Leita í Bíbliuni
Víđkađ leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Triđja Mósebók
Kapittul 12
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27
1 HARRIN talađi viđ Móses og segđi:
2 "Tala viđ Ísraelsmenn og sig: "Táiđ kvinna verđur viđ barn og eigur drong, so skal hon vera órein í sjey dagar; líka nógvar dagar sum táiđ hon hevur mánasjúku sína, skal hon vera órein.
3 Áttanda dagin skal yvirhúđ barnsins verđa umskorin.
4 Síđani skal hon halda seg inni í 33 dagar, međan hon hevur reinsanarblóđ sítt; hon má einki heilagt nema viđ og ikki koma í halgidómin, fyrrenn reinsanartíđ hennara er at enda.
5 Men er tađ gentu, iđ hon eigur, skal hon í tvćr vikur vera órein, sum táiđ hon hevur mánasjúku sína, og síđani skal hon halda seg inni í 66 dagar, međan hon hevur reinsanarblóđ sítt.
6 Táiđ reinsanartíđ hennara er at enda, skal hon, bćđi táiđ hon hevur átt son, og táiđ hon hevur átt dóttur, koma viđ veturgomlum seyđi til brennioffur og dúvuunga ella turtildúvu til syndoffur; hon skal koma viđ tí fyri dyr samkomutjaldsins, til prestin;
7 og presturin skal ofra tađ fyri ásjón HARRANS og gera bót fyri hana; so verđur hon rein eftir blóđtap sítt. - Hetta er lógin um kvinnu, iđ eigur barn, tađ veri nú drong ella gentu.
8 Men hevur hon ikki ráđ at ofra seyđ, so skal hon taka tvćr turtildúvur ella tveir dúvuungar, annan fuglin til brennioffur og annan til syndoffur; og presturin skal gera bót fyri hana; so verđur hon rein.""