Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 23
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 "Tú mást ikki bera út lygitíðindi. Tann, ið órætt hevur, skalt tú ikki styðja við at stíga fram sum lygivitni.
2 Tú mást ikki fylgja fjøldini í tí, sum ónt er, og ikki í nakrari søk vitna so, at tú gevur eftir fyri fjøldini og vendir rættinum við;
3 um tað so er ein fátækur maður, skalt tú ikki pynta um søk hansara!
4 Finnur tú burturvilst neyt ella esil, sum fíggindi tín eigur, skalt tú fáa honum kríatúrið heimaftur.
5 Sært tú esil fígginda tíns liggja undir byrðini, mást tú ikki bjóða til at lata mannin óhjálpnan; nei, tú skalt hjálpa honum at loysa byrðina av.
6 Tú mást í ongari søk venda rættinum við hjá hinum fátæka, ið hjá tær býr.
7 Tú skalt halda teg langt burtur frá órættvísari søk og ikki veita hjálp til at fáa lívið av hinum sakleysa og rættvísa; tí tann, ið sekur er, hann dømi Eg ikki sakleysan!
8 Tak ikki við mutri! Tí mutur ger hin síggjandi blindan og vendir við søk teirra, ið rætt hava.
9 Kúga ikki hin fremmanda! Tit vita, hvussu tað er at kenna seg fremmandan; tit hava sjálv verið fremmand í Egyptalandi!
10 Seks ár skalt tú sáa jørð tína og heysta grøði hennara;
11 men sjeynda árið skalt tú lata hana hvíla og liggja órørda, so hini fátæku av fólki tínum kunnu finna okkurt at liva av; og tað, ið tey lata verða eftir, kunnu hini villu dýrini á markini eta. Á sama hátt skalt tú gera við víngarð tín og oljutrø tíni.
12 Seks dagar skalt tú gera arbeiði títt; men sjeynda dagin skalt tú hvíla, so oksi tín og esil títt kunnu hava frið, og sonur trælkvinnu tína og hin fremmandi fáa hvíld.
13 Aktið eftir øllum, ið Eg havi sagt við tykkum! - Tú mást ikki taka aðrar gudar uppá tunguna; slíkt má ikki hoyrast av munni tínum!
14 Tríggjar ferðir um árið skalt tú halda Mær høgtíð.
15 Tú skalt halda høgtíðina hini ósúrgaðu breyðini; tá skalt tú í sjey dagar eta ósúrgað breyð, so sum Eg havi álagt tær, ta ásettu tíðina í abib mánaði; tí í tí mánaðinum fórt tú út av Egyptalandi. Og eingin má vísa seg fyri eygum Mínum tómhentan.
16 Síðani skalt tú halda akurskurðarhøgtíðina, táið tú skert frumgróðurin av tí, ið tú sáaði í akurin, og heysthøgtíðina, táið árið er úti, táið tú savnar í hús ávøkstin av arbeiði tínum á markini.
17 Tríggjar ferðir um árið skulu allir menn tínir stíga fram fyri ásjón HARRANS HARRANS.
18 Tú mást ikki ofra blóðið av sláturofri Mínum saman við nøkrum, ið súrgað er. Feittið av hátíðarofri Mínum má ikki verða goymt til morgunin eftir.
19 Tað fyrsta av frumgróðrinum av jørð tíni skalt tú bera í hús HARRANS Guds tíns. Tú mást ikki kóka geitarlamb í mjólkini undan móður tess.
20 Eg sendi eingil undan tær; hann skal varða teg á ferðini og fylgja tær til staðið, ið Eg havi ætlað tær.
21 Ansa tær væl fyri honum og akta hann, set teg ikki upp ímóti honum! Tí hann skal ikki fyrigeva lógbrot tykkara, við tað at navn Mítt er í honum.
22 Aktar tú hann og gert alt tað, ið Eg sigi, so skal Eg hata tey, ið hata teg, og vera ímóti teimum, ið eru ímóti tær.
23 Ja, eingil Mín skal ganga undan tær og fylgja tær til Amoritar, Hetitar, Perizitar, Kána’anitar, Hevitar og Jebusitar, og Eg skal oyða teir.
24 Tú mást ikki tilbiðja ella dýrka gudar teirra ella fylgja siðum teirra; nei, tú skalt ríva niður avgudamyndir teirra og bróta sundur minnissteinar teirra.
25 Tit skulu dýrka HARRAN Gud tykkara, og Hann skal signa breyð títt og vatn títt. Og Eg skal halda sjúku burtur frá tær.
26 Eingin kvinna skal vera í landi tínum, sum hittir reis ella er ófruktbør. Tú skalt náa fullan aldur.
27 Eg skal senda ræðslu fyri Mær undan tær og lata øll fólkini, ið tú kemur til, ganga til grundar; og Eg skal lata allar fíggindar tínar flýggja fyri tær.
28 Eg skal senda hvepsar undan tær, og teir skulu reka burt fyri tær Hevitar, Kána’anitar og Hetitar.
29 Tó skal Eg ikki reka teir burt fyri tær eftir einum ári, fyri at landið ikki skal verða oyðið, og fyri at hini villu dýrini skulu ikki verða tær ov mong;
30 so við og við skal Eg reka teir burt fyri tær, inntil tú ert vorðin eitt so stórt fólk, at tú fært tikið landið í ogn.
31 Eg skal lata landamark tíni ganga frá Reyðahavi til Filistarahav og frá oyðimørkini til Ánna. So gevi Eg nú tey, sum í landinum búgva, í hond tykkara, og tú skalt reka tey burt fyri tær.
32 Tú mást ikki gera sáttmála við tey ella gudar teirra.
33 Tey mugu ikki verða búgvandi í landi tínum; tí tá kundu tey lokkað teg at synda móti Mær, at dýrka gudar sínar, so tað verður tær snerra.""