara.
6 Kemur eldur í og fatar í tornastik, og bundi ella óskorið korn - ella allur akurin - brennist upp, so skal hann, ið setti eld á, lata fult viðurlag.
7 Táið onkur gevur einum øðrum pening ella okkurt annað at goyma, og tað verður stolið úr húsi hansara, so skal tjóvurin, um hann verður funnin, lata tvífalt aftur.
8 Men verður tjóvurin ikki funnin, so skal húsánarin verða leiddur fram fyri Gud og gera eið uppá, at hann hevur ikki tikið tað, ið næsti hansara átti.
9 Altíð táið tað er søk um óærligan atburð við góðsi - tað veri nú neyt, esil, seyður, klæði ella okkurt annað, ið mist er - og ein so sigur: "Hetta er tað!" so skulu báðir partar koma fram fyri Gud, og tann, ið Gud dømir sekan, hann skal lata hin fáa tvífalt aftur.
10 Táið onkur hevur latið ein annan fáa esil, neyt, seyð ella okkurt annað kríatúr at ansa eftir, og tað doyr, kemur til skaða ella verður rænt, so eingin sær,
11 so skal eiður skilja teirra millum; hann skal kalla HARRAN til vitni uppá, at hann hevur ikki tikið tað, ið næsti hansara átti; ánarin skal taka eiðin fyri góðan, og hin skal einki viðurlag lata.
12 Men verður tað stolið frá honum, so skal hann lata ánaran fáa líka fyri tað.
13 Verður tað sundurskrætt, so skal hann vísa tað fram sum prógv; tað, ið sundurskrætt er, skal hann ikki lata viðurlag fyri.
14 Táið onkur lænir kríatúr frá einum øðrum, og tað fær mein ella doyr, meðan ánarin ikki er hjástaddur, skal hann lata fult viðurlag.
15 Men er ánarin hjástaddur, skal hann einki viðurlag lata; var tað leigað, so er leigan viðurlag.
16 Táið ein maður forførir gentu, ið ikki er trúlovað, og liggur hjá henni, skal hann lata brúðarkeyp fyri hana og taka hana til konu.
17 Vil faðir hennara ikki lata hann fáa hana, so skal hann bøta so mikið í peningi, sum vanligt er at lata í festargávu fyri gentu.
18 Gandakelling skalt tú ikki lata liva.
19 Ein og hvør, ið hevur við kríatúr at gera, skal lata lív.
20 Tann, ið ofrar til avgudarnar og ikki bert til HARRAN, skal verða bannlýstur.
21 Fremmandum mást tú ikki gera órætt ella vera harður við hann; tit hava jú sjálv verið fremmand í Egyptalandi.
22 Einkjum og faðirleysum mugu tit ikki fara illa við.
23 Fert tú illa við teimum, so skal Eg sanniliga hoyra róp teirra, táið tey rópa til Mín!
24 Og vreiði Mín skal tendrast, og Eg skal sláa tykkum við svørði, so konur tykkara verða einkjur, og børn tykkara faðirleys.
25 Táið tú lænir einum av fólki Mínum pening, fátæka næsta tínum, so skalt tú ikki bera teg at við hann sum okrari; tú mást ikki taka rentu frá honum.
26 Tekur tú kappa næsta tíns í pant, skalt tú lata hann fáa hann aftur, áðrenn sólin gongur undir;
27 tí hann er tað einasta, ið hann hevur at sveipa um seg; við honum er tað, hann klæðir likam sítt; hvørjum øðrum skal hann liggja í! Og táið hann rópar til Mín, skal Eg hoyra, tí Eg eri miskunnsamur!
28 Gud mást tú ikki spotta, og høvdinga av fólki tínum mást tú ikki banna.
29 Tú mást ikki drála at geva Mær av tí, ið fyllir løðu tína, og sum flýtur úr vínpersu tíni. Hin frumborna son tín skalt tú geva Mær.
30 Á sama hátt skalt tú geva neyt tíni og smáfæ títt; sjey dagar skal tað verða hjá mammuni, men áttanda dagin skalt tú geva Mær tað.
31 Tit skulu vera Mær heiløg menniskju. Kjøt av dýrum, ið eru sundurskrædd á markini, mugu tit ikki eta; tað skulu tit blaka fyri hundarnar."