Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Triðja Mósebók
Kapittul 9
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27
1 Áttanda dagin sendi Móses boð eftir Áron og sonum hansara og hinum elstu í Ísrael.
2 Og hann segði við Áron: "Tak tær kálv til syndoffur og veðr til brennioffur, báðar lýtaleysar, og leið teir fram fyri ásjón HARRANS!
3 Við Ísraelsmenn skalt tú siga: "Takið tykkum bukk til syndoffur og kálv og seyð, ársgamlar, lýtaleysar, til brennioffur,
4 líkaleiðis tarv og veðr til takkoffur - teir skulu allir verða dripnir fyri ásjón HARRANS - og síðani matoffur, tilgjørt við olju! - Tí í dag fer HARRIN at opinbera Seg fyri tykkum.""
5 Teir tóku nú tað, ið Móses hevði sagt, og komu fram at samkomutjaldinum við tí; og øll samkoman steig fram og stóð fyri ásjón HARRANS.
6 Tá segði Móses: "Hetta er tað, ið HARRIN hevur álagt tykkum at gera; so skal dýrd HARRANS opinberast fyri tykkum."
7 So segði Móses við Áron: "Far fram at altarinum og ofra syndoffur og brennioffur títt, og ger bót fyri teg og hús títt! Ofra síðani offur fólksins og ger bót fyri tey - soleiðis sum HARRIN hevur givið boð um!"
8 Áron steig nú fram at altarinum og drap kálvin, sum skuldi vera syndoffur fyri hann sjálvan.
9 Synir hansara fingu honum blóðið, og hann drap fingurin í blóðið og smurdi tað á altarhornini; men tað, sum eftir var av blóðinum, helti hann niður við altarið.
10 Tálgina, nýruni og tað størra livrarblaðið úr syndofrinum brendi hann á altarinum - soleiðis sum HARRIN hevði álagt Mósesi;
11 men kjøtið og húðina brendi hann upp uttan fyri tilhaldið.
12 Síðani drap hann brenniofrið. Synir hansara fingu honum blóðið, og hann sletti tað rundanum á altarið.
13 So fingu teir honum brenniofrið í stykkjum, somuleiðis høvdið, og hann brendi tað á altarinum.
14 Innvølin og føturnar vaskaði hann í vatni og brendi tað á altarinum saman við hinum.
15 Nú bar hann fram offur fólksins. Fyrst tók hann bukkin, sum skuldi vera syndoffur fólksins, drap hann og ofraði hann sum syndoffur eins og hitt fyrra syndoffurdýrið.
16 Somuleiðis leiddi hann fram brenniofrið og ofraði tað, soleiðis sum fyriskrivað var.
17 Síðani bar hann fram matofrið; av tí tók hann ein neva og brendi tað á altarinum - umframt morgunbrenniofrið.
18 So drap hann tarvin og veðrin, sum skuldu vera takkoffur fólksins. Synir hansara fingu honum blóðið, og hann sletti tað rundanum á altarið.
19 Men tað feita av tarvinum og veðrinum, hárónna, tálgina, ið var á innvølinum, nýruni og tað størra livrarblaðið,
20 alt hetta feita, tað løgdu teir oman á bringustykkini. Og Áron brendi tað feita á altarinum;
21 men bringustykkini og tað høgra tjógvið sveiggjaði Áron fyri ásjón HARRANS - soleiðis sum Móses hevði givið boð um.
22 Og Áron lyfti upp hendur sínar yvir fólkið og signaði tað. So kom hann niðuraftur - eftir at hann hevði ofrað syndofrið, brenniofrið og takkofrið.
23 Síðani fóru Móses og Áron inn í samkomutjaldið, og táið teir komu út aftur haðani, signaðu teir fólkið. Tá opinberaðist dýrd HARRANS fyri øllum fólkinum,
24 og eldur fór út frá ásjón HARRANS og brendi upp tað, ið á altarinum var, bæði brenniofrið og tað feita; og alt fólkið sá hetta, og tey róptu hart av gleði og fullu niður á andlit síni.