Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Triðja Mósebók
Kapittul 4
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27
1 HARRIN talaði við Móses og segði:
2 "Tala við Ísraelsmenn og sig: "Táið onkur av misgáum syndar móti einum av boðum HARRANS og ger nakað, sum Hann hevur forboðið at gera, tá skal verða gjørt so:
3 Er tað hin salvaði presturin, ið syndar og soleiðis dregur skyld oman yvir fólkið, so skal hann ofra HARRANUM lýtaleysan, ungan tarv í bót fyri syndina, hann hevur gjørt; tað er syndoffur hansara.
4 Hann skal leiða tarvin fram fyri ásjón HARRANS, at durum samkomutjaldsins. Og hann skal leggja hondina á høvd hansara og drepa hann fyri ásjón HARRANS.
5 So skal hann - hin salvaði presturin - taka av blóði tarvsins og bera tað inn í samkomutjaldið.
6 Og hann, presturin, skal drepa fingurin í blóðið og sletta av tí sjey ferðir fyri ásjón HARRANS framman fyri forhang halgidómsins.
7 Nakað av blóðinum skal hann smyrja á horn roykilsisaltarsins, ið stendur fyri ásjón HARRANS í samkomutjaldinum; tað, ið eftir er av blóði tarvsins, skal hann hella niður við brennioffuraltarið, ið stendur fyri durum samkomutjaldsins.
8 Alla tálgina úr syndoffurtarvinum skal hann taka úr honum, netjuna og alla tálgina á innvølinum,
9 bæði nýruni við nýrumørinum, innantil við lendarnar, og hitt størra livrarblaðið; tað skal hann taka út saman við nýrunum.
10 Alt hetta skal verða tikið út, sum tað verður tikið úr takkoffurtarvinum; og presturin skal brenna tað á brennioffuraltarinum.
11 Men húð tarvsins og alt kjøtið, høvdið, føturnar, innvølin, gorið
12 - tarvin, allan sum hann er, skal hann fáa út um tilhaldið, á reint stað, hagar ið øskan verður stoytt, og brenna hann á viðabáli; á øskudunganum skal hann verða brendur.
13 Er tað øll samkoma Ísraels, ið av misgáum syndar móti einum av boðum HARRANS, og tað soleiðis er fólkinum ókunnigt, at tey hava brotið eitt av boðum HARRANS og á tann hátt drigið skyld oman yvir seg,
14 so skal fólkið, táið syndin, ið tey hava gjørt, kemur upp, ofra ungan tarv sum syndoffur. Tey skulu leiða hann fram at samkomutjaldinum;
15 teir elstu í samkomuni skulu fyri ásjón HARRANS leggja hendurnar á høvd tarvsins, og so skal tarvurin verða dripin fyri ásjón HARRANS.
16 So skal hin salvaði presturin bera nakað av blóði tarvsins inn í samkomutjaldið.
17 Og hann, presturin, skal drepa fingurin í blóðið og sletta sjey ferðir fyri ásjón HARRANS framman fyri forhangið.
18 Nakað av blóðinum skal hann smyrja á horn altarsins, ið stendur fyri ásjón HARRANS í samkomutjaldinum; tað, ið eftir er av blóðinum, skal hann hella niður við brennioffuraltarið, ið stendur fyri durum samkomutjaldsins.
19 Men alla tálgina skal hann taka úr tarvinum og brenna hana á altarinum.
20 Síðani skal hann gera við tarvin á sama hátt sum við hin áðurnevnda syndoffurtarvin. - Táið presturin soleiðis hevur gjørt bót fyri tey, fáa tey fyrigeving.
21 Og farið skal verða við tarvinum út um tilhaldið, og hann skal verða brendur sum hin áðurnevndi tarvurin. - Hetta er syndofrið fyri samkomuna.
22 Er tað høvdingi, ið av misgáum syndar móti einum av boðum HARRANS Guds síns, ger nakað, ið Hann hevur forboðið at gera, og soleiðis dregur skyld oman yvir seg,
23 og hann fær at vita um syndina, ið hann hevur gjørt, so skal hann koma við ofri, og tað skal vera lýtaleysur bukkur.
24 Hann skal leggja hondina á høvd buksins og drepa hann, har sum brenniofrið verður dripið fyri ásjón HARRANS; tað er syndoffur.
25 Presturin skal taka av blóði syndoffursins á fingurin og smyrja tað á horn brennioffuraltarsins; tað, ið eftir er av blóðinum, skal hann hella niður við brennioffuraltarið.
26 Alt tað feita skal hann brenna á altarinum eins og tað feita av takkofrinum. - Táið presturin soleiðis hevur gjørt bót fyri hann og gjørt hann reinan fyri syndina, fær hann fyrigeving.
27 Er tað ein av almúguni, ið av misgáum syndar móti einum av boðum HARRANS, ger nakað, ið Hann hevur forboðið at gera, og soleiðis dregur skyld oman yvir seg,
28 og hann fær at vita um syndina, ið hann hevur gjørt, so skal hann fyri syndina, ið hann hevur gjørt, koma við ofri, og tað skal vera lýtaleys geit.
29 Hann skal leggja hondina á høvd syndoffursins og drepa syndofrið, har sum brenniofrið verður dripið.
30 Presturin skal taka av blóðinum úr geitini á fingurin og smyrja tað á horn brennioffuraltarsins; tað, ið eftir er av blóðinum, skal hann hella niður við altarið.
31 Alla tálgina skal hann taka út, á sama hátt sum tálgin verður tikin úr takkofrinum, og presturin skal brenna hana á altarinum, HARRANUM til góðan anga. - Táið presturin soleiðis hevur gjørt bót fyri hann, fær hann fyrigeving.
32 Men er tað seyð, ið hann ber fram sum syndoffur, skal hann koma við lýtaleysari ær.
33 Hann skal leggja hondina á høvd syndoffursins og drepa tað sum syndoffur, har sum brenniofrið verður dripið.
34 Presturin skal taka av blóði syndoffursins á fingurin og smyrja tað á horn brennioffuraltarsins; tað, ið eftir er av blóðinum, skal hann hella niður við altarið.
35 Alla tálgina skal hann taka út, á sama hátt sum tálgin verður tikin úr takkofrinum, og presturin skal brenna hana á altarinum saman við eldofrum HARRANS. - Táið presturin soleiðis hevur gjørt bót fyri hann, fyri syndina, ið hann hevur gjørt, fær hann fyrigeving."