Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 1
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 Hetta eru nøvnini á sonum Ísraels, ið komu til Egyptalands; saman við Jákupi komu teir, hvør við húsfólki sínum:
2 Ruben, Símeon, Levi og Juda.
3 Issakar, Zebulon og Benjamin,
4 Dan og Naftali, Gad og Aser.
5 Eftirkomarar Jákups vóru tilsamans 70; men Jósef var í Egyptalandi frammanundan.
6 Men so doyði Jósef og allir brøður hansara og alt tað ættarliðið.
7 Og Ísraelsmenn nørdust og tóku til, vuksu í tali og vórðu ovurhonds nógvir; landið varð fult av teimum.
8 Nú kom nýggjur kongur í Egyptalandi, ein, ið einki vitsti um Jósef.
9 Hann segði við fólk sítt: "Tit síggja, at Ísraelsfólk er størri og sterkari enn vit!
10 Men nú skulu vit bera okkum klókt at við tey, fyri at tey skulu ikki verða ov mong; annars kundi borið á - um kríggj verður - at tey fara í part við fíggindar okkara og berjast móti okkum og rýma síðani av landinum."
11 So settu teir arbeiðsfútar yvir tey, at plága tey við trælaarbeiði. Tey máttu byggja Farao tveir býir at goyma føði í, Pitom og Ra’amses.
12 Men tess meiri teir plágaðu tey, tess meiri nørdust tey, og tess meiri breiddu tey seg út, so at Egyptar fóru at ræðast Ísraelsmenn.
13 Tí tvingaðu Egyptar Ísraelsmenn til enn meiri trælaarbeiði
14 og gjørdu teimum lívið beiskt við tungum arbeiði uppá leir og tigulstein og við alskyns trælaarbeiði á markini, við trælaarbeiði av øllum slagi, sum teir tvingaðu tey at gera.
15 Kongurin í Egyptalandi segði nú við tær hebraisku jarðarmøðurnar - onnur teirra æt Sifra, og onnur Pua -
16 "Táið tit hjálpa teimum hebraisku kvinnunum at eiga, ansið tá væl eftir, táið barnið kemur! Er tað drongur, so drepið hann, men er tað genta, so kann hon liva!"
17 Men jarðarmøðurnar óttaðust Gud og gjørdu ikki, sum kongurin í Egyptalandi segði við tær - tær lótu dreingjabørnini liva.
18 Tá sendi kongurin í Egyptalandi boð eftir jarðarmøðrunum og segði við tær: "Hví bera tit tykkum so at og lata dreingjabørnini liva!"
19 Men jarðarmøðurnar svaraðu Farao: "Tær hebraisku kvinnurnar eru ikki sum tær egyptisku - tær eru so raskar; áðrenn jarðarmóðirin kemur til teirra, hava tær longu átt!"
20 - Og Gud læt gangast jarðarmøðrunum væl; og fólkið nørdist og varð ovurhonds nógv í tali.
21 - Aftur fyri at jarðarmøðurnar óttaðust Gud, gav Hann teimum avkom.
22 Tá gav Farao øllum fólki sínum hetta boð: "Øll dreingjabørn, ið fødd verða, skulu tit kasta í Nilá, men gentubørnini kunnu tit lata liva!"