Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 20
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 Nú talaði Gud øll hesi orð. Hann segði:
2 "Eg eri HARRIN Gud tín, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum.
3 Tú mást ikki hava aðrar gudar enn Meg.
4 Tú mást onga skurðmynd gera tær, ei heldur nakra mynd, av tí, sum er uppi í himli, av tí, sum er niðri á jørðini, ella av tí, sum er í vatninum undir jørðini;
5 tú mást ikki tilbiðja og ikki dýrka tað; tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triðja og fjórða lið straffar børnini fyri misgerðir fedranna, tey, ið hata Meg,
6 men sum í túsund lið ger miskunn móti teimum, ið elska Meg og halda boð Míni.
7 Tú mást ikki misbrúka navn HARRANS Guds tíns; tí HARRIN letur ikki tann verða óstraffaðan, sum misbrúkar navn Hansara.
8 Minst sabbatsdagin, so tú heldur hann heilagan!
9 Seks dagar skalt tú virka og gera alt arbeiði títt;
10 men sjeyndi dagurin er sabbatur HARRANS Guds tíns; tá mást tú einki arbeiði gera, hvørki tú sjálvur ella sonur tín, dóttir tín, trælur tín, trælkvinna tín, fæ títt ella hin fremmandi, ið hjá tær er, innan fyri portur tíni.
11 Tí í seks dagar gjørdi HARRIN himmal, jørð og hav, við øllum, sum í teimum er, men sjeynda dagin hvíldi Hann; tí hevur HARRIN signað sabbatsdagin og halgað hann.
12 Ær faðir tín og móður tína, so tú kanst fáa langt lív í landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær!
13 Tú mást ikki drepa.
14 Tú mást ikki dríva hor.
15 Tú mást ikki stjala.
16 Tú mást ikki bera rangan vitnisburð móti næsta tínum.
17 Tú mást ikki girnast hús næsta tíns. Tú mást ikki girnast konu næsta tíns, ei heldur træl hansara, trælkvinnu hansara, neyt hansara, esil hansara, ella nakað, ið næsti tín eigur."
18 Men táið alt fólkið hoyrdi og sá toruna, snarljósini og lúðraljóðið og fjallið í royki, bivaðu tey og hildu seg langt burtur.
19 Og tey søgdu við Móses: "Tosa tú við okkum, so skulu vit lurta eftir; men lat ikki Gud tala við okkum, tí so doyggja vit!"
20 Men Móses segði við fólkið: "Óttist ikki! Gud er komin at royna tykkum, og fyri at ótti fyri Honum skal vera á tykkum, so tit synda ikki."
21 So stóð fólkið langt burtur; men Móses fór nær at myrkrinum, sum Gud var í.
22 HARRIN segði nú við Móses: "Hetta skalt tú siga við Ísraelsmenn: "Tit hava sjálv sæð, at Eg havi talað við tykkum av Himli.
23 Tit mugu ongar gudar gera tykkum aftrat Mær; gudar av silvuri ella gulli mugu tit ikki gera tykkum!
24 Altar av flag skalt tú gera Mær, og á tí skalt tú ofra brennioffur og takkoffur tíni, smáfæ títt og neyt tíni; allastaðni har sum Eg lati navn Mítt verða minst, skal Eg koma til tín og signa teg.
25 Men gert tú Mær altar av gróti, so skalt tú ikki gera tað av høgdum steini; tí táið tú setur meitil á steinin, vanhalgar tú hann.
26 Tú mást ikki ganga á trappum upp at altari Mínum, fyri at ikki blygd tín skal verða ber yvir tí.""