Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Onnur Mósebók
Kapittul 21
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40
1 "Hetta eru lógirnar, ið tú skalt leggja fyri tey:
2 "Táið tú keypir hebraiskan træl, skal hann træla í seks ár, men hitt sjeynda skal hann verða frígivin uttan viðurlag.
3 Er hann ógiftur, táið hann kemur til tín, skal hann verða frígivin einsamallur; er hann giftur, skal kona hansara verða frígivin saman við honum.
4 Letur harri hansara hann fáa konu, og hon eigur honum synir ella døtur, so skulu konan og børn hennara hoyra harra sínum til, og hann skal verða frígivin einsamallur.
5 Men sigur nú trælurin: "Eg eri góður við harra Mín, við konu Mína og børn míni - eg vil ikki verða frígivin!"
6 so skal harri hansara leiða hann fram fyri Gud og lata hann standa upp móti hurðini ella durastavinum; so skal harri hansara stinga hann gjøgnum oyrað við sýli, og hann skal vera trælur hansara alla tíð sína.
7 Selur maður dóttur sína til trælkvinnu, so skal hon ikki verða frígivin sum trælirnir.
8 Líkar hon ikki harra sínum longur, eftir at hann hevur verið henni nær, so skal hann geva loyvi til, at hon verður fríkeypt; hann hevur ikki loyvi at selja hana til fremmant fólk, táið hann soleiðis hevur gjørt henni órætt.
9 Men ger hann av, at sonur hansara skal hava hana, so skal hann lata hana fáa tann rætt, ið døtur eiga.
10 Tekur hann honum aðra umframt hana, so má hann ikki minka nakað um kost, klæði ella hjúnabandsrætt hjá hini fyrru.
11 Letur hann hana ikki fáa rætt hennara í hesum trimum, skal hon verða frígivin fyri einki, uttan viðurlag.
12 Tann, ið slær onkun, so hann doyr, skal lata lív.
13 Ger hann tað kortini ikki við vilja, men hond hansara verður stýrd av Gudi, so skal hann kunna flýggja til stað, ið Eg skal vísa tær.
14 Men ger onkur hasa gerð av fríum vilja, at hann við svikum drepur næsta sín, so skalt tú taka hann, um tað so er frá altari Mínum; hann skal doyggja.
15 Tann, ið slær faðir sín ella móður sína, skal lata lív.
16 Tann, ið stjelur menniskja, skal lata lív, um hann nú hevur selt tað, ella tað enn finst hjá honum.
17 Tann, ið bannar faðir sínum ella móður síni, skal lata lív.
18 Táið menn deilast, og annar slær annan við steini ella við nevanum, so hann víst ikki doyr av tí, men verður seingjarliggjandi,
19 so skal hann, ið sló, vera sakleysur, um hin kemur aftur á føtur og kann ganga úti við stavi; hann skal bert lata hann fáa viðurlag fyri tíðina, ið hann hevur list, og síggja til at fáa hann grøddan.
20 Táið onkur slær træl sín ella trælkvinnu sína við stavi, so tey doyggja undir hondum hansara, so skal hann verða straffaður fyri tað;
21 tó - liva tey ein dag ella báðar tveir, so skal hann ikki verða straffaður; tey eru jú ogn hansara.
22 Táið menn fara saman at berjast og fíra undir konu, ið er við barn, so at hon hittir reis, men eingin onnur vanlukka stendst av, so skal hann, ið gjørdi tað, lata í bót tað, ið maður konuna leggur á; hann skal lata tað, ið dómarar áleggja.
23 Men stendst vanlukka av, so skal lív latast fyri lív!
24 - Eyga fyri eyga, tonn fyri tonn, hond fyri hond, fót fyri fót,
25 brent fyri brent, sár fyri sár, kúlu fyri kúlu!
26 Táið onkur slær træl sín ella trælkvinnu sína í eygað og forkemur tí, skal hann frígeva tey til viðurlag fyri eygað.
27 Slær hann tonn úr træli sínum ella trælkvinnu síni, skal hann frígeva tey til viðurlag fyri tonnina.
28 Táið neyt stangar onkun til deyða, mann ella kvinnu, so skal kríatúrið verða steinað, og kjøtið má ikki verða etið; men ánarin er sakleysur.
29 Men er tað kríatúr, ið hevur verið vant at stanga, og ánarin er ávaraður og hevur tó ikki ansað eftir tí, og tað so drepur onkun, mann ella kvinnu, so skal kríatúrið verða steinað, og eisini ánarin skal lata lív.
30 - Men verða bøtur honum álagdar, so skal hann lata í loysigjald fyri lív sítt, so mikið, sum á hann verður lagt.
31 Og er tað drong ella gentu, ið neytið stangar, so skal verða gjørt við hann eftir hesi lóg.
32 Men stangar neytið træl ella trælkvinnu, so skal hann lata harra teirra fáa 30 seklar í silvuri, og kríatúrið skal verða steinað.
33 Táið onkur letur brunn standa opnan ella grevur brunn og leggur ikki aftur yvir hann, og neyt ella esil dettur í hann,
34 skal hann, ið brunnin eigur, lata pening í viðurlag til hansara, ið kríatúrið átti; men hitt deyða kríatúrið skal hann eiga.
35 Táið neyt hjá onkrum stangar neyt hjá einum øðrum, so tað doyr, skulu teir selja hitt livandi kríatúrið og býta peningin, og hitt deyða kríatúrið skulu teir eisini býta.
36 Men var tað kunnigt, at neytið hevði verið vant at stanga, og ánarin hevur ikki ansað eftir tí, so skal hann lata neyt fyri neyt; men hitt deyða kríatúrið skal hann eiga."