Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 29
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 "Hetta er tað, ið tú skalt gera við teir, táið tú halgar teir at tæna Mær sum prestar: Tak ungan tarv, tveir veðrar, ið ikki hava lýti,
2 ósúrgað breyð, ósúrgaðar køkur við olju í, og ósúrgaðar flatkøkur, smurdar við olju; av fínum hveitimjøli skalt tú baka tað!
3 Legg tað so í kurv og ber tað fram í kurvini, táið tú leiðir fram tarvin og veðrarnar báðar!
4 Lat so Áron og synir hansara stíga fram at durum samkomutjaldsins, og vaska teimum í vatni!
5 Tak síðani klæðini, og lat Áron í undirkyrtilin, kápuna, ið hoyrir til lívkyrtilin, lívkyrtilin sjálvan og bringudúkin, og bind lívkyrtilsbeltið um hann,
6 set húgvuna á høvd hansara, og fest hitt heilaga pannuprýðið á húgvuna!
7 Tak so salvuoljuna og hell hana út yvir høvd hansara og salva hann!
8 Lat harnæst synir hansara stíga fram, og lat teir í undirkyrtlar,
9 og bind belti um teir - bæði Áron og synir hansara - og bind hinar høgu húgvurnar á teir! Síðani skulu teir hava prestadømið sum ævigan rætt. So skalt tú innseta Áron og synir hansara.
10 Tarvin skalt tú leiða fram at samkomutjaldinum, og Áron og synir hansara skulu leggja hendur sínar á høvd tarvsins.
11 Drep so tarvin fyri ásjón HARRANS fyri durum samkomutjaldsins,
12 og tak av blóði tarvsins og smyr við fingrinum á altarhornini! Avlopið av blóðinum skalt tú stoyta niður við altarið.
13 Alla netjuna, tað størra livrarblaðið og bæði nýruni við nýrumørinum skalt tú taka og brenna á altarinum.
14 Men kjøt tarvsins, húðina og gorið skalt tú brenna upp uttan fyri tilhaldið; tað er syndoffur.
15 Tínæst skalt tú taka annan veðrin, og Áron og synir hansara skulu leggja hendurnar á høvd hansara.
16 Drep síðani veðrin, tak blóð hansara og slett rundanum á altarið!
17 Sker so veðrin sundur, vaska innvøl hansara og føturnar, legg tað oman á hini stykkini og høvdið,
18 og brenn allan veðrin á altarinum! Tað er brennioffur til HARRAN. Góður angi, eldoffur til HARRAN er tað.
19 Síðani skalt tú taka hin veðrin, og Áron og synir hansara skulu leggja hendurnar á høvd hansara.
20 Drep nú veðrin, tak av blóði hansara og smyr á høgru oyralippu Árons og sona hansara og á tummilfingurin á høgru hond og stórutá á høgra fóti teirra! Avlopið av blóðinum skalt tú sletta rundanum á altarið.
21 Tak so av blóðinum, ið á altarinum stendur, og av salvuoljuni, og slett á Áron og klæði hansara, somuleiðis á synir hansara og á klæði teirra - so verður hann heilagur, hann sjálvur og klæði hansara, og somuleiðis synir hansara og klæði teirra!
22 Síðani skalt tú taka tað feita av veðrinum, hárónna og netjuna, tað størra livrarblaðið, bæði nýruni við nýrumørinum og tað høgra tjógvið - tí hetta er vígsluveðrurin;
23 og úr kurvini við hinum ósúrgaðu breyðunum, sum stendur fyri ásjón HARRANS, skalt tú taka rundkøku, oljukøku og flatkøku.
24 Alt hetta skalt tú leggja í hendur Árons og sona hansara og lata teir sveiggja tað fyri ásjón HARRANS.
25 Tak tað so úr aftur hondum teirra og brenn tað á altarinum - oman á brenniofrinum - til góðan anga fyri ásjón HARRANS! Tað er eldoffur fyri HARRANUM.
26 Tak síðani bringuna av vígsluveðri Árons og sveiggja hana fyri ásjón HARRANS - hon skal vera tín partur!
27 Soleiðis skalt tú halga sveiggibringuna og offurgávutjógvið - tað, ið sveiggjað verður, og tað, ið givið verður, av vígsluveðri Árons og sona hansara.
28 Og tað skulu Áron og synir hansara hava sum nakað, ið teir í allar ævir eiga hjá Ísraelsmonnum; tí tað er offurgáva, og sum offurgávu skulu Ísraelsmenn geva tað av takkofrum sínum, sum offurgávu sína til HARRAN.
29 Hini heiløgu klæðini, ið Áron hevur, skulu synir hansara hava eftir hann; í teimum skulu teir vera, táið teir verða salvaðir og innsettir.
30 Í sjey dagar skal tann av sonum hansara, sum prestur verður í hansara stað, vera í teimum - hann, ið fara skal inn í samkomutjaldið at gera tænastu í halgidóminum.
31 - Síðani skalt tú taka vígsluveðrin og kóka kjøt hansara á heiløgum staði.
32 Og kjøt veðrsins og breyðið, sum í kurvini er, skulu Áron og synir hansara eta fyri durum samkomutjaldsins.
33 Teir skulu eta hesi stykkini, sum bót verður gjørd við, táið teir verða innsettir og halgaðir; men ein, ið ikki er vígdur, má ikki eta av tí, tí tað er heilagt.
34 Og loypur nakað av vígsluoffurkjøtinum ella breyðinum av til morgunin eftir, so skalt tú brenna hetta, ið eftir er; etið má tað ikki verða, tí tað er heilagt.
35 Soleiðis skalt tú gera við Áron og synir hansara, í einum og øllum sum Eg havi álagt tær. Í sjey dagar skal innseting teirra vara.
36 Hvønn dag skalt tú ofra tarv sum syndoffur til at gera bót; tú skalt reinsa altarið frá synd við at gera bót fyri tað, og tú skalt salva tað og soleiðis halga tað.
37 Í sjey dagar skalt tú gera bót fyri altarið og halga tað; soleiðis verður altarið háheilagt; hvør tann, ið nemur við altarið, verður heilagur.
38 Hetta er tað, ið tú skalt ofra á altarinum: Hvønn dag tveir veturgamlar seyðir - altíð.
39 Annan seyðin skalt tú ofra um morgunin, og annan um sólsetur.
40 Saman við hinum fyrra seyðinum skalt tú ofra tíggjundapartin av efu av fínum mjøli, blandað við fjórðingin av hin av olju av stoyttum oljuberum, og sum drykkjuoffur fjórðingin av hin av víni.
41 Hin seyðin skalt tú ofra um sólsetur; saman við honum skalt tú ofra sama matoffur og drykkjuoffur sum um morgunin - til góðan anga, eldoffur til HARRAN.
42 Hetta skal vera dagliga brennioffur tykkara, mann eftir mann, sum skal verða borið fram fyri ásjón HARRANS fyri durum samkomutjaldsins, har sum Eg skal opinbera Meg fyri tær at tala við teg.
43 Har er tað, Eg skal møta børnum Ísraels, og tað skal verða halgað av dýrd Míni.
44 Bæði samkomutjaldið og altarið skal Eg halga, og Áron og synir hansara skal Eg halga at tæna Mær sum prestar.
45 Eg skal búgva millum børn Ísraels og vera Gud teirra;
46 og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN Gud teirra, sum leiddi tey út av Egyptalandi, fyri at Eg skuldi búgva millum teirra - Eg, HARRIN Gud teirra."