Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Triðja Mósebók
Kapittul 10
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27
1 Men tveir av sonum Áron, Nadab og Abihu, tóku hvør sína eldpannu, lótu gløður í tær og løgdu roykilsi á gløðurnar og bóru fram fyri ásjón HARRANS fremmandan eld, sum Hann einki boð hevði givið teimum um.
2 Tá gekk út eldur frá ásjón HARRANS og oyddi teir, so teir doyðu fyri ásjón HARRANS.
3 Móses segði tá við Áron: "Tað var hetta, ið HARRIN talaði um, táið Hann segði: "Á teimum, ið standa Mær nær, skal Eg prógva Meg heilagan, og fyri øllum fólkinum skal Eg prógva dýrd Mína!"" Áron tagdi.
4 So rópti Móses Misael og Elzafan, synir Uzziel, pápabeiggja Áron, og segði við teir: "Komið og berið skyldmenn tykkara burtur frá halgidóminum og út um tilhaldið!"
5 Teir komu tá og gjørdu, sum Móses segði, og teir bóru teir í kyrtlum teirra út um tilhaldið.
6 Men Móses segði við Áron og við Eleazar og Itamar, synir hansara: "Tit mugu hvørki ganga ógreiddir ella skræða klæðini; tí so skulu tit doyggja, og so skal vreiði koma yvir alla samkomuna. Latið brøður tykkara, alt hús Ísraels, gráta um henda eld, ið HARRIN hevur sent!
7 Víkið ikki frá durum samkomutjaldsins - annars skulu tit doyggja! Tí salvuolja HARRANS er á tykkum." - Teir gjørdu, sum Móses segði.
8 Nú talaði HARRIN við Áron og segði:
9 "Vín ella nakað sterkt mugu tú og synir tínir ikki drekka, táið tit fara inn í samkomutjaldið, fyri at tit skulu ikki doyggja. Tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann -
10 fyri at tit skulu vera førir fyri at gera mun á heiløgum og vanheiløgum og á óreinum og reinum,
11 og læra Ísraelsmenn allar lógirnar, ið HARRIN við Mósesi hevur kunngjørt teimum."
12 Síðani segði Móses við Áron og við Eleazar og Itamar, teir synir hansara, ið eftir livdu: "Takið matofrið, ið eftir er av eldofri HARRANS, og etið tað ósúrgað við altarið, tí tað er háheilagt!
13 Tit skulu eta tað á heiløgum staði; tað er jú tann ásetti parturin, sum tú og synir tínir eiga av eldofri HARRANS; soleiðis er mær álagt.
14 Og sveiggibringuna og offurgávutjógvið skulu tit eta á reinum staði, tú og synir tínir og døtur tínar við tær; tí tað er tær og børnum tínum givið sum ásetti partur tykkara av takkofrum Ísraelsmanna.
15 Offurgávutjógvið og sveiggibringan skulu verða borin fram saman við eldofrinum - tí feita - at vera sveiggjað fyri ásjón HARRANS; og tað skal til ævigar tíðir vera tann ásetti parturin, ið tú og børn tíni skulu hava - soleiðis sum HARRIN hevur givið boð um."
16 Táið Móses nú spurdi eftir syndoffurbukkinum, fekk hann at vita, at hann var uppbrendur; tá varð hann illur við Eleazar og Itamar, teir, ið eftir livdu av sonum Áron, og hann segði:
17 "Hví hava tit ikki etið syndofrið á hinum heilaga staði? Tað er jú háheilagt, og Hann hevur givið tykkum tað, fyri at tit skulu taka burtur syndaskuld samkomunnar og gera bót fyri tey fyri ásjón HARRANS.
18 Blóðið av tí er jú ikki borið inn í halgidómin; tí skuldu tit havt etið kjøtið á hinum heilaga staði, soleiðis sum eg havi sagt við tykkum!"
19 Men Áron svaraði Mósesi: "Tú veitst, at teir í dag hava ofrað syndoffur og brennioffur sítt fyri ásjón HARRANS, og kortini hevur slík vanlukka hent meg! Um eg nú hevði etið syndoffur í dag, heldur tú tá, at HARRANUM hevði líkað tað væl!"
20 - Táið Móses hoyrdi hetta, gav hann honum rætt.